mánadagur 16. august 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. august · Nr. 120
8
Sosialurin
Føroya Banki millum tryggastu
bankarnar í ríkinum
Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, greiddi í morgun errin frá, at
bankin hevði lítla hálva milliard í yvirskoti fyrsta hálvár í ár. Samstundis er
Føroya Banki mettur at vera millum tryggastu bankarnar í ríkinum
Rólant Waag Dam
458 milliónir krónur í yvir
skoti fyrra hálvár, og so ein
fesk kanning, sum ger greitt,
at Føroya Banki er fjórð
tryggasti bankin í danska
ríkinum. Einki er at siga til,
at Janus Petersen er ein fegin
maður í dag.
Stórur partur av yvirskoti
num hjá Føroya Banka stavar
frá søluni av Bakkafrost, ein
handil, sum gav bankanum
380 milliónir krónur í kapi
talvinningi. Hyggja vit burtur
frá hesi sølu, er framvegis
talan um eitt gott hálvárs
úrslit hjá Føroya Banka.
Inntøkurnar frá banka
og tryggingarvirkseminum
øktust 27 prosent, frá 242
milliónum til 308 milliónir
krónur um samanborið verð
ur við sama tíðarskeið í fjør,
greiddi Janus Petersen frá á
tíðindafundi í høvuðssæti
num hjá Føroya Banka í morg
un.
Ein av grundunum til
vøksturin, er virksemi uttan
fyri Føroyar. Føroya Banki
hevur deildir bæði í Grøn
landi og Danmark, og hesar
hava givið avlop til bankan.
Samanlagt standa hesar
deildir saman við tryggingar
virkseminum í Íslandi fyri
omanfyri 30 prosent av okk
ara inntøkum í dag. Í krónum
og oyrum er talan um 32
milliónir
hetta
hálvárið,
greiðir Janus Petersen frá.
Millum teir tryggastu
Janus Petersen nýtti eisini
part av tíðindafundinum at
greiða frá feskari kanning.
Danska blaðið Børsen hevur
saman við greiningarfyri
tøkuni Niro Invest gjørt eina
váðagreining av 99 teimum
størstu bankunum í ríkinum,
har Føroya Banki verður
mettur sum ein tann trygg
asti.
Merkisvert við kanningini
er, at tað eru teir lítlu bank
arnir, sum standa seg best.
Hals Sparekasse, Fanø Spare
kasse og Vinderup Bank
liggja framman fyri Føroya
Banka, sum verður mettur
sum nummar fýra saman við
Frøs Herreds Sparekasse og
Frørup Andelskasse.
Vert er at hefta seg við, at
Føroya Banki, sum ein av
teimum
lutfalsliga
stóru
bankunum á listanum, liggur
frammanfyri aðrar bankar,
sum eru nógv størri. Danske
Bank er nummar 18, Jyske
Bank 25 og Nordea Bank 75.
Í botninum í hesi greining
– og harvið teir bankarnir,
har tað er mest vandamikið
at vera kundi, sambært
Børsen og Niro Invest – er
Morsø Sparekasse. Trý pláss
omanfyri, tað vil siga trið
aftast, er deildin hjá Eik
Banka í Danmark.
rolant@sosialurin.fo
Triton eygleiðir
Greenpeace
Í dag er einki likið út um, hvat politiið fer at gera mótvegis
Greenpeace-skipinum Esperanza, sum er komið í føroyskt sjóøki
Randi Jacobsen
Allan fyrrapartin var fundur
á hægsta stigi í politinum, og
tí hevur verið ógjørligt at
spurt, hvussu sær út suðuri
í føroyska sjóøkinum, har
Greenpeaceskipið Esperanza
hevur ligið ikki so langt frá
boripallinum West Phoenix.
Greenpeace vil ikki upp
lýsa, hvar skipið er, og hvagar
tað skal, og skipið hevur
eisini sløkt sínar sendarar,
so satelitteftirlitið ikki sær,
hvør kósin er hjá skipinum.
Føroyska fiskiveiðieftir
litið er ikki uppi í átakinum á
nakran hátt, og Færøernes
Kommando og politiið hava
avtalað, at bara Karen Marie
Olesen, fúti og Peter Thaysen,
politiovasti, kunnu úttala
seg.
Og tey hava sum nevnt
sitið á fundi allan fyrra
partin.
Peter Starklint, ovasti í
Mjørkadali upplýsir tó, at
danska verjuskipið Triton er
har suðuri í føroyska sjó
økinum. Júst hvar, vil hann
heldur ikki siga. Serdeilirnar
hjá danska politinum eru
umborð á Triton.
Hesar serdeidir komu til
Føroya við flogfarinum leyg
arkvøldið.
Greenpeace hevur bjóðað
oljuídnaðin av eftir oljuvan
lukkuna í meksikanska flógv
anum. Heimurin eigur ikki at
vra so bundin av olju, sigur
Greenpeace, sum seinastu
dagarnar fleiri ferðir hevur
mint á, at felagsskapurin ikki
nýtir harðskap í stríði sín
um.
Esperanza er tað nýggjasta og
størsta skipið hjá Greenpeace