mánadagur 16. august 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. august 2010 · Nr. 120
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Øll útlit vóru til eina góða
og
vælmøtta
ovastevnu
í Nólsoy um vikuskiftið.
Veðrið var bæði lýtt og
gott og tá ið bátarnir, sum
vóru við í regattasiglingini í
Sundalagnum kvøldið fyri,
settu met í tali, var eisini
hugsandi, at nógvar báts
manningar fóru at leita sær
út til Nólsoyar leygardagin.
Hóast
stuðulsnevndin,
sum skipar fyri ovastevnu,
hevði gjørt av at áseta gjald
fyri atløgu á 350 krónur fyri
hvørt bátapláss, var ikki líkt
til, at hetta helt teimum, sum
eiga bátarnar, aftur í at fara á
ovastevnu.
Longu tíðliga seinnapartin
leygardagin
vóru
nógvir
bátar komnir til Nólsoyar,
og sum leygarkvøldið leið,
gjørdist talið av bátum og
bátsmanningum
so
stórt
sum sjáldan áður.
Umstøðurnar at liggja
í Nólsoy vóru eisini nógv
betri hesaferð enn áður, tá
stuðulsnevndin hevði leigað
bátabrúgvar úr Vestmanna.
Ein long brúgv lá soleiðis úr
bryggjuni og beint út eftir
vánni, og bara her kundu eini
2830 rímiliga stórir bátar
liggja við hekkuni inn ímóti.
Bátarnir, sum lógu úteftir
molanum, lógu eisini væl við
hekkuni ímóti, soleiðis at
lætt var at koma av bátunum
og umborð aftur.
Umborð á bátum og á
bryggjuni hugnaðu fólk sær,
og uppi í bygdini gingu fólk
aftur og fram, og tað var
rættiliga sum á ólavsøku – so
stappað, sum tað allastaðni
var við fólki, bæði ungum og
tilkomnum.
5.700 fólk
Umframt øll, sum komu
í bátum og lógu sunnu
náttina yvir í Nólsoy og øll
tey, sum komu um fjørð
in í øðrum bátum, sum
sigldu við ferðafólki, sigldi
strandfaraskipið
Ternan
hvønn tíma av Bursatanga
– heilt frá klokkan 18 leygar
kvøldið
til
klokkan
01
sunnunáttina. Bæði leygar
dagin og út á sunnunáttina
vórðu
eisini
fleiri
túrar
sigldir, tó at samband tá ikki
var hvønn tíma.
Joan Poulsen, samferðslu
leiðari hjá Strandfaraskipum
Landsins, sigur, at Ternan
frá fríggjamorgni til og við
sunnumorgun flutt tilsamans
5.700 fólk um Nólsoyarfjørð.
Hetta er eitt rættiliga stórt
tal, men uppi í hesum tali er
sjálvandi flutningur báðar
vegir, bæði úr Havn og út til
Nólsoyar og úr Nólsoy aftur
til Havnar.
Um 18tíðina leygarkvøldið,
tá vit høvdu stutt prát við
Karmal Olsen, skipara á
Ternuni, segði hann, at longu
seinnapartin
fríggjadagin
hevði Ternan onkran túrin
havt fult skip – ella sløk 300
ferðafólk á hvørjum túri.
Joan Poulsen, samferðslu
leiðari, sigur, at leygarkvøldið
og út á sunnunáttina sigldi
skipið uppaftur fleiri túrar
við 294 ferðafólkum.
Karmal Olsen, skipari,
sigur, at tá manningin um
borð á Ternuni telir seks,
hevur skipið loyvi at sigla
við 294 ferðafólkum um
Nólsoyarfjørð.
Setan og svimjing
Nógv ymisk tiltøk vóru á
ovastevnu, eitt nú svimjing
um
Nólsoyarfjørð
og
svimjing á einum 1000 metra
teini á Nólsoyarvík. Har var
rennikapping, eins og tivoli,
hoppiborgir, dansur og annað,
sum børn og ung kundu
royna. Seint leygarkvøldið
var felagssangur, og síðan
var eisini skotið fýrverk.
Marin Kathrina Frýdal,
býráðslimur í Tórshavnar
kommunu, setti stevnuna
klokkan
14
leygardagin,
og tað var eisini hon, sum
handaði steyp til vinnararnar
av svimjikappingunum.
vilmund@sosialurin.fo
Ternan flutti 5.700 fólk u
OVASTEVNA Um vikuskiftið varð ovastevna í Nólsoy hildin í besta veðri.
Hýrurin á fólki var góður, og bæði børn, ung, tilkomin og eldri hugnaðu
sær óført í lítlu bygdini, har fólkatalið eitt slíkt vikuskifti fleirfaldast