mánadagur 16. august 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 16. august 2010 · Nr. 120
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Fríggjakvøldið
skipaði
Hósvíkar Róðrarfelag fyri
árligu regattasiglingini, sum
er av Eiði til Hósvíkar. Hetta
var tíggjunda árið á rað,
at skipað varð fyri hesum
tiltaki, sum hesaferð setti
met í bátatali.
Úr Hósvík verður sagt,
at talið av bátum lá um 140,
og so nógvir hava bátarnir
ongantíð verið áður.
Í regattasiglingini savnast
bátarnir á Eiði, haðani lagt
verður frá landi um 19-tíðina,
og síðan eru teir seinastu
bátarnir væntandi í Hósvík
einar tríggjar tímar seinni.
Hesaferð
vóru
fleiri
kappróðrarbátar eisini við í
regattasiglingini, og teir settu
eisini sín dám á tiltakið.
Í Hósvík varð borðreitt
við døgurða í stórum tjaldi,
og seinni varð eisini skipað
fyri góðum dansi, har fleiri
hundrað fólk dansaðu og
hugnaðu sær til langt út á
náttina.
Tær mongu manningar-
nar, sum vóru við í regatta-
siglingini og lógu nátt í
Hósvík, fingu eisini morgun-
mat, tá tann tíðin kom.
Leygarmorgunin
hildu
fleiri
av
manningunum
leiðina fram til Nólsoyar á
ovastevnu.
Bæði regattasiglingin í
Sundalagnum, sum endaði
við stóraballi í Hósvík leygar-
náttina og ovastevna í Nólsoy
vórðu hildin í bestu líkindum
– og við stórari luttøku.
vilmund@sosialurin.fo
Dvørgamoy, sum er
10-mannafar við árum
og seglum, var eisini
við í regattasiglingini,
sum Hósvíkar
Róðrarfelag skipaði
fyri fríggjakvøldið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Regattasiglingin setti met í bátatali
REGATTA Regattatiltakið, sum Hósvíkar Róðrarfelag skipaði fyri fríggjakvøldið, eydnaðist sera væl.
Talið av bátum setti met, og kvøldið í Hósvík var sera hugnaligt í góðum líkindum – og í góðum hýri
Vilmund Jacobsen
Í morgun hevur tíðinda-
fundur verið í býráðshøllini
í Klaksvík, har kunnað hevur
verið um, at Klaksvíkin nú
verður vertur fyri stóru
fiskivinnustevnuni,
North
Atlantic Fish Fair.
Avtala er gjørd millum
stigtakararnar av stevnuni
og
Klaksvíkar
kommunu
um, at stevnan verður hildin
í Klaksvík í døgunum 5.-7.
apríl næsta ár.
Dánjal Petur Hansen er
ein av monnunum aftanfyri
North Atlantic Fish Fair,
sum í sínari tíð var hildin
annaðhvørt ár á økinum hjá
Runavíkar havn.
Seinni
flutti
stevnan
av
Skálafjørðinum
og
á
Sandvíkarhjalla og seinastu
ferðirnar,
stevnan
hevur
verið
hildin
í
Føroyum,
hevur hon verið í tjøldum
í Gundadali – við øðrum
fyriskiparum og eigarum.
Á
tíðindafundinum
í
morgun segði Dánjal Petur
Hansen,
vanliga
róptur
Piddi, at stevnan nú fer at
vera hildin í KÍ-høllini og
Badmintonhøllini, sum báðar
verða bygdar saman, soleiðis
at gangast kann ímillum.
Haraftrat verður eitt stórt
tjald sett upp, sum partur av
tiltakinum.
Talan verður um tilsamans
2.000 fermetrar innandura,
umframt tjaldið, sum verður
sett upp til endamálið.
Dánjal Petur Hansen segði,
at prísurin hjá fyritøkum
at sýna fram á stevnuni
verður
frá
980
krónum
fyri
fermerturin,
sum
hann heldur vera ógvuliga
rímiligt.
- Vit miðja eftir, at um-
framt føroyskar fyritøkur,
sum verða við, koma eisini
fyritøkur úr eitt nú Danmark,
Íslandi, Noreg og Skotlandi
at sýna fram sítt útboð.
Dánjal
Petur
Hansen
vísir á, at umframt sjálva
framsýningina, verður eisini
ráðstevna, har dentur verður
lagdur á MCS-góðkenning,
ið hevur verið nógv frammi
í sambandi við burðardygga
fiskiveiði.
Nú árið 2011 er valt til
at verða eitt kostár, verður
eisini skipað fyri einum
matfestivali í sambandi við
North Atlantic Fish Fair
í Klaksvík, og her verður
serligur dentur lagdur á
matvørur úr havinum.
Hugtikin
Gunvá við Keldu, borgarstjóri
í Klaksvíkar kommunu, segði,
at hon altíð hevur verið
hugtikin av slíkum stórum
fiskivinnutiltøkum, sum eitt
nú North Atlnatic Fish Fair.
- Nú gjørt er av, at stevnan
kemur til Klaksvíkar, kunnu
vit siga, at hon er komin
heim, sum borgarstjórin tók
til.
Um
dagarnar
fara
umboð
fyri
Klaksvíkar
kommunu og umboð fyri
North Atlantic Fish Fair
til Tróndheim at luttaka á
fiskivinnustevnu, har tey
fara at bjóða fyritøkum at
koma til Klaksvíkar á fiski-
vinnustevnu komandi ár.
- Klaksvík og Tróndheim
eru vinarbýir, og meðan
føroysku umboðini eru í
Tróndheimi, hevur Haraldur
kongur
bjóðað
føroysku
umboðunum til lunch, verður
sagt úr Klaksvík.
vilmund@sosialurin.fo
Klaksvík fær sína
fiskivinnustevnu
NAFF Umframt tey mongu árligu tiltøkini, sum Klaksvíkin seinnu árini er vorðin karmur
um, fær okkara fiskivinnuhøvuðsstaður nú eisini sína fiskivinnustevnu
- Fiskivinnustevnan, North Atlantic Fish Fair, er nú komin heim, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldur
Mynd: Dávur Winther