fríggjadagur 13. august 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 119 · 13. august 2010
10
RumpuR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Rundar rumpur. Tað er heitasti trend urin
í løtuni. Eftir at konufólkini í áravís hava
skula verið so kløn, so tær mest sum hava
verið undirvektigar, er rákið spaku liga
við at førka seg hinvegin aft ur. Nú skulu
damurnar vera rundar og hava femininar
formar.
Tað eru fleiri kendar stjørnur, sum
frá nattúrunar hond eru útgjørdar við
ein um trivaligum afturparti og stórari
bringu, og hesar damurnar eru nú tær,
sum mynda mótan. Ístaðin fyri at nýta
strammar dragtir innanfyri klæðini og
súkklu buks ur, sum fjala formarnar, skulu
teir nú vísast fram.
Jennifer Lopez, Kim Kardashian og
Serena Williams eru bara nakrar av teim
um damunum, sum ganga á odda og eru
ernar av at hava ein kvinnuligan kropp.
Mótaserfrøðingar hava nú tikið tráð in
upp og mæla eisini vanligum kvinn um
til at vera stoltar av sínum for mum og
rundu rumpum.
Hjálp til flatar rumpur
Tað ljóðar mikið gott fyri tær, sum hava
deiligar, rundar rumpur.
Men fyri tær, sum ikki hava teir
rundu formarnar at sýna fram, er tó
hjálp at heinta. Til ber nevniliga at
snýta seg til eina lekra, runda rumpu,
og møguleikarnir eru fleiri. Eitt boð eru
tær sonevndu pushup trussurnar, ið
lyfta endan, um hann er vorðin nakað
flatur.
Eitt annað boð eru trussurnar, ið
hava pútur úr silikon seymaðar á, og
sum á tann hátt fáa tað at síggja út,
sum um rumpan er størri.
Og til teir menn, sum nú flenna
hart, kann leggjast afturat, at hesar
undirbuksurnar eisini fáast til harrar,
og at tær ganga sum heitt breyð í
Amerika, serliga undan tiltøkum á
reyða teppinum. Menn skulu nevniliga
eisini hava rundar rumpur.
Hetta er ein móti, sum vit saktans
kunnu taka til okkum her í Føroyum.
Handlar, sum selja undirklæðir her
heima, hava nevniliga eisini eitt úrval
av pushup og pútutrussum, men tó
bert til konufólk... enn.
Tær, sum hava ein stóran enda,
kunnu prísa seg lukku ligar. Tær,
sum ikki hava, kunnu snýTa við
so nevnd um pusH-up trussum,
sum lyfTa endan. um rumpan er
púra fløT, kann rumpan síggja
sTørri úT við hjálp av pútum. nú
skulu endarnir nevniliga vera
sTórir, fyllumiklir og rundir
Um rumpan er fløt, so ber til at "snýta" seg til eina stóra og fyllumikla rumpu
Jennifer Lopez
Rundar
rumpur
eru in
Kim Kardashian