mánadagur 16. august 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. august 2010 · Nr. 120
34
Sosialurin
Nøvn
Elsa av Reyni er borin í heim í Porkeri
18. august 1920, dóttir Onnu f. Djurhuus
úr Skemmuni í Porkeri og Johan
Thomsen, ættaður úr Fámjin. Johan
var timburmaður og keypmaður. Hevði
útihandilin hjá Garðamonnum í Porkeri
eftir verfaðir sín Johan Djurhuus. Elsa,
ið er fjórðyngst av ellivu systkjum, var
gift Ingálvi av Reyni, 1920-2005.
Systkini, ið eftir eru á lívi, eru Astrid,
ið var gift við Jákupi á Dul í Tórshavn,
Andrew, ið var giftur við Fridu, f. Olsen
úr Vági, og Sigrid, ið var gift við Daniel
Poulsen úr Porkeri.
Systkini, ið farin eru, eru Petra
(Diddan), gift Niels Wang úr Kaldbak,
Jacob, giftur Inu, f. Olsen úr Keypmanna-
havn, John, giftur Jonhild, f. Dam úr
Havn, Fina, gift Sigirdi av Reyni úr
Havn, Hans (Hansmann), giftur Onnu
Sofíu, f. Tausen úr Hovi, Sofus, giftur
Marionnu, f. Simonsen úr Hoyvík, og
Eivind, ið doyði átjan ára gamal í 1941.
Elsa gekk í skúla hjá Danbjørg. Sipar
enn til tann lærdóm, hon fekk haðani.
Tók annars lut í dagliga yrkinum í
heimbygdini. Stóð í Skemmukrambúðini,
gekk til neyta o.a.
Í 1937 fór Elsa niður til Danmarkar.
Har tænti hon fyrstu árini hjá Ellen
Benzon, einkjuni eftir Otto Benzon,
rithøvund og apotekara. Eitt systkina-
barn hennara, Tinna Debes, og tvær
systrar, Diddan og Fina, tæntu somu-
leiðis hjá Benzon.
Í 1941 fór Elsa á háskúla at fyrireika
seg at læra til sjúkrasystir. Sama ár
tænti hon í nakrar mánaðir hjá Johan
Thomas Skovgaard, listamanni, syni
kenda listamannin Joakim Skovgaard,
ið m.a. hevur málað altartalvuna í
Christianskirkjuni í Klaksvík.
Elsa fór síðan á Sundby Hospital
á Amager at læra til sjúkrasystir,
har hon tók prógv í 1945. Ískoyti til
útbúgvingina tók Elsa á eini føðideild
í keypmannahavn, á Rudolp Bergs
Hospital og Sct. Hans Hospital.
Annar veraldarbardagi hevði við sær,
at føroyingar í útlegd ikki sluppu heim
til Føroya fyrr enn eftir krígslok í 1945.
Føroyingar hittust javnan undir krígn-
um, einamest í Føroyingafelagnum,
har Emil Joensen skipaði fyri. Somu-
leiðis hittust mangir teirra í brøðra-
samkomuni í Thorsgade 40. Fina, systir
Elsu, og Sigird, bróðir Ingálvs, giftust
niðri í 1941, og umvegis teirra komu Elsa
og Ingálvur at kennast.
Elsa og Ingálvur komu heim til
Føroya í december 1945. Tey giftust 12.
januar 1946 og kundu nærum hildið
diamantbrúdleyp,
men
Ingálvur
andaðist stutt undan, tann 26. november
2005.
Børn teirra eru: Kári, d. 2006,
Gunnvør, Heri, Eyðun, Árni, Ingi, d. 2001,
Ása og Inga. Ingálvur var listamálari,
og fyrstu mongu árini var Elsa virkin
heima og tók sær av húsi og børnum, til
tey vóru undankomin.
Frá 1968 til 1981starvaðist Elsa á
Landssjúkrahúsinum. Síðan í sjey ár á
Værebro Park Plejecenter. Elsa fór úr
starvi í 1988.
