mánadagur 16. august 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. august · Nr. 120
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Craig Lord er ítróttarskrivari hjá
Swimnews Online. Hann er týðiliga
bergtikin av megnaravrikinum hjá
Páli Joensen, sum venur í einum
lítlum svimjihyli í Vági, men
framvegis er førur fyri at bjóða
teimum sterkastu í Evropa av.
Aftaná,
at
Pál
Joensen
hevði
fingið
handað
sítt
silvurheiðursmerki mikudagin í
farnu viku, ivaðist Craig Lort ikki,
hvør er komandi uppgávan hjá
landsins ovastu í Føroyum.
- Build that man a pool and
name it after him!, heitti hann á
føroyingar.
Kjakið
um
ein
50
metra
kappingarhyl hevur av álvara tikið
seg upp seinastu dagarnar.
Tað
vísir
seg,
at
fáar
røddir
mótmæla
at
byggja
ein
kappingarhyl
í
Føroyum.
Spurningurin er, hvør skal ganga á
odda í verkætlanini.
Skulu hava svimjihyl
Rókur
í
Jákupsstovu,
sum
er
næstformaður
í
Svimjisambandinum, hevur gjørt
greitt, at Svimjisambandið hevur
ongan møguleika at fíggja einum
svimjihyli.
- Vit kunnu bara vísa á tey
framúrskarandi
úrslitini,
sum
føroysk svimjing hevur fingið
seinastu árini og vóna, at landsins
leiðarar gera vart við trupulleikan,
hevur hann sagt.
Jón
Bjarnason
hevur
sagt,
at
fyrimyndarliga
samstarvið
millum hann og Pál Joensen kann
fáa ein bráðan enda, um eingin
hylur verður bygdur. Pál Joensen
umhugsar at flyta av landinum,
tí hann fær bara vant á stutthyli
í Føroyum. Tað er ikki nøktandi,
um hann framhaldandi ætlar sær
at svimja evropeisk heiðursmerki
heim til Føroya.
- Eg eri farin undir eina stóra
verkætlan við ungum svimjarum
í Suðuroynni, sum eg ikki kann
renna undan. Eg fari neyvan við,
um Pál Joensen flytir úr Føroyum,
hevur Jón Bjarnason staðfest.
Aftaná, at Pál Joensen kom á
málið sum nummar fimm í 800
metra
frísvimjing
fríggjadagin,
slóð venjarin eisini rimmar fast,
at Pál Joensen hevði fingið betri
úrslit, um hann hevði møguleikan
at venja í kappingarhyli í Føroyum.
- Vit práta ikki um, at hann
kanska hevði fingið betri úrslit.
Hann hevði fingið betri úrslit, sigur
Jón Bjarnason.
Helena Dam á Neystabø er
landsstýriskvinna í Mentamálum.
Hon segði við Rás2 fríggjadagin,
at Pál Joensen skal sjálvsagt hava
møguleikan at búgva í Føroyum,
um hann ynskir tað. Tí skal
svimjihylurin raðfestast høgt, ger
hon greitt.
- Tað er ikki ofta, at Føroyar hava
ein ítróttarúrmæling, sum kappast
millum tey bestu í Evropa. Vit skulu
syrgja fyri, at føroysk svimjing fær
góðar og tryggar karmar. Føroyar
hava longu fingið eina rúgvu av
umrøðu, orsakað av stórslignu
úrslitunum
hjá
Páli
Joensen,
segði Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna, í viðtalu við
Rás2.
Um
vikuskiftið
vísti
Jógvan
Arge,
formaður
í
mentamálanevndini í Havn, eisini
sín stuðul til verkætlanina. Hann
sigur, at orðini hjá Helenu Dam á
Neystabø eru fyrndarorð.
- Hatta vóru júst nøkur av
teimum orðum, sum vit bíðaðu
eftir
at
hoyra
frá
landsins
myndugleikum. Tað eru teir, sum
eiga at taka meginpartin upp á seg
í hesum átaki. Annar spurningurin
er so, hvussu hetta kann skipast
best, skrivar Jógvan Arge í skrivi til
fjølmiðlarnar.
Hvat nú?
Tað er stór undirtøka fyri at byggja
ein kappingarhyl, sum lúkar altjóða
treytir. Spurningurin er nú, hvør
tekur ábyrgdina á sínar herðar.
Hvør? Hvar? Nær?, eru millum
knútarnar, sum skulu loysast.
Men tað er greitt, at Pál Joensen,
Jón Bjarnason, Svimjisambandið
og onnur skulu bíða í nøkur ár
afturat, tí ein slíkur hylur verður
ikki reistur eftir einum degi.
uni@sosialurin.fo
Tað er stór undirtøka
fyri at byggja ein 50
metra kappingarhyl í
Føroyum. Meðan vit
bíða eftir einum hyli,
eru tað fleiri knútar,
sum skulu loysast
Miðlarnir
varpa ljós
á Føroyar
Úrslitini hjá Páli Joensen
hava vaks ans í Evropa.
Allan
Nielsen
hevur
skrivað
um
evropameistarakappingina
í
Budapest
fyri
danska
Politiken. Aftaná kappingina
í 1500 metra frísvimjing
mikudagin,
ivaðist
hann
ikki, at Pál Joensen hevur
framt
størsta
føroyska
ítróttarbragd nakrantíð.
- Er ein fótbóltssigur á
Eysturríki størri enn eitt
silvurmerki í EM-kapping?
Nei, ha?, byrjar Allan Nielsen
sína grein á heimasíðu hjá
Politiken.
Stóra
bretska
blaðið,
Daily Telegraph, metir, at
silvurheiðursmerkið hjá Pál
verða eina risasensatión, sum
føroyingar av álvara skulu
hátíðarhalda.
Blaðið
skrivar,
at
føroyingar
skulu
hátíðarhalda
úrslitini
við
einum almennum frídegi.
Serliga, tá tú hugsar um
mongu
stórtapini,
sum
føroyska fótbóltslandsliðið
hevur lagt rygg til, skrivar
blaðið.
Daily Telegraph varpar
eisini
ljós
á
vánaligu
venjingarumstøðurnar
í
Føroyum.
- uni
Nýtt
føroyskt
met í 50
metra
bringu-
svimjing
Pauli Ø. Mohr setti
nýtt føroyskt met í 50
metra bringusvimjing
fríggjamorgunin. Hann svam
í innleiðandi riðlinum í EM í
Budapest, men hann var ov
stuttur til eitt finalupláss.
Hann kom á mál við tíðini
31.39 sekund.
Gamla metið er frá 2008.
Dánjal Martin Hofgaard hevur
sitið á metinum seinastu tvey
árini, sum hann slóð undir
Reykjavík
International
Games.
Fyrrverandi metið var 32.36
sekund.
- uni
pál joensen til em í ungarn
Meðan vi