Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. august 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 16. august 2010 · Nr. 120 Sosialurin um Nólsoyarfjørð Vilmund Jacobsen Tað vóru seks svimjarar, sum lupu á bláman í Havn leygarmorgunin við kós móti bygdini í Nólsoy. Fyrstur út um fjørðin og at málinum í Nólsoy gjørdist Erling Eidesgaard, ið er tvørámaður, sum býr í Havn. Hann svam teinin upp á 1,32,45. Á øðrum plássi endaði Eli Christiansen, sum brúkti tíðina 1,38,00. Á triðja plássi kom Erlendur Simonsen, sum er fyriskipari og hevur svomið um fjørðin øll hesi trettan árini. Erlendur brúkti tíðina 1,53,00. Á fjórða pássi kom Jákup Enni við tíðini 1,57,45 - og á fimmta plássi Eirikur Hofgaard við tíðini 2,17,30. Sætti svimjarin, sum royndi seg um fjørðin í dag, var óheppin. Hann endaði ov norðarliga og hevði onkrar trupulleikar við útgerðini. vilmund@sosialurin.fo Erling fyrstur um fjørðin SVIMJING Fyri trettandu ferð varð leygarmorgunin svomið um Nólsoyarfjørð. Tann, sum fyrstur var um fjørðin og fram at málinum í Nólsoy, brúkti ein tíma og stívliga 32 minuttir