mánadagur 16. august 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 16. august · Nr. 120
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Hon sær ikki út av nógvum.
Superdraktin.
Fyrst
í
hesu
øldini
sá
svimjiheimurin eina drakt, sum
kleimdi inn vøddar, bróst og
annað fyri at minka um vavið á
svimjarunum. Reglurnarn søgdu,
at draktin skuldi vera í einum, og
úrslitið varð ein heildrakt, sum
gekk út á øklarnar og handliðini.
Framleiðararnir valdu at geva
draktini hála húð sum hvalir, ella
rúruta sum hávar.
Tað hava altíð verið greiðar
reglur, at svimjarin kann ikki
nýta fitjur ella flótiamboð fyri at
betra um síni svimjievni. Tað var
hinvegin einki forboð móti draktini,
sum betraði svimjaran munandi.
Fleiri svimjarar tóku seg fram
við superdraktini, og kring heimin
vóru alskyns nýggj svimjimet sett.
Ein
hópur
av
føroyskum
svimjarum valdu eisini at gjalda
fyri eina slíka drakt, sum varð nýtt
á føroyameistarastevnum.
Men so byrjaðu røddir at tala at.
Serfrøðingar mettu, at eingin kundi
gera seg galdandi uttan eina drakt.
FINA, altjóða svimjisambandið,
staðfesti, at svimjing skal verða
um svimjarar, og ikki um útgerð.
Superdraktin varð bannað í ár, og
fleiri svimjarar eru horvnir sum
døgg fyri sól.
Pál Joensen var ein teirra, sum
nýtti superdraktina. Tí vóru tað
fleiri sum settu spurnartekin við
evnini hjá Páli Joensen undan
evropameistarakappingini.
Men
vágbingurin
svaraði
atfinningunum.
- Hann skúgvaði allan iva til viks
og stóð seg eins væl uttan draktina,
sigur Jón Bjarnason, venjari.
uni@sosialurin.fo
Pál svaraði
atfinningunum
Fleiri settu spurnar tekin við svimjievnini hjá Páli Joensen, tá nógv umrødda super
draktin varð bannað. Vág bing urin svaraði at finn ing unum greitt og einfalt
pál joensen til em í ungarn