mánadagur 16. august 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. august · Nr. 120
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Umleið 70 ung tóku lut á FM fyri
ung í Frælsum ítrótti, sum var á
Tórsbreyt í vikuskiftinum. Hallur
Holm er formaður í Frælsur
Ítróttur Føroya, og hann var væl
nøgdur aftaná FM fyri ung var
avgreitt. – Eg haldi tað eydnaðist
ótrúliga væl. Vit vóru enn einaferð
heppin við veðrinum. Og eru
veðurlíkindini til lítar, so er tað
nógv stuttligari at verða til frælsan
ítrótt. Vit høvdu nógvar kappingar,
og
70
ung
sum
kappaðust
sunnudagin og leygardagin. Hetta
er umleið sama tal sum í fjør, og vit
høvdu sett nøsina upp ímóti, at tað
fóru at verða eitt lítið sindur fleiri
í ár, men so má málið hjá okkum
verða, at vit røkka talinum 100
næsta ár. Millum teir sum hava
staðið seg væl dregur Hallur fram
Dánjal Jákup Niclasen, Trúgva
Laksáfoss, Marnar Djurhuus og
Hans Jacobsen.
Framgongd
Guttorm Sørensen slær fast, at
tað sær betri út við tíðum og
metum. – Tað er heilt týðiligt, at
tað hevur verið framgongd hjá
teimum allarflestu. Hjá onkrum er
talan um stóra framgongd, og hjá
onkrum øðrum er talan um eina
minni framgongd, men yvir alla
linjuna, so eru framstig at hóma í
úrslitunum, og hetta er ein sera jalig
gongd. Spurdur um framgondin er
bæði innan kast og renning, svarar
Hallur: - Tað er kanska serliga innan
kastigreinirnar, at vit síggja stór
framstig, tí kast hevur ikki verið so
vanligt millum tey ungu. Hvirlan
við Hera Ziska og Randi Kúrberg
á odda hava gjørt stórt framstig
innan kastigreinirnar. Tey venja
ein bólk av ungum, sum hava gjørt
ótrúliga stór framstig farna árið.
Millum tey ungu sum tóku nógv
heiðursmerki var Óli Eyðsteinson,
sum kappast í bólkinum 8-9 ár.
Hann vann gullmerki í øllum
kappingum.
Velja frælsan ítrótt
Áður hava mong av teimum
ungu, sum hava tikið lut á FM
fyri ung verið ungfólk, sum hava
íðkað annan ítrótt eisini. – Vit
upplivdu longu tá vit byrjaðu at
hava kappingar, at tað vóru nógv
sum íðkaðu aðrar ítróttargreinir,
men tíbetur eru tað fleiri sum
hava valt sær frælsu ítróttina
sum sína fremstu ítrótt. Fyri
at vísa á hørðu kappingina við
annan ítrótt vísir Hallur á, at veit
um 6-7 dreingir sum hava verið á
U-15 landsliðnum í fótbólti, sum
eisini hava tikið lut í kappingum í
frælsum ítrótti. – Tórsbreyt hevur
havt ein heilt ótrúliga stóran
týdning fyri, at vit framvegis
kunnu halda uppá okkara ungu
íðkarar.
Hallur
leggur
eisini
herðslu á, at bæði í Bragdinum og
í Hvirluni hava tey lagt dent á at
skapa eitt gott sosialt umhvørvið,
har tey ungu trívast sera væl, og
hava tað øðiliga gott saman.
Nógv hjálparfólk
Hallur fegnast eisini um, at tey
avvarðandi hjá teimum ungu møttu
upp fyri at stuðla teimum ungu: -
Eg má siga sum er, at eg havi sjáldan
sæð so nógv fólk við Tórsbreyt til
nakað tiltak hjá okkum. Tað vóru
eisini nógv onnur sum komu niðan
at hyggja, sum vit ikki hava sæð
har uppi áður. Uppbakkningurin
frá foreldrunum hevur ongantíð
manglað. Til eitt tiltak sum FM
fyri ung mugu vit hava 20-30
hjálparfólk, tí ta einu løtuna koyrdu
fimm kappingar samstundis. Tí
kunnu vit ikki verða nakran av
hesum fólkunum fyri uttan, slær
Hallur Holm fast.
heri@sosialurin.fo
FM fyri ung í góðum veðri
Hallur Holm og Guttorm Sørensen fegnaðust um, at tað eydnaðist at avgreiða enn eitt FM í góðum veðurlíkindum
Craig Bellamy burturvístur
Valisin, Craig Bellamy hevur áður verið í tíðindunum fyri annað enn fótbólt, og nú er aftur
galið hjá snarsinta Manchester City áleyparanum, sum eftir øllum at døma er fortíð í bláa
City búnanum. Manchester City hevur keypt fleiri leikarar til hetta kappingarárið, og tað
hevur við sær at Bellamy nú er vorðin partur av eykaliðnum, og tað er hann als ikki nøgdur
við. Sambært enska blaðnum The Guardian, hevur atburðurin hjá ónøgda Craig Bellamy
havt við sær, at City venjarin, Roberto Mancini, hevur burturvíst hann frá venjingarøkinum.
Samstundis sum felagið hevur sett illsinta valisan á sølulistan. Spurningurin er so bara um
atburðurin hjá Bellamy fær áhugaðar keyparar at aftra seg.
FIFA-forsetin til Føroya
Nú er greitt at FIFA forsetin, Joseph S Blatter kemur til Føroya mikudagin
15. september. Eftir ætlan skuldi foresetin í FIFA, Joseph S Blatter koma á
vitjan í Føroyum 21. jul Nú er so avgjørt at FIFA forsetin kemur til Føroya
15. september og fer avstað aftur 16.september. Vitjanin kom upprunaliga
í lag, tá forsetin og aðalskrivarin í FSF fyrst í maj vóru á vitjan hjá FIFA.
Joseph S Blatter skal undir vitjanini umframt at heilsa uppá umboð fyri
FSF eisini hitta Kaj Leo Johannesen, løgmann. Tórshavnar Býráð fer
eisini saman við FSF at skipa fyri eini samkomu fyri innbodnum.
Guttorm Sørensen
Hallur Holm