mánadagur 16. august 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 16. august 2010 · Nr. 120
Sosialurin
Tað er so stuttligt at hava til
arbeiðis at skriva um fólk,
ikki minst um eldri fólk.
Tey hava so nógva vitan,
og so nógvan lívsvísdóm, at
ein sjálvur verður so nógv
ríkari av tí
T
að var soleiðis, at eg kom
at kenna Johan Norðfoss,
sum verður 90 ár í morgin.
Eg fekk til uppgávu í 2007 at
skriva um hansara svimjing.
Hann var í ein mansaldur leið
ari í svimjihøllini í Havn, og
hann hevur eisini svomið alla
sína tíð fram til dagin í dag.
Tá var søgan tann, at
Johan síðan hann fylti 80
ár hevði svomið teinin úr
Føroyum til Íslands, og nú
var væl áleiðis heim aftur.
Tá hevði hann svomið 556
km, nú trý ár seinni er hann
komin uppá góðar 800 km,
og hetta røkkur á leið heim
aftur til Føroya! Tá hevur
hann enntá ligið bakk eina
tíð vegna eitt strik hann
fekk.
Johan svimur hvønn dag
uttan mikudag, hann svimur
500 metur um dagin. Hetta
gevur einar 80 km árliga við
nøkrum frídøgum.
Tað einasta, sum Johan
merkir til aldur er, at meðan
hann fyrr kundi klára teir
500
metrarnar
uppá
25
minuttir, má hann nú nýta
40 minuttir!
Men í hesum fyrsta práti
num við Johan kom eisini
fyri dagin, at hann visti
og mintist so ótrúliga væl.
Hetta skapti áhuga fyri at
fáa meira av tí, hann visti,
niðurskrivað,
og
úrslitið
gjørdist
níggju
partar
í
Miðvikuni, sum tá fylti fýra
síður í Sosialinum saman við
frásøgn hjá pápanum, sum
eisini visti nógv.
Tað var heldur ikki smá
vegis
av
“røvarasøgum,”
Johan kundi greiða frá frá
sínum egna lívi. Tað er bert
ein lítil partur av tí, sum hann
hevur greitt frá í Miðvikuni,
sum bert kann verða nevnt í
eini grein sum hesi.
Johan er ein “ordiligur”
havnarmaður. Hann er sonur
Albert hjá Dánjali í Horni.
Mamman, Anna, var av Eiði.
Hon hevði eisini røtur til
Havnar, ættað frá Havnar
Poul (Mikkelsen,) sum flutti
ungur til Eiðis.
Johan vaks upp mitt í
Havnini og gekk í kommunu
skúlanum, har Poul Jensen
var stjóri.
14 ára gamal fór Johan
sum vanligt hjá børnum í
hansara aldri úr skúlanum.
Nú skuldi arbeiðast!
Hann fór fyrst at arbeiða
á bommvirkinum í Fabrikkini
á Skálatrøð, so fór hann at
arbeiða fisk, har lønin var
20 oyru um tíman. Men
síðan fekk hann arbeiði sum
ørindadrongur í Smæruni.
Hevði hann ikki gjørt tað
fyrr, kom Johan tá at kenna
Havnina út og inn, tá ið hann
fór út til fólk við vørum, tey
høvdu bílagt.
Men sum hjá dreingjum
tá, var hugurin til sjógvin.
Eftir at hava skift millum
onkrar túrir til skips og
lossing á landi, fór Johan í
1939 við Turid hjá Zacharias
Heinesen og Christian Holm
Jacobsen til Grønlands at
rógva út við bátum.
Fangavørður hjá týskum
hermonnum
Men tá kom kríggið, og hetta
gav eitt serligt arbeiði til
Johan. Hann kom at vera ein
av teimum, sum skuldu ansa
eftir týskum krígsfangum í
Føroyum! Eitt týskt flogfar
var lent á Trongisvágsfirði,
og
manningin
var
tikin
til
fanga.
“Fongslið”
var
við
landssjúkrahúsið,
og
Johan var føst náttarvakt.
Hetta gav 11 krónur í løn
fyri náttina, sum ikki var
so galið tá. Hesir fangar
gjørdust nakað strídnir sum
frá leið, og tað eydnaðist at
fáa hesar týskarar sendar
til Danmarkar í 1940, beint
áðrenn hersetingarnar av
Føroyum og Danmark.
Johan var á kaiuni, tá ið
bretar komu á land í Havn
13. apríl 1940. Aftaná fór
hann til skips aftur, hesa
ferð við einum donskum
snurriváðbáti, sum fiskaði
undir Íslandi. Skiparin, ein
reyðhærdur dani, kallaðist
“Den røde Djævel.” Hann livdi
eisini upp til navnið. Hann
bakkaði ikki fyri nøkrum,
heldur ikki fyri at fiska
innan fyri mark í Íslandi. Tá
ið íslendska sjóverjan kom
eftir teimum, gjørdi hann
ikki vandari enn at skjóta
eftir teimum, og hann slapp
væl burtur úr tí. Íslendska
sjóverjan slapp sær nevniliga
til rýmingar!
