mánadagur 16. august 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. august · Nr. 120
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Danmark
vil hava
føroyingin
pál joensen til em í ungarn
Uni Holm Johannesen
Tað er ikki ofta, at danir gera sær
dælt av føroyingum. Men nú er
møguleikin har.
DR hevur gjørt vart við, at
Pál Joensen kann svimja fyri
Danmark undir OL í London í
2012.
Føroyar eru undir Danmark,
og tí kann vágbingurin svimja
undir danska Dannebrog.
Altjóða olympiska nevndin
viðurkennir ikki Føroyar sum
sjálvstøðugt land.
- 19 ára gamli Joensen er nú
áhugaverdur
fyri
Danmark
í olympiskum høpi, skrivar
heimasíðan hjá DR.
Niels Nygaard er formaður í
danska ítróttarsambandinum.
Hann hevur eygleitt Pál Joensen
í longru tíð.
-
Vit
vænta,
at
hann
kvalifiserar seg til leikirnar,
sigur hann við DR.
Danska kringvarpið hevur
prátað
við
Jón
Bjarnason.
Hann sigur, Pál Joensen kann
bara svimja í einum 25 metra
hyli í Føroyum, og einki høli til
styrkivenjingar er tøkt.
- Tí mugu vit nýta hugflogið,
sigur Jón Bjarnason.
Hann leggur afturat, at tað
er ein sensatión, at Pál Joensen
hevur vunnið silvur í EM, tí
vágbingurin byrjaði ikki at
svimja, áðrenn hann var 16 ára
gamal.
-
Hann
hevur
stórt
potentiali. Tað er so stórt, at
tað er realistiskt at droyma um
eitt heiðursmerki undir OL í
2012, sigur Jón Bjarnason við
heimasíðuna hjá DR.
Lars Sørensen er umboð
fyri danska svimjisambandið.
Hann sigur við Politikken, at
Danmark skal gera sær dælt av
møguleikanum.
- Tað er danska ítróttar-
sambandið, og ikki eg, sum
seti
navn
á
svimjararnar,
sum skulu umboða Danmark
undir OL. Men eg veit, at
ítróttarsambandið er áhuga í
Páli. Vit samstarva væl við Pál,
og fleiri danir stuðlaðu hann í
finaluni í 1500 metra frísvimjing.
Hann hevur staðið seg sera væl,
og sjálvsagt skal hann umboða
Danmark, um hann er førur
fyri tí, sigur Lars Sørensen við
Politikken.
Pál Joensen sigur eisini við
blaðið, at tað verður við einari
undarligari kenslu, um hann
skal svimja fyri Danmark.
- Eg vil helst umboða Føroyar,
slær hann fast í viðtalu við
Politikken.
uni@sosialurin.fo
Heimasíðan hjá DR, danska
kringvarpinum, ger vart við
møguleikan, at Pál Joensen kann
svimja fyri Danmark undir OL í 2012