mánadagur 16. august 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mánadagur 16. august · Nr. 120
Sosialurin
Joachim elskar
klassiskar bilar
Ein av luttakarunum í Copenhagen Historic Grand Prix 2010 var Joachim
Prinsur, sum koyrdi við sínum 45 ára gamla Ford Lotus Cortina
Tekstur og myndir:
Magnus Gunnarsson
Millum luttakararnar í Grand
Prix koyringini var Hans
Kongelige Højhed Prins Joa
chim, sum er kendur fyri sín
stóra áhuga fyri bilum. Hann
er ein av teimum fýra sum
manna Cortina Racing Team,
har prinsurin sjálvur koyrir
ein hvítan Ford Lotus Cortina
frá 1965 við grønari strípu á
síðuni og er nummar 65.
Tað var danski rallykoyr
arin Aage Buch Larsen, sum
gjørdi Ford Lotus Cortina
kendar í 60unum. Síðan
hevur Lotus Cortina verið
ein legenda innan danskan
motorsport við ellisakførum.
Teir fýra í Cortina Racing
Team hava ein stóran ameri
kanskan Kentwort lastbil,
sum er umbygdur til at trans
portera allar fýra bilarnar,
samstundis sum hann verður
nýttur sum uppihaldsrúm.
Eitt stórt fortelt verður sett
upp, meðan kappkoyringar
nar fara fram.
Í samrøðu við Sosialin og
Bilradio á Rás2 sigur Prins
Joachim at hann altíð hevur
verið hugtikin av bilum og
kappkoyringum, serliga koyr
ing við klassiskum bilum.
Hann heldur, at tað er
spennandi og avbjóðandi at
eiga slíkar gamlar originalar
bilar og viðlíkahalda teir so
teir eru í eins góðum standi,
sum teir vóru fyri 3050 árum
síðan, tá teir eisini luttóku í
kappkoyringum.
Bilurin hjá Prins Joachim
er 45 ára gamal. Hann fekk
bilin sum gávu frá Copen
hagen Historic Prand Prix í
2000, og síðan 2001 hevur
hann luttikið í nógvum
ymiskum kappingum.
Prins Joachim gongur
høgt upp í at bilurin er í
góðum standi og alt virkar
sum tað skal. Vit koyra við
nógvari ferð, so tað er um
ráðandi at bremsur og onnur
trygdarútgerð er í ordan. Eg
havi vunnið trý Danmarks
meistaraskap umframt silv
ur
og
bronsumedaljur,
sigur prinsurin.
maggi@sosialurin.fo
Prins Joachim í Bilardio
Samrøðan við Prins Joachim verður at hoyra í sendingini
Bilradio á Rás2 hósdagin 26. august kl. 16.10
Prins Joachim í samrøðu við Magnus
Gunnarsson frá Bilradio á Rás2
Joachim ger seg kláran til
Grand Prix koyringina
Kappkoyrararnir Tom
Kristensen og Prins Joachim
Prins Joachim við sínum
Ford Lotus Cortina frá 1965