mánadagur 16. august 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. august · Nr. 120
12
Sosialurin
Mikael Gren
– Føroyar og altjóða oljuvinna
Jan Müller
Mikael Gren er føddur í Svø
ríki og kom til Føroya fyri
góðum 20 árum síðani. Hann
giftist føroyskari kvinnu og
tey adopteraðu tvey indisk
børn, sum í dag eru 12 og 17
ára gomul. Seinastu tvey
árini hava tey øll búð í
Mumbai, har Mikael arbeiðir
hjá fyritøkuni Transocean,
sum rekur fleiri boriskip og
pallar.
Hann sær fegin, um olja
verður funnin í Føroyum, at
hann kann koma heimaftur
at arbeiða og lata føroyingar
fáa lut í sínum royndum.
Mikael Gren lærdi til
maskinmeirstara í Føroyum
og bleiv liðugur í 1997. Hann
fór til arbeiðis hjá Transocean
á heysti sama ár. Í 2006 bleiv
hann liðugur sum Master of
Science in Management á
Robert Gordon University í
Aberdeen. Hetta var við fjar
lesturi í trý ár.
Frá 1997 og komandi 10
árini arbeiddi hann umborð
á boripallum í Bretlandi,
Noregi, Suðurafrika, Nigeria,
Fílabeinsstrondini, Brasilia,
Spania, Hálandi, Egyptalandi
og India. Hetta hevur verið
eitt sera spennandi arbeiði
saman við nógvu ymsum
mentanum sigur Mikael. Tað
hevur verið áhugavert og
læruríkt at verið við til at
tilrættaleggja
viðlíkahald
umborð á boripallum, sum
skulu á beding.
Í India hava teir tikið stig
til at menna eina nágreiniliga
kanning og eftirlit av BOP
(Blowout Preventer) útgerð
umborð á boriskipum. Hetta
fyri at staðfesta, at útgerðin
er 100% álítandi, og at teir
gera sítt víðlíkahald eftir for
skriftunum. Tá eftirlit skal
gerast má pallurin liggja
stillur í eina tíð og hetta kann
vera kostnaðarmikið, men
teir taka trygdina framum
tað fíggjarlíga, tá tað kemur
til útgerð, sum kann vera til
vanda fyri lív og umhvørvi,
um hon ikki virkar.
Í 2007 fekk Mikael starvið
sum “Rig Manager” á einum
boriskipi, ið boraði í Egypta
landi. Í 2008 varð hann
fluttur til India, har hann
gjørdist tekniskur stjóri fyri
ankraða pallin Actinia. Í dag
er hann tekniskur stjóri
umborð á boriskipinum Deep
water Frontier.
Uppgávan sum tekniskur
stjóri er at syrgja fyri, at alt
tað tekniska umborð riggar,
og at viðlíkahald er gjørt
eftir fyritreytunum. Hann
hevur eisini ábyrgd av, at
trygdin hja fólkunum og
umhvørvinum er í hásæti.
Ein sera týðandi partur av
útgerðini umborð er útgerð,
sum verður brúkt til at hava
eftirlit við brunninum.
Hetta er kostnaðarmikil
og serstøk útgerð og sum má
rigga til eina og hvørja tíð.
Hann hevur so eisini til upp
gávu at leggja fíggjarætlanir
og fylgja rakstrinum. Ein
onnur sera týdningarmikil
uppgáva er at leggja langtíðar
viðlíkahaldsætlanir,
sum
ganga 5 ár fram í tíðina.
Í løtuni fyrireika teir at
bora ein brunn í Eystur Tim
or. Har eru trygdarkrøvini
sera strong og kunnu sam
metast við krøv, sum verða
sett palli, ið skal arbeiða á
australiskum øki. Har setir
stjórnin sera høg krøv til alla
útgerð, sum kann ávirka
umhvørvið, um okkurt skuldi
gingið galið.
Í dag er Mikael Gren tekniskur stjóri umborð
á boriskipinum Deepwater Frontier.
www.unguforoyar.com
Málfrøði, bókmentafrøði
og heimsbókmentir til
teir hægru skúlarnar
Ungu Føroyar hava tilboð upp á hesar bøkurnar:
Klípið · Hugtøk í bókmentafrøði · Salka Valka · Konuni til vildar
Veitsla hjá nornafaðir · Eystur-vestur.
Lesið meira á www.unguforoyar.com
t-postur: mail@unguforoyar.com · telefon: +298 510 474
postadressa: Leivsgøta 4, FO-Tórshavn
Í samband við at ár 2010 er altjóða ár fyri lívfrøðiligt marg
feldi, skipar lívfrøðingafelagið saman við Miðlahúsinum fyri
eini myndakapping, har endamálið er at lýsa lívfrøðiliga
fjølbroytni í føroysku náttúruni.
Við hesum ynskir Lívfrøðingafelagið at fleiri fáa eyguni upp
fyri livandi náttúruni og fara út at taka myndir, sum kunnu
lýsa hetta fjølbroytta lívið ella við øðrum orðum: avmynda
lívfrøðiliga margfeldni í Føroyum.
Tá kappingin er liðug fer Miðlahúsið fer at leggja allar
innkomnu myndirnar út á netið.
Myndakapping
Avmynda lívfrøðiligt margfeldi!
Reglur
Myndin skal vera digital og
vera tikin í Føroyum í 2010.
Kappingin byrjaði 7. juni og
endar 16. august.
Hvør luttakari kann einans
senda eina mynd til Miðla
húsið seinast hin 1. august
2010. Myndin skal sendast
til margfeldi@sos.fo
Lívfrøðingafelagið tekur sær
rætt til at brúka innkomnu
myndirnar í arbeiði felagsins
framyvir, t.d. til heimasíðu,
plakatir og faldarar.
Ein dómsnevnd, ið er saman
sett av trimum pørtum, vel
ur bestu myndirnar. Hvør
partur hevur líka nógvar at
kvøður. Teir tríggir partarnir
eru nevndin í lívfrøðinga
felagnum, ein professionell
ur myndatakari og eitt lista
fólk.
Vinningar verða latnir til tríggjar tær bestu myndirnar:
1. vinningur: Eitt Canon EOS 550 fototól (virði: kr. 7.999). Ein Case
logic taska (virði: 399 kr.) og eitt 16 GB kort (virði: 699 kr.) fylgir við.
Vinningurin verður latin av Føroya Lívfrøðingafelag.
2. vinningur: Eitt Canon EOS 450 speglrefleks fototól (virði: kr.
4.999). Vinningurin verður latin av Expert
3. vinningur: Ein 1 TB eksternur harðdiskur (virði: kr. 980), ið verður
latin av City og kr. 1.500, ið verður latið av Lívfrøðingafelagnum
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn