Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 21 - 31. januar 2002 Nr. 21 - 31. januar 2002 3 Nú komu boðini um, at Ester, sum eg kom at kenna á ungum árum, var farin. Eg var bert 14 ára gomul, tá eg fór at tæna hjá henni. Tað var eitt heim, ið elskaði Harran, og tey settu ikki ljósið undir skeppuna. Tey vóru eisini sera blíð at koma til. Har kom nógv fólk inn, og øll kendu seg vælkomin hjá Ester og Jens Sofusi. Ester var ein vitug kvinna, sum tú lærdi nógv av. Hon var dugnalig at læra tey ungu at ganga á røttu leiðini, og tað skal hon hava stóra tøkk fyri. Mær dámdi væl, tá ið hon greiddi frá um, tá hon sum bert 20 ára gomul kom til Føroya saman við brøð- rum sínum og øðrum. Tey rýmdu undan týsku innrás- ini. Støylen og Ervigs brøðurnir vóru væl kendir menn. Teir komu av Kvamsoyggjunum í Nor- egi. Hon var errin av ættar- fólki sínum, men nú eru bert minnini eftir tey. Heim mítt knýtti vinar- bond við tey á Kvams- oyggjunum. Tey vóru sera blíð, men nú eru fá eftir av vinarbondunum, men min- nini eru góð. Nú er heimið hjá Ester tómt. Tá ið Anna var farin, gleddust Jens Sofus og tú tykkum til at møta henni skjótt aftur, og nú eru tit bæði sloppin heim til tað hvílu, ið tit hava longst eftir. Ester var vorðin troytt, og nú er hon eisini sloppin heim til tey, ið undan henni eru farin. Má Harrin, eins og hann bar Ester seinastu tíðina á bønarinnar veingjum, styrkja og troysta tykkum børn við familju. Friður veri við minninum um eina dygdar kvinnu. Guds lyfti halda, hvat enn eg missi, hvat enn ið brestur, tey bresta ei, um stjørnur blankar enn slókna allar, Guds lyfti svíkja aldri, nei. Jórun Minningarorð um Ester Støylen Isaksen – vanliga nevnd Ester hjá Jens Sofus LANGUR LEYGARDAGUR Handilsmiðdepilin í Runavík Leygardagin 2. februar hava handlarnir í Handils- miðdeplinum í Runavíkar Kommunu opið til kl. 17.00. Í hesum sambandi hava handlarnir ymisk góð tilboð. Sum øllum kunnugt er útsølan byrjað, og eru fleystu handlarnir í Handilsmiðdeplinum á tremur við útsøluvøru. Handilsmiðdepilin bjóðar øllum vælkomnum til lang- an leygardag. Vit síggjast! Elding, Tera, Hógv, Ur & Brillustovan, Vøggan, Shop Inn, Orkis, Skósølan, Teymavirkið, AWJ-Foto, Sadolin Litaval, Miðberg, Búnýti, Profa Farvur, Heiðabúðin, Jallur, Eystur- oyar Heimavirki, Hygg Inn, Shari, Hjá Sannu, Bónus, Miklagarður, Jungmann, Brotið, Deild C, Føroya Keypsamtøka, Chic, Leika- búðin, Bókabúðin, Foto- miðstøðin og Runavíkar Sjómansheim. Langur leygardagur í Runavík Í kvøld, hóskvøldið, verður konsert í Lisaskálanum í Havn við kenda