mánadagur 16. august 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 16. august · Nr. 120
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
B36 hevur av álvara sett seg á
Havnina, tá tað kemur til at spæla
grannauppgerðir ímóti HB. Tað
er eftir hondini fleiri ár síðani HB
vann á grannunum fyri sunnan.
Veðrið var av tí allarbesta tá
leikararnir koma á vøllin, men
tað er synd at siga tað sama um
fótbóltsspælið í fyrra hálvleiki.
Tað var einki minni enn eitt satt
vónbrot av eini grannauppgerð,
sum B36 og HB spældu teir fyrstu
45 minuttirnar. Tað var ilt at síggja,
at HB eltir NSÍ oddinum og at B36
hoyrir heima omanfyri 8. plássi,
sum teir fingu í fjør.
- Tað ljóðar sum ein klishe, men
tað var umráðandi fyri okkum,
at vit standa væl á vøllinum í
fyrra hálvleiki. Tað gjørdu vit og
HB hevur tríggjar vandamiklar
framherjar og tað eydnaðist okkum
at fáa teir úr spælinum. Tað er lítið
vit síggja til Andrew av Fløtum,
Símun
Samuelsen
og
Rógva
Poulsen, so tað eydnaðist væl.
Sum tíðin gekk, so fingu vit meira
tak á dystinum, so tað formaði seg
væl fyri okkum, sigur Sigfríður
Clementsen
Betri seinni hálvleikur
Seinni hálvleikur byrjaði betri
og bæði liðini høvdu onkrar
vandamiklar møguleikar. Fyri B36
var Stig-Roar Søbstad um at gerast
leysur í fimm metrinum, men
Tórður Thomsen vardi væl fyri í
HB málinum. Fyri HB hevði Rógvi
Poulsen tvær góðar skot royndir,
men fyrru ferðina stóð ein HB-ari
í vegin og seinnu ferðina var tað
Jóan Pauli Jacobsen, ið bjargaði í
B36 málinum.
- Í seinna hálvleiki fara vit longur
fram á vøllin. Vit trýsta HB’arnar,
so teir ikki fáa sett spælið líka lætt
í gongd. HB skal helst vinna dystin
í dag, tí teir skulu renna aftaná NSÍ
og tí opna teir dystin tíðliga í seinna
hálvleiki. Tað passaði okkum væl og
vit fingu eitt nú Hjalgrím Elttør og
Christian Mouritsen í fleiri góðar
støður, sigur Sigfríður Clementsen.
Manglandi hugflog
í HB spælinum
B36 var nærri við at koma uppá
2-0 enn HB var at javna. HB spælið
tókist læst og bar brá av manglandi
hugflogi. Miðjan hjá HB við Kára
Nielsen, Milan Kuljic og Fróða
Benjaminsen hevði torført við at
skapa nakað, meðan Rógvi Poulsen
og Símun Samuelsen í hvørsínum
borið høvdu trupulleikar við at
koma framvið B36 verjuni. HB
gjørdi eina roynd við at skifta
Rókur av Fløtum Jespersen og Levi
Hanssen inn, men tað nyttar lítið,
tá Andrew av Fløtum og Símin
Samuelsen fara hinvegin.
- Eg haldi at vit vóru tað betra
liðið í dag. Vit vóru grammari og
tað er uppiborið at vit vinna. Tá tað
so er sagt, so var tað bara eitt mál,
ið skilti liðini og málið kom seint,
so tað var ein tættur dystur, sigur
Sigfríður Clementsen.
Gera einki øðrvísi
Gera tey í B36 nakað øðrvísi tá talan
er um grannauppgerðina ímóti
HB, tá teir nú hava so gott tak á
teimum?
-
Uppgerðin
um
Havnina
er nakað heilt serligt og tá eru
leikararnir eyka uppsettir, men vit
gera sum so einki øðrvísi til hendan
dystin, sigur Sigfríður Clementsen.
- Trupult at vera
venjari hjá B36
Tað er ikki bara ein dansur á rósum
at vera venjari hjá B36 fyri tíðina.
Tað ásannaði Sigfríður eftir dystin.
- Tað er trupult at vera venjari
hjá B36 í løtuni. Liðið skal byggjast
upp av nýggjum eftir fíggjarliga
niðurtúrin í fjør, men tað krevur
eisini at tað er ein plan við tí, sum
verður gjørt. Eg eri eitt nú venjari
hjá B36 í ár, men eg veit ikki um eg
verið venjari komandi ár. Tað haldi
eg eri ein trupuleiki, tí ein ikki
veit hvat hendir næst. Felagið er í
eini “tricky” støðu, tí fleiri leikarar
gevast møguliga tá kappingini er
liðug og so standa vit eftir við eini
tíggju leikarum. So skulu vit aftur
til at byggja upp, so støðan er torfør
í B36 í løtuni, men felagið hevur
stórar møguleikar, sigur Sigfríður
Clementsen.
