mánadagur 16. august 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. august · Nr. 120
36
Sosialurin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Copenhagen Historic
Grand Prix 2010
Leygardagin 7. og sunnudagin 8. august var Copenhagen Historic Grand Prix 2010 í Fælledparken í Keypmannahavn
Tekstur og myndir:
Magnus Gunnarsson
Talan var um eitt stórt tiltak
í miðbýnum í Keypmanna
havn við bæði kappkoyring
við gomlum bilum og fram
sýning av gomlum og nýggj
um bilum.
Í sambandi við at 100 ár
eru liðin síðan italska Alfa
Romeo bilverksmiðjan varð
stovnað var ein stór fram
sýning av bæði nýggjum og
gomlum Alfa Romeo bilum.
Umframt Alfa Romeo vóru
eisini framsýningar av bil
merkjum sum t.d. Porsche,
Ferrari, MercedesBenz og
Saab.
Millum luttakararnar í
Grand Prix koyringini vóru
kend nøvn sum t.d. Tom
Kristensen, sum er ambassa
dør fyri tiltakið, og Joachim
prinsur sum eisini er pro
tektor fyri tiltakið.
Umframt kappkoyringar
nar varð eisini skipað fyri
tiltakinum “Race for Riget”,
har allur peningurin fór
óskerdur til krabbameinssjúk
børn og ung á Ríkissjúkra
húsinum. Við at gjalda eina
ávísa upphædd høvdu tey
vitjandi møguleika fyri at
sita í einum av kappkoyr
ingarbilunum
við
einum
kendum rasarakoyrara við
rattið, meðan koyrt varð á
kappkoyringarbreytini. Pen
ingurin sum kom inn, næstan
100.000 krónur, fór óskerdur
til deildina fyri krabbameins
sjúk børn og ung á Ríkis
sjúkrahúsinum.
Nógv fólk vóru til Copen
hagen Historic Grand Prix,
sum eisini varð skipað sum
eitt tiltak fyri alla familju
na.
maggi@sosialurin.fo
Nógv fólk vitjaðu Copenhagen Historic Grand Prix
Ein gamal Saab 96 og nýggjasti Saab 9-5
Alfa Romeo hátíðarhildu sítt 100 ára jubileum
Le Mans vinnarin Tom Kristensen í
práti við ein drong í koyristóli
Arbeitt varð eisini upp á bilarnar