mánadagur 16. august 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. august · Nr. 120
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Í sera góðum líkindum deildu FC
Suðuroy og AB stigini millum sín
í einum sera málríkum dysti, sum
endaði við javnleiki 3-3. AB var á
odda 2-1 í steðginum, men tað var
FC Suðuroy sum kom á odda við
málið, sum Jón Krosslá Poulsen
skeyt tá eitt lítið korter var farið av
dystinum. Við brotsteigarmarkið
fekk
vandamikli
vágbingurin
beint bóltin í málið. Men hetta
skakaði ikki AB. Fyrst javnaði
Yohan Borðoy, tá 21 minuttir
vóru farnir, tá ið hann úr vinstru
legði bóltin í handara síðunetið.
Mangur metti, at talan var um
eitt innlegg, men tað er ikki víst,
at málskjúttin hugsar tað sama.
Stutt undan steðginum skoraði
Nikolaj Eriksen fyri AB. Støðan
uppstóð eftir at argjamenn høvdu
steðgað FC Suðuroy, ið vóru á veg
í álop. Ì seinna hálvleiki fekk FC
Suðuroy høvdið fyri seg, og høvdu
stórar málmøguleikar á træverkið
hjá AB. Tá 65 minuttir fekk danin,
Kasper Schultz hol á. 10 minuttir
seinni fær danin hjá AB, Nikolaj
Eriksen møguleikan at leggja AB
á odda, tá FC Suðuroy-verjan ikki
var serliga vakin. Lítla løtu seinni
fekk Henning G. Joensen balansu í
roknskapin aftur.
Vónbrotin
Jón Krosslá Poulsen, sum legði FC
Suðuroy á odda var alt annað enn
nøgdur við 3-3: - Eg eri ótrúliga
vónbrotin í dag. Vit høvdu ótrúliga
nógvar málmøguleikar, meðan
teir høvdu fáar málmøguleikar,
og fáa eisini nøkur løgin mál, har
teir m.a. hava eitt innlegg, sum fer
beinleiðis í málið (1-1 málið red.).
Eitt annað mál fáa teir, tá ein av
okkara verjuspælarum ger ein
stóran brølara, og tað eydnast
Nikolaj hjá AB at taka bóltin frá
verjuni, og leggja AB á odda 3-2.
Vit kunnu ikki brúka hendan
javnleikin til so nógv. Ein kann
siga, at talan var um eitt slag av
finalu í dag, og tað sást eisini á
vøllinum, har bæði liðini vóru
rættiliga aggresiv. Í okkara støðu
er tað ov lítið at fáa eitt stig, vit
mugu hava trý stig á kontuna
fyri at kunna bjarga plássinum
í deildini. Tá vit koma uppá 3-3
koyra vit á, og vit høvdu nógv
innlegg, har vit kundu fingið fleiri
mál, um menn vóru nóg neyvir.
Eitt stig er betri enn einki
Sámal Erik Hentze, sum er nýggju
í venjaratoyminum hjá AB var
meiri nøgdur við tað eina stigið,
enn Jón Krosslá Poulsen: - Eitt
stig er betri enn einki stig, tá ein
skal kappast ímóti FC Suðuroy.
Nú fóru teir so ikki frá okkum á
stigatalvuni. B71 tapti, so nú eru vit,
ið hvussu er eitt stig nærri áttanda
plássinum. Til tíðir gekk dysturin
eftir bókini, men tað vóru eisini
løtur í dystinum, har vit gjørdu
øvugt av tí vit høvdu avtalað
áðrenn dysturin fór í gongd. Nógv
tilvildarligt spæl, har vit ikki stýrdu
dystinum, sum vit ætlaðu. Talan er
um nýggjar spælarar í fleiri førum,
sum eg kanska ikki kenni nóg væl,
og kanska havi eg lagt ov nógv
á summar herðar. Thomas Juul
Thomsen royndi seg í AB-málinum
á fyrsta sinni, og Sámal Erik Hentze
var væl nøgdur við avrikið hjá tí
unga havnarmanninum, og helt at
hann hevði gjørt ein góðan figur.
heri@sosialurin.fo
Javnleikur førkaði lítið
Botnliðini FC Suðuroy og AB deildu stigini í millum sín. Tað kundi
hvørki liðið brúka til serliga nógv í niðurflytingarstríðnum