mánadagur 16. august 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 16. august · Nr. 120
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað var eitt gott álop 18 minuttir inn
í fyrra hálvleik, ið avgjørdi dystin í
Fløtugerði í Fuglafirði í gjár, tá ÍF
tók ímóti grannunum í Víkingi.
Bárður Hansen, sum hevði verið
raskur í høgru síðu, sletti bóltin
aftur um seg til Sverra Jacobsen, ið
beinanvegin legði innfyri, har Páll
Klettskarð var hægstur og skallaði
ímóti málinum. Jákup Mikkelsen
tveitti seg niður, men bara fekk
hálvbjargað, og so lá væl fyri hjá
Sølva
Vatnhamar
at
avgreiða
returin og leggja gestirnar á odda
1-0.
Einki var at siga til, at Víkingur
kom á odda, tí tað hevði í eina løtu
ligið í luftini, at liðið kundi fáa eitt
mál. Bóltar komu innfyri úr báðum
síðum og hóast menn bjóðaðu
seg til, var bara eingin teirra nóg
avgjørdur ella rakk ikki bóltinum í
røttu løtuni.
Og við hesum eina málinum
má sigast, at Víkingur hevnd fyri,
at ÍF í juni í seinnu hálvfinaluni
sendi Víking úr kappingini um
steypakappingini – bara ein dyst
frá sjálvari finaluni!
Mál kolldømt
ÍF hevði eisini onkrar royndir í
fyrra hálvleiki, men annaðhvørt
bóru tær ikki boð í bý ella kom
onkur av teimum ljósabláu fyri.
Spælið hjá vertunum hekk heldur
ikki líka væl saman sum hjá
teimum í Víkingi, ið tóktust finna
hvønnannan væl, samstundis sum
tað sá út til at vera meira ætlan yvir
spælinum hjá teimum, meðan tað
hjá ÍF var meira tilvildarligt.
Víkingur hevði enntá bóltin í
málinum eina ferð aftrat í fyrra
hálvleiki, men tað var kolldømt
fyri eina rangstøðu, ið sá ikki sørt
ivasom út, og ÍF slapp fyribils við
skrekkinum.
Eftir steðgin vendi alt hinvegin.
Nú var tað ÍF, ið megnaði at leggja
trýst á, samstundis sum spælið í
løtum koyrdi sera væl. Víkingur
fekk mestsum einki at rigga, og út
frá teimum mongu royndunum,
fugl firðingar høvdu, áttu teir
undir vanligum umstøðum at
fingið bæði eitt og tvey mál. Men
kanska lýsti vantandi effek ti-
viteturin støðuna hjá ÍF í løtuni,
tí liðið einki burtur úr sínum
møguleikum.
Mitt í rúgvuni av ÍF-atsóknum
í seinna hálvleiki fekk Víkingur
brádliga ein enn størri kjans at
avgera dystin eina ferð fyri allar,
men Sølvi Vatnhamar megnaði inni
í fimmmetrinum hjá ÍF at skjóta
bóltin uppum…
Misjavnar formkurvar
ÍF og Víkingur kappast um at
vinna sær pláss millum fýra tey
fremstu, og hóast ÍF er har nú,
hevur liðið bæði eitt stig og ein dyst
meira enn Víkingur, ið skjótt kann
fara framum. Ikki kann heldur
sigast, at fuglfirðingar síggja alt
ov gott út í løtuni, tí ósigurin í
grannauppgerðini í gjár var tann
triði á rað, og ÍF hevur veruliga
brúk fyri at koma aftur á slóðina.
Hinvegin hevur Víkingur ikki
tapt í sínum síðstu fimm dystum,
og
tí
peikar
formkurvan
hjá
gøtumonnum
og
leirvíkingum
meira uppeftir, heldur enn nakað
annað. Hóast Víkingur ikki var
serliga sannførandi eftir steðgin í
gjár, eydnaðist at halda vertunum
frá at skora, so tí kundi sæð út til,
at Víkingur aftur nærkast eini
javnvág, ið kann geva fleiri stig í
posan næstu dystirnar.
einslistir@kallnet.fo
Víkingur fekk hevnd
Við einasta máli í dystinum í gjár fekk Víkingur hevnt, at ÍF fyri hálvumtriðja
mánaði síðani fór avstað við plássinum í steypafinaluni, sum grannarnir
tá kappaðust um. Nú andar Víkingur av álvara ÍF í nakkan
Hóast ÍF hevði nógvar atsóknir í seinna hálvleiki, so Geza Turi viðhvørt hevði ivaleyst at gera í málinum
hjá Víkingi, eydnaðist teimum ljósabláu at hevna avrættingina í steypakappingini
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Fara eftir
tí sama
Hilmar Jan Hansen
Við avgerandi málinum í
Fugla firði í gjár staðfesti
Sølvi Vatnhamar støðu sína
sum toppskjútti hjá Vík-
ingi, og við sínum 10 málum
higar til er hann eisini fram-
veg is næstfremstur av øllum
mál skjút tunum í Voda fone-
deildini.
– Tað er sjálvandi deiligt at
skora málini, men tað týdn-
ing ar mesta er at fáa stig ini.
Hesa ferð var ætlanin hjá
okkum heilt avgjørt at fáa øll
trý stigini, tí vit høvdu nógv
at hevna, eftir at ÍF sendi
okk um út úr steypa kapp ing-
ini. Vit vildu vísa, hvør dug ur
var í okkum, og tað gjørdu
vit eisini, sjálvt um vit góvu
teimum ov nógv pláss í sein-
na hálvleiki, segði Sølvi eftir
dystin.
– Fyrra hálva av kapp ing-
ini var skuffandi, men nú
royna vit at koma so høgt,
sum tað ber til hjá okkum.
Mál ið er fyrst og fremst
at taka fjórða plássið, so
vit næsta ár kunnu spæla
Europa League, og tí royna
vit nú at sleppa fram um ÍF,
sum hevur eitt stig meira enn
vit, men eisini hevur spælt
ein dyst meira.
Marginalar ímóti
Stendur tað til fuglfirðingar,
skal hetta tó ikki eydnast Vík-
ingi, tí málið hjá ÍF er júst tað
sama, at fáa atgongd til euro-
peisk an fótbólt næsta ár.
– Víkingur andar okkum
í nakkan, men vit royna at
koma víðari, so vit í minsta
lagi kunnu fáa fjórða plássið.
Vit mugu ásanna, at vit eru
steðg aðir eitt sindur upp,
men soleiðis er tað bara, at tú
fært ein niðurtúr viðhvørt.
Tað er støðan hjá okkum
nú, men vit fara framvegis
at gera alt fyri at venda
gongdini, segði Andy Olsen
hjá ÍF.
– Heldur ikki hesa ferð
vóru
marginalarnir
við
okkum,
tá
vit
í
seinna
hálvleiki komu longur fram
á vøllin, samstundis sum
Víkingur trekti seg longur
aftur.
Vit
fingu
nakrar
møguleikar, men fyri tað
mesta var talan um hálvar
kjansir, sum vit tíverri einki
fingu burturúr. Vóru vit
hepnari í dag, fingu vit okkurt
mál, men marginalarnir eru
bara ikki við okkum í løtuni.
SØT HEVND