Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. august 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 16. august · Nr. 120 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge TB, KÍ og 07 Vestur vunnu øll sínar dystir í 1.deild um vikuskiftið. KÍ skoraði øll málini í seinna hálvleiki, tá teir vunnu 7-0 á NSÍ. Bæði TB og 07 Vestur vunnu sínar heima dystir greitt 4-1. Teir næst bestu hjá EB/ Streymi vunnu stórsigur á Víkingi, meðan HB misti eina tvey máls leiðslu ímóti einum væl kempandi AB liðið. Tvøramenn enn á odda TB vann 4-1 á FC Hoyvík. Longu eftir 1. hálvleik var alt avgjørt, tí tá var støðan 4-0 til heimaliðið. Tvøramenn løgdu bragdliga fyri, og talan var alla tíðina um avrik, har spælararnir vóru savnaðir fult og heilt um uppgávuna. Tá ið TB fyri viku síðani hevði vitjan av B68 var tað ikki fyrr- enn í síðstu løtu, at tað eydn að ist sigursmálið. Hesa ferð fingu tvøra- menn longu í 1. hálvleiki úrtøku burt ur úr mongu møguleikunum. Mál skjútt ar vóru Petur Mortensen, Josef Bassene, Bárður Dimon og Aron Sørensen. Tíðliga í 2. hálvleiki minkaði Eyð- finn Fjalsbak um munin til 4-1, sum eisini gjørdist úrslitið. Sigurin ber við sær, at TB hevur 35 stig, og at TB eisini eftir hetta um farið verður oddalið í 1. deild. Hjá FC Hoyvík stendur ikki so væl til. Liðið hevur 17 stig og er næst- niðast. KÍ skoraði øll í seinna hálvleiki Talan var um stórsigur til heima lið- ið, tá ið KÍ hevði vitjan av teimum næst bestu hjá NSÍ. Úrslitið var 7-0, og øll málini vórðu skorað í 2. hálv- leiki. Merkisvert var tað, at álops- spælarin Henry Heinesen, sum skoraði trý mál, sat uttanfyri í 1. hálv leiki. Orsøkin var tann, at hann var sjúkur, men hann var kortini so mik ið væl fyri, at hann var førur fyri at spæla í 37 minuttir, og tá var tað ikki eiti, sum hann gjørdi um seg. Hann skoraði trý mál og legði upp til okkurt av hinum. Steffan Kalsø skoraði tvey mál, og Bárður Heine sen skoraði eitt mál. Sjeynda málið átti Álvur F. Christiansen sín stóra lut í, men tað varð skrásett sum sjálvmál. Sigurin ber við sær, at KÍ er næst fremst við 34 stigum. NSÍ hev- ur 19 stig og er triði aftast. 07 Vestur basti botnproppi 07 Vestur er framvegis væl við í kapp ingini um at flyta upp í bestu deild ina. 07 Vestur hevði vitjan í Sør vági av næstbesta B68 liðnum, sum framvegis ikki hevur vunnið, og sum higartil bara hevur vunnið tvey stig. Tað tók sína tíð, áðrenn heima liðið heilt fekk tamarhald á tí. Eftir 1. hálvleik var 1-0 við máli, sum Tór-Ingar Akslesen skoraði í 27. minutti. Fýra minuttir eftir steðg in økti Holgar Djurhuus til 2-0, men spenningur kom í aft ur í 69. minutti, tá ið 07 Vestur gjør di sjálvmál. Jovan Panic varð skrá sett- ur fyri tað. Síðsta stóra korterið staðfesti heima liðið við tveimum málum. Jovan Panic skoraði til 3-1 í 73. minut ti, og í 82. minutti var tað veter an urin Jens Erik Rasmussen, sum setti síðsta seymin í. 07 Vestur hevur 33 stig og er á triðja plássi. B68 hevur framvegis tvey stig. AB kempaði seg til eitt stig í Havn HB var á odda við tveimum tíðliga í fyrra hálvleiki, men við einum góð- u m innsatsi kempaði AB seg uppá 2-2 og fekk eitt stig við út á Argjar. HB misti seinasta vikuskiftið 3-0 leiðs lu ímóti NSÍ í Gundadali. Tann dysturin endaði 3-3. Aftur hetta viku skiftið misti HB leiðslu og fekk bara eitt stig burtur úr. Christian Eli Zachariassen legði HB á odda eftir sjey minuttir. Tað var eftir horna, at Christian Eli var fyrstur á og stútaði bóltin í málið. Tá fyrri hálv leikur var hálvrunnin, økti lið skip ar in, Atli Mikkelsen. Hann smekk aði til úti frá og bólturin rakti ein argjamann og snýtti Bern- hard Petersen í AB málinum. Hesa løtuna var lítið, ið bendi á, at AB skuldi fáa nakað við aftur út á Argjar. Stutt fyri hálvleik gjørdi Jónas Stenberg sær dalt av eini verju villu hjá HB. Hann streyk av- stað og minkaði um munin. AB vísti góð an stríðsvilja, og lønin kom tá sein ni hálvleikur var tjúgu minuttir gam al. Enn eina ferð var tað Jónas Sten berg, sum skoraði fyri AB eftir gott uppspæl í hørgu síðu. HB trýsti tað, sum eftir var eftir dysti num, men argjamenn høvdu eisini ein møguleika at stinga av við øllum, men hesa ferð fekk HB verj an vart fyri Jónasi Stenberg. Fyri HB var Hanus Thorleifsson nær við, men stútarin hjá honum fór omanfyri málið. Stórsigur til EB/Streym Hesa ferð var einki veiggj í Víkingi, sum legði rygg til 7-1 tap á útivølli ímóti EB/Streymi, sum Arnar Dam skor aði fýra mál fyri. Fyri einari viku síðani vann næst bes ta liðið hjá Víkingi triva lig- an sigur í Klaksvík. Í dag hilnaðist tað ikki so væl, tá ið Víkingur var í Streymnesi. So eigur at vera lagt aftrat, at vík ing ar- nir ikki vóru so væl mannaðir. Tað sást eitt nú aftur í, at Magni Jarn- skor var á beinkinum. Hann varð inn skift ur, tá ið tað restaðu níggju min utt ir. Fýra minuttir undan leik- loki sá Jan Poulsen hjá Víkingi fyrst gult eina ferð og so í næsta anda- drát ti enn eina ferð gult og harvið reytt. EB/Streymur vann 7-1 eftir hálv- leiks støðuna 4-0, og 18 ára gamli Arnar Dam var ikki minni enn fýra faldur málsjútti. EB/Streymur hevur 26 stig, og Víkingur hevur 25 stig. trondur@sosialurin.fo Oddaliðini fylgjast 1. Deild menn Stórsigur til KÍ kvinnurnar Tróndur Arge KÍ kvinnurnar halda fram við góðu gongdini, samstundis sum AB og Víkingur vunnu sínar dystir í vikuskiftinum. KÍ var í Sundalagnum og vitjaði EB/Streym. Tað endaði við einum 6-0 stórsigri til kvinnurnar úr Klaksvík. Sofía Purkhús skoraði trý mál, Rannvá B. Andreasen skoraði tvey mál, og Sigrid Jacobsen skoraði eitt mál. Hálvleiksstøðan var 3-0. KÍ hevur sostatt framvegis beina leið ímóti enn einum FM heiti. Tær eru framvegis sjey stig frammanfyri nærmasta kappingarneytan, AB. AB roynur at hanga í Argjakvinnur vóru á vitjan á Skála í einum dysti millum nummar tvey og trý í landskappingini hjá kvinnum. Tað leikaði javnt á leingi á Skála. Tað var ikki fyrr enn tað manglaði minni enn eitt korter av dystinum, at Rudi Rasmussen fekk hol á fyri AB. Stutt eftir økti Doris í Garði Joensen til 2-0 fyri argjakvinnur. Løtu seinni staðfesti Lisa í Liða sigurin fyri AB við máli til endaliga úrslitið 3-0. AB er framvegis sjey stig aftanfyri KÍ á fremsta plássi. Skála er nú í harðari kapping við Víking um bronsu heiðursmerkini. Víkingur hevði á heimavølli vitjan av botnproppinum MB. Tað endaði við einum 3-0 sigri til heimaliðið. Arna Vatnahmar, Jacoba Langgaard og Jakoba Sevdal skoraðu málini. MB hevur bara tvey stig á niðasta plássi, meðan Víkingur hevur 19 stig á einum deildum triðja plássi saman við Skála. trondur@sosialurin.fo Kaj Leo heldur fram í Víkingi Kaj Leo í Bartalsstovu verður at síggja í víkingabúnanum komandi tvey árini. Tað veit heimasíðan hjá Víkingi at siga. Ungi og evnaríki Kaj Leo í Bartalsstovu hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Víking. Undan hesum kappingarárinum var Kaj Leo eitt óskrivað blað fyri tey, sum ikki hoyra til Víking, men hann hevur so sanniliga sligið navn sítt fast í føroyska fótbóltsheiminum í ár. Við sínum ágrýtni og áræði hevur hann tikið mangan mótstøðumann á bóli í ár, og vit í Víkingi fegnast stórliga um, at Kaj Leo eisini verður við okkum komandi tvey árini. 19-ára gamil Kaj Leo hevur spælt 16 dystir í Vodafonedeildini fyri Víking í ár, har av 8 sum innskiftari. Víkingur er í dag í Fuglafirði, har grannauppgerð stendur fyri framman.