Men kortini dámdi Johan
væl. Teir donsku bátarnir
vóru sera framkomnir. Teir
høvdu eitt luksus sum wc, og
inntøkan var heilt góð.
Teir sigldu niður at selja,
og Johan kom at uppliva
jarðarferðina
hjá
Neville
Chamberlaim,
fyrrverandi
bretska
forsætismálaráð
harran, í Blackpool.
Seinni
fór
Johan
við
Normanner hjá Zacharias
Heinesen. Men hon lak so illa,
at teir kundu líka væl sokkið.
Hetta tók so fast, at skiparin
fór ikki avstað aftur.
Mundi enda sum krígsfangi
Í Íslandi mundu teir verið
tiknir av amerikanarum, tá
teir fóru niðan í hagan at
henta ber at hava heim sum
tinganest.
Amerikanarar
ivaðust ikki í, at her var
talan um týska njósning. Á
Siglufjørðinum var Johan
tann seinasti, sum hevði
samband við lorvíkssluppina
Kristionnu,
áðrenn
hon
hvarv við mann og mús.
Hann var umborð og vitjaði
ein vinmann, sum hann tískil
ikki sá aftur.
Komnir
til
Aberdeen
upplivdu teir eina ógvusliga
týska bumbing av býnum.
Undir krígnum kom Johan
eisini út fyri nærum at verða
sendur til oynna Man sum
bretskur krígsfangi.
Hann hevði gjørt einum
kunninga tann beina í Íslandi
at taka ein pakka heim til
konu hansara í Føroyum.
Hetta var ikki loyvt, men
hvat verður ikki gjørt millum
vinir!
Teir fóru nú beint til
Bretlands, og har komu eftir
litsmenninir fram á pakkan,
har tað var kaffierstatningur
í. Men vanlukkan var, at eitt
bræv var eisini í pakkanum.
Hetta var roknað sum sera
illgrunasamt og Johan varð
tikin beint á politistøðina
í klovstivlum, har hann
var avhoyrdur í tímavís.
Brævið vísti seg at vera
púra óskaðiligt. Men hevði
nakað
sum
helst
staðið
av hernaðarligum áhuga í
brævinum hevði Johan rokið
út á Man! Men hann endaði á
svartalista hjá bretum.
Johan sigldi nakað aftaná
kríggið, men hann fer so
at arbeiða á kolasøluni hjá
Havnar Arbeiðsmannafelag.
Her kom hann eisini at
sigla vandasjógv. Teir fóru
eina ferð við eini slupp til
Bretlands at keypa kol. À
veg heim aftur komu teir
í illveður og skipið fór at
leka. Hetta sá ikki gott út,
og Johan hevði í tankunum
sagt sínum nærmastu farvæl
og bað Várharra taka sær av
teimum! Men hesum komu
teir eisini væl burtur úr.
Av álitisstørvum kann
nevnast, at Johan eisini
hevur
verið
formaður
í
Havnar Arbeiðsmannafelag,
og hetta var í tíðum, tá
veruliga
var
brúk
fyri
sterkum fakfeløgum.
Johan hevur eisini havt
onnur áhugamál. Eitt av
hesum
er
tónleikur,
og
hann spældi trekkbasun í
hornorkestri. Fyrstu tíðina
spældi hann við í orkestrinum
hjá Frelsunarherinum, og
tá hetta fór sundur spældi
hann
í
Xorkeststrinum,
sum seinni fór uppí Havnar
Hornorkestur.
Góð ummæli frá
starvsfeløgum
Tað er serliga frá svimji
høllini, at fólk minnast Johan.
Hitti nú um dagarnar eitt
starvsfólk í svimjihøllini, sum
hevði arbeitt saman við Johan.
Hon hevði ikki upplivað sinni
í honum. Johan hevði ein
slikan verumáta, at alt kundi
greiðast við einum smíli. Og
sjálvt teir mest kúllasligu
dreingir makkaðu rætt uttan
at mukka, tá ið Johan gav eini
boð á sín blídliga máta.
Johan giftist fyrst við
Helenu f. Nielsen úr Kvívík.
Hon doyði heilt ung. Hann
giftist aftur nøkur ár seinni
við Emmy av Toftum. Tey
eiga synirnar Hellan, Allan
og Sigmund. Abbabørnini
eru seks í tali, og nú eru
langabbabørn eisini byrjað
at koma
Tað hevur verið sera stutt
ligt at koma at kenna Johan,
so lívsjáttandi og positivur,
sum hann er. Emmy er eisini
so blíð. Hóast gongulagið
ikki er tað besta, gongur ikki
leingi til drekkamuðurin er
komin á borðið. Og er nakað
at spyrja um, ja, so veit Johan
tað.
Føðingardagurin verður
hildin leygardagin 21. august
í Starvsmannafelagnum frá
kl. 1216.
Hiðani skal verða ynskt
honum hjartaliga tillukku
og góðan túr aftur til Íslands.
Hann hevur onga ætlan um
at geva at svimja, hóast hann
nú er komin aftur úr Íslandi!
ó.
Johan Norðfoss 90 ár:
Hevur svomið til Íslands og
aftur síðan hann var 80
Johan Norðfoss í sínum rætta elementi!
Emmy og Johan