Stutt
undan
summarferiuni
gingu søgur um, at Sigfríður Cle-
m en t sen varð koyrdur sum venjari
hjá B36. Hóast fleiri keldur hjá
Sosialinum vildu vera við, at tað var
hald í søguni, so er Sigfríður fram-
vegis venjari hjá B36.
- Tá slíkar søgur koma út, tá er
tað sum regul okkurt um tað og tað
øðiliga keðiligt. Tað er týdn ing ar-
mikið, at nevndin er loyal og at eg
veit hvat eg arbeiði við. Uppá tann
mát an er tað irriterandi við søguni,
sigur Sigfríður Clementsen.
Tað er langt síðani at HB hev ur
spælt ein góðan dyst ímóti grann-
unum og tað gjørdu teir heldur ikki
í gjár. Tað var ein tættur dystur, har
B36 setti enn meira lív í mytina um
eitt B36 kompleks í HB-húsinum.
trondur@sosialurin.fo
Staðfestingin kom eftir 77 minuttir. HB verjan roynur at rudda burtur. Bólturin
gongur høvd av høvdi hjá HB verjuni, áðrenn bólturin dettur fyri føturnar á hvítkladda
klaksvíkinginum við 23-talinum á rygginum. Við høgra beini sendir Hjalgrím
Elttør bóltin við kós ímóti handara málhorni og sekundi eftir er hvíti parturin av
Gundadali á gosi. B36 hevur enn eina ferð vunnið á grannanum fyri norðan
Andrew av Fløtum:
- Hava
kanska
eitt B36
kompleks
Tað var annars gamalt, at HB
altíð vann á B36, men soleiðis
er ikki longur. Nú søgan ein
onnur og tað er eftir hondini
langt síðani, at HB vann á
B36.
- Eg eri heilt ótrúliga vón-
brot in í dag. Vit eru ov læstir
í okkara spæli og missa bóltin
ov lætt. Vit eru kanska ov
ótolnir til at spæla tann fót-
bólt in vit gjarna vilja spæla.
Vit vóru bara ikki nóg góðir í
dag, sigur Andew av Fløtum
um orsøkina til tapið í gjár.
Vánaligur fyrri
hálvleikur
Serliga fyrri hálvleikur var
vána ligur og illa spældur.
- Vit royndu at leggja
trýst á í fyrra hálvleiki, men
tað eydnaðist ikki. Spælið í
fyrra hálvleiki var rótut og
tað varð sparkað nógv. Tað
end aði við at “ping pong”
spæli har teir sparka niðan
á verjuna hjá okkum og vit
tað tað sama hinvegin. Tað
var nokk heldur ikki pent at
hygg ja eftir, sigur Andrew av
Fløt um.
HB roynir at trýsta
HB skapti nakar møgu leik ar í
seinna hálvleiki, men tað var
ikki nokk.
- Tað eydnast okkum
nøkun lunda at leggja teir
undir trýst í byrjanini av
sein na hálvleiki, men eitt
sind ur áðrenn málið byrja
vit at missa takið. Tá teir so
skora, tá missa vit takið á
dysti num, sigur Andrew av
Fløt um.
Ikki uppiborði at tapt
Andrew er ikki samdur við
Sig fríði Clementsen, tá hann
sig ur, at B36 vann uppiborið.
- Vit høvdu ikki uppiborið
at vunnu, men tað haldi eg nú
heldur ikki at B36 gjørdi, sig-
ur Andrew av Fløtum.
Spurdur um HB hevur eitt
B36 kompleks, svarar Andrew
so lei ðis:
- Tú kann gott siga at vit
hava eitt B36 kompleks, men
tað merkir ikki at eg ikki gleði
meg at møta B36 næstu ferð.
Tá slíkar søgur koma út, er
tað sum regul okkurt um tað
og tað øðiliga keðiligt
Sigfríður ClemenTSen
Eg eri eitt nú venjari hjá
B36 í ár, men eg veit ikki um
eg verið venjari komandi ár.
Tað haldi eg eri ein trupuleiki
Sigfríður ClemenTSen
HB hevur eitt
B36 kompleks
Framrættaðu HB leikararnir
høvdu tað trupult av hart
arbeiðandi B36 liðnum
Mynd: Heðin Weihe · www.hb.fo