Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. august 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. august · Nr. 120 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Sum vera man, var venjarin hjá runavíkingum, Pauli Poulsen sera væl nøgdur við avrikið hjá hansara liði, eftir sannførandi sigrinum á B71. -Vit eru sera væl nøgdir við avrikið hjá okkum ímóti B71, har vit høvdu fult tamarhald á B71 so at siga allan dystin, og so er tað eisini gleðiligt at vit skora fleiri mál, sigur Pauli Poulsen. -Tað er bara eina stutta løtu í seinra hálvleiki, at vit loyva teimum inn í dystin, men fóta okkum aftur beinavegin, og vinna at enda ein greiðan sigur, sigur ein fegin NSÍ venjari. Spurdur um teir kunnu hóma FM heitið í Runavík, sigur ein varin Pauli Poulsen, at enn er langt eftir á mál, og tað ræður um at taka ein dyst í senn. Pauli Poulsen: -Vit spæla framúr væl Ólavur Øre Hansen Myndir: Álvur Haraldsen Meðan nærmasti kappingarneyti í FM stríðnum hevur tað trupult, so er ongin slingur í valsinum hjá runavíkingum, sum kundu fara yvir um aftur Skopunarfjørð við einum sannførandi 6-1 sigri í skjáttuni. Sum úrslitið gevur ábendingar um, so var klassamunur á liðunum. Runavíkingar vóru uppsettir frá dystarbyrjan, og vóru spælstýrandi so at siga allan dystin, meðan sandoyingar als ikki megnaðu at geva sterka NSÍ liðnum kvalifiseraða mótstøðu. Meðan tað gongur sum eftir ánni hjá runavíkingum, so er ørvísi hjá sandoyingum. Tapið móti NSÍ var annað stórtapið á rað,og málmunurin síðstu tveir dystirnar, sum er 1-14, ber boð um eitt B71 lið við stórum trupulleikum. Serliga vóru manglar at síggja í verjupartinum, og hevur tað neiliga ávirkan á liðavrikinum. Samanumtikið so var sigurin hjá runavíkingum ongantíð í vanda, tí B71 hevði ikki evnini at hótta runavíkingar, og um heilt illa vildi til, kundi sigurin verið enn størri. Hjá runavíkingum merkir sigurin at teir draga frá í oddinum, og eru nú sjey stig frammanfyri HB á øðrum plássi, meðan sandoyingar hava nógv at rætta uppá innan næsta dyst, tí avrikið hjá teimum sunnudagin, var als ikki nøktandi. Toppskjúttin vísti veg Sum so ofta áður, so var tað Christian Høgni Jacobsen, ið við tveimum málum fyri steðgin legði lunnar undir trivaliga sigrinum hjá runavíkingum, áðrenn Heðin á Lakjuni beint fyri hálvleik økti til 3-0. Á odda við trimum málum, var dysturin í roynd og veru avgjørdur longu fyri steðgin, hóast sandoyinar fingu skapt eitt sindur av spenningi, tá Bojan Zivic minkaði um munin, stutt inn í seinra hálvleik. Men tann gleðin var stokkut, tí so hvørt sum sandoyingar sendu fleiri fólk fram í álopspartin í vónini at fáa enn eitt mál, so blivu mótálopini hjá NSÍ alsamt meira nærgangandi. Miðskeiðis í seinra hálvleiki økti Klæmint A. Olsen til 4-1, eftir ivasamt verjuspæl, og løtu seinri var Klæmint aftur á blettinum, tá hann skoraði til 5-1, eftir at Christian Høgni hevði spælt hann fríðan. Í seinastu minuttunum eydnaðist tað innskifta Árna Frederiksberg at skora til endaligu støðuna, 6-1. Hóast úrslitið 6-1 ljóðar av nógvum, so var sigurin hjá NSÍ ikki eitt mál ov lítil. Runavíkingar vóru klassar betri enn sandoyingar, sum hava nógv at arbeiða við innan næsta dyst. Tí avrikið hjá B71 var als ikki nøktandi. hansenolavur@hotmail.com Runavíkingar á FM kós Runavíkingar halda beina kós móti FM heitinum. Sunnudagin vitjaðu teir á Sandoynni, og vunnu teir ein sannførandi 6-1 sigur á B71, sum annan dystin á rað máttu leggja rygg til eitt stórtap Gunnar Nielsen skaddur Føroyski landsliðsmálmaðurin, Gunnar Nielsen, er skaddur og var tí ikki við, tá Tranmere Rovers í dag spældi ímóti Huddersfield Town. Gunnar Nielsen gjørdist skaddur í landsdystinum móti Estlandi í vikuni. Fyrst mátti hann fáa hjálp, tá ein fingur fór úr lið. Tað eydnaðist hjálparfólkinum hjá landsliðnum at fáa fingurin uppá pláss. Eftir dystin gjørdist Gunnar varugur við, at okkurt ikki var sum tað skuldi í vinsta lærinum. - Eg havi verið og fingið tikið røntgen myndir av lærinum og tað sær út til, at tað er ein lítil fibur í lærinum, sigur Gunnar Nielsen úr telefonini úr Onglandi við Miðlahúsið. Tað er óvist hvussu leingi Gunnar verður skaddur, men sum skilst, so er skaðin ikki so álvarsamur. Tranmere Rovers var í eldinum í dag. Teir vóru á vitjan í Huddersfield og tað endaði við málleysum javnleiki. 18-ára gamli Joe Collister stóð í málinum fyri Gunnar.