Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. august 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 16. august · Nr. 120 Sosialurin Føroyingar mugu hava eftirlit umborð á boripallum Eftirlit Føroyskir myndugleikar eiga at hava fólk umborð á pallum, sum bora á landgrunninum fyri at hava eftirlit við útgerðini og tryggja sær, at øll tryggleikakrøv verða fylgd. Jan Müller Við sínum relatiónum til Føroyar og føroyingar fylgir Mikael Gren eisini væl við í tí, sum hendir á føroyska landgrunninum. – Eg havi roynt at fylgja við fyrireik­ ingunum til boringar á før­ oyska landgrunninum og síggi, at nógv verður tosað um, at myndugleikarnir hava álit á, at oljufeløg hava eina tilbúgvingarætlan, sum verð­ ur latin inn saman við bori­ umsókn. Henda tilbúgvingar­ ætlan sær út til at hava eitt serstakt atlit (fokus) á at minka um fylgjurnar av eini vanlukku. Hetta er sjálvandi eisini sera týdningarmikið, men tað, sum hevur mest týdning er forða fyri, at ein vanlukka yvirhøvur hendur. Ein vanlukka kann so stava frá menniskjansligum mis­ tøkum ella breki í útgerðini. Mikael Gren sigur víðari, at hann enn manglar at síggja prógv um, at føroyskir mydugleikar hava eftirlit við teknisku útgerðini umborð á boripalli, sum kemur inn á føroyska landgrunnin. – Eg síggi í miðlunum, at oljufeløgini hava ein tilbúgv­ ingarætlan, sum er realterað til krøvini at arbeiða í einum ávísum øki. Í grein í Sosi­ alinum úttalar umboð fyri eitt útlendskt oljufelag, at føroyingar skulu ikki stúra fyri, at ein vanlukka kann henda her hjá okkum, tí krøvini her eru nógv harðari enn tey í USA. Hetta stað­ festir, at eitt oljufelag setur trygdina eftir, hvat fyri krøv eru sett í einum ávísum øki men ikki altíð hægri enn so. Eiga at hava eftirlit umborð – Tað verður eisini sagt, at í Føroyum eru krøvini nøkt­ andi, tí tey líkjast teimum í Norra og Bretlandi, men er hetta nøktandi spyr Mikael Gren! – Síggi at umboð fyri bæði myndugleikar og oljufeløg siga, at hetta er nøktandi og vísa til, at ongin náttúruvan­ lukka hevur verið á hesum leiðum. Hetta bleiv eisini sagt í Meksikanska flógvanum, undan Horizon vanlukkuni leggur hann aftrat og heldur fram: – Sjálvur haldi eg tað vera neyðugt eisini at hava neyvt eftirlit við útgerðini umborð á boripallum og eiga føroyskir myndugleikar tí eisini at fara undir at seta fólk av til hetta týðandi eftirlitsarbeiði. Mikael Gren heldur før­ oyingar higartil hava dugað væl at útbúgva og seta pro­ fessionell fólk í sambandi við oljutilgongdina, eitt nú jarð­ frøðingar. Men føroyingar eiga eisini at útbúgva og seta fólk, sum hava innlit í teknisku út­ gerðina umborð á boripallum, soleiðis at vit kunnu hava eftirlit við, at vit veruliga hava ta best hugsandi verj­ una av umhvørvinum, um okkurt skuldi gingið galið við útgerðini umborð. Hetta er eitt eftirlit, sum má gerast, tá pallurin kemur inn um mark men eisini leypandi alla ta tíðina pallurin arbeiðir í før­ oyskum øki heldur Mikael Gren. BOP Hann nevnir so eisini ta til­ búgvingarætlan, sum olju­ felagið hevur, tá ið boriloyvi er givið og sum ikki nýtist at umfata ein serstakan bori­ pall. – Allir boripallar hava ikki ta somu útgerðina, og tí er tað týdningarmikið, at okkara myndugleikar seta krøv til, hvat útgerð ein pall­ ur skal hava, tá hann kemur her at arbeiða. Og her er trygdarventilurin í sambandi við boringina altavgerandi. Tað er hann, um okkurt kem­ ur ávart á, sum skal forða fyri, at olja og gass bráddliga og við øgiligum trýsti sleppur upp úr boriholinum. Trygdar­ ventilurin, sum stendur á botninum (Blow Out Pre­ venter (BOP)) kann hava eina skipan, sum verður nevnd “Acoustic System”, og hendan skipanin ger tað møguligt at stýra krittiskum funktiónum á ventilinum við radiosign­ alum. Hetta ger, at tú kann aktivera stýriskipanina fyri ein BOP, uttan at høvuðs­ stýriskipanin er virkin. Ein onnur líknandi skipan er “Deadman” skipanin. Henda skipan stongir ventilin, um elektriska og hydrauliska skipanin ikki virkar. Henda skipan, eins og áðurnevnda skipan, finst nevniliga ikki á øllum boripallum, men vit kunnu seta sum treyt, at hetta er eitt krav, tá boripallar koma inn á føroyska land­ grunnin at arbeiða. Ein boripallur hevur eisini nógva aðra útgerð, sum eis­ ini kann hava eina vanlukku við sær, um okkurt gongur fyri, og tað er øll henda út­ gerðin, sum vit mugu vera við til at tryggja okkum finst og virkar umborð, og at hon verður roynd og viðlíkahildin eftir fyriskriftunum. jan@sosialurin.fo Mugu taka ábyrgd av egnum umhvørvi Ábyrgd Føroyinar mugu taka ábyrgdina av egnum umhvørvi, heldur enn at lata øðrum hana heldur Mikael Gren Jan Müller Mikael Gren fylgir væl við í tí orðaskifti og skriving, sum hevur ver­ ið seinastu tíðina, eitt nú um tað er trygt at bora á djúpum vatni eftir van­ lukkuna í Meksikoflógv­ anum. – Eg haldi sjálvur, at tað er sera trygt, og at tað sum so ikki hevur nakað við vatndýpdina at gera. Eg haldi tó, at vit mugu ikki lata onkran annan taka ábyrgdina av okkara umhvørvi, og at vit mugu seta okkara egnu treytir fyri at tryggja, at okkara um­ hvørvi ikki verður ávirk­ að. Sjálvandi skulu vit eisini hava strangar treytir og reglugerðir fyri at tryggja trygdina hjá arbeiðsfólkini í hesi vinnu. Mikael Gren roknar við, at tá ið úrslitini frá óhappinum í Meksikan­ ska flógvanum fyriliggja, so verða strangari krøv sett til útgerð til brunn­ stýring. Hetta er so eisini nakað føroyingar eiga at umhugsa sum skjótast eftir, at vit vita, hvat hendi í Meksikoflógva­ num. – Eins og vit hava lært av øðrum størri vanlukkum mugu vit eisini taka við læru av hesi vanlukku og tað kann bara vera við til at betra um trygdina. Tí­ verri má oftani ein skelk­ ur til fyri at okkurt skal blíva tryggari. Mikael Gren, sum nú hevur nøkur ár í altjóða oljuvinnuni, heldur ann­ ars, at tann føroyska oljuvinnan hevur eina spennandi framtíð. Her eru nógv góð fólk, sum arbeiða miðvíst fyri, at henda vinnan skal hava eina framtíð her. Tað er sera týdningarmikið fyri Føroyar eisini at hava eina hjávinnu, men før­ oyingar mugu tryggja sær, at hon ikki fer at ávirka fiskivinnuna hin skeiva vegin. jan@sosialurin.fo Boring á landgrunninum steðgað boring Fyri eini viku síðani avgjørdi italska oljufelagið ENI, sum stendur fyri boringini á landgrunninum, at steðga boringini í einar fjúrtan dagar. Jan Müller Orsøkin er tann, at felagið vil tryggja seg væl og virðiliga, um eitt møguligt óhapp skuldi hent undir boringini. Hetta veit Sosialurin frá keldum í oljuídnaðinum, men ENI vil ikki gera viðmerkingar til hesi tíðindi. Kelda okkara sigur, at avgerðin at steðga boringini kemur í kjalar­ vørrinum á óhappinum í Meksikoflógvanum. Undan boringini endurskoðaði ENI annars allar trygdarreglur og prosedurur og lat eisini uttanveltaðum ráðgevum upp í hendi eftirlitsuppgávu fyri at tryggja, at alt er sum tað eigur. Eftir at hava borað í góða viku gjørdi felagið so av enn einaferð at eftirhyggja trygdina í sambandi við bor­ ingina og varð avgjørt at gevast við at bora, meðan sveisarar o.o. fóru undir at eftirhyggja og útbyggja trygdarventilin eisini nevnd­ ur BOP (Blow out Preventer). Sum skilst verður hetta gjørt fyri at vera 100% á tí tryggu síðuni skuldi eitt óhapp hent. Keldan sigur við Sosialin, at orsøkin til hesa avgerð hevur einki við trupulleikar at gera, tí alt hevur gingið, sum tað skal higartil. Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi váttar, at boringin er steðgað, og hann gleðist um, at oljufelagið raðfestir trygdina so høgt, at tað vil brúka tíð upp á at uppgradera trygdarviðurskiftini. – Tað kann bert gleða okkum, at hesi viðurskiftini verða tikin í størsta álvara sigur hann. Sosialurin skilur annars, at boringin hevur gingið væl.