Hóast høga aldur sín er Elsa fram-
vegis løtt á fótum. Javnan møtir tú
hesi fryntligu kvinnu, annaðhvørt
til handils, á konsert ella á listafram-
sýning. Hugnaligt er at hoyra hana
siga frá barnaárunum í Porkeri, frá
ungdómsárunum undir krígnum og
annars frá tí, ið henni hevur viðurfarist
í langa lívi sínum.
Føðingardagur Elsu verður hildin í
Starvsmannafelagshúsinum í J.H.
Schrøtersgøtu 9 mikudagin 18. august
millum kl. 16.00 og 20.00.
Elsa av Reyni 90 ár
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 17. august hava Emly og John H. Petersen
Klaksvík verið gift í 25 ár. Veistlan verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19 fyri innbodnum.
Silvurbrúdleyp
Mikudagin 8. september hava Alith og Hilmar Djurhus
Strendur silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin
fríggjadagin 10. september kl. 18 í bygdarhúsinum á
Strondum. Tey ið ynskja at gleðast saman við okkum
verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 24. august á
tlf. 448534/224635.
90 ára føðingardagur
Týsdagin 17. august verður Jóhan Norðfoss, Tórshavn,
90 ár. Tey, ið ynskja heilsa uppá Jóhan, eru hjartaliga
vælkomin í húsið hjá Starvsmannafelagnum 21. aug.
frá kl. 12 til 16.
90 ára føðingardagur
Mikudagin 18. august verður Elsa av Reyni 90 ár.
Dagurin verður hildin í Starvsmannafelagshúsinum
J.H. Schrøtersgøtu 9. Tey, ið kundu hugsað sær at
heilsa uppá Elsu, eru vælkomin millum kl. 16 og 20.
80 ára føðingardagur
Í dag 16. august, verður Sonja Samuelsen í Søldarfirði,
80 ár. Dagurin verður hildin í Elim, leygardagin 21.
august frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Í dag 16. august verður Erling Hansen Funnings-
fjørður, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini,
Tjarnarlág 15, Tórshavn, sama dag millum kl. 17 og 21.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 22. august verður Páll Jóanesarson
Saltangará 70 ár. Dagurin verður hildin í hølinum hjá
Kongshavnar Kvinnufelag frá kl. 17. Øll eru vælkomin.
65 og 75 ára føðingardagur
Leygardagin 21. august halda Jensya Magnussen
(Kastalag) 75 ára og Karin Kastalag 65 ára føðingardag.
Dagurin verður hildin í húsinum hjá Eldrafelagnum
NÓN, Torvgøta 2 í Saltangará frá kl. 13 – 19.
60 og 70 ára føðingardagur
13. august fylti Sólbjørg Thomasen, Tórshavn, 60 ár
og fríggjadagin 27. august fyllur Hilda Debes, Oyri,
70 ár, Systrarnar halda føðingardagin í Eydnuni á
Oyrabakka leygardagin 28. august kl. 17 og úteftir. Tey,
ið ynskja at heilsa uppá okkum verða vinarliga biðin
um at siga frá innan 23. august á tlf. 313448/503448
(Sólbjørg) ella 422234/266334 (Hilda)
Merkisdagar
Andlát
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og
kenningum, at góða mamma mín, systir,
mostir og fastir okkara
Hanna Thomina Joensen
ættað úr Vestmanna, búsitandi í Grimsby
Andaðist hin 8. august 100 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr heiminum
hin 20. august kl. 11.00
(16 Fairway Court, South Humberside, Cleethorpes)
Fyri tey avvarðandi
Margareth
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi,
verfaðir og abbi okkara
Torbein Rein
Argir
andaðist og varð jarðaður. Takk til
kirkjutænarar, gravarar og tykkum øll, sum
á ein ella annan hátt hjálptu til. Takk til
tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað og takk fyri blómur, kransar og
heilsanir. Ein serlig tøkk til Bergur Joensen,
prest og starvsfólkini á B7 og G1 fyri teirra
hjálpsemi, stuðul og dugnasemi.
Familjunnar vegna
Gudrun, Niels, Jan og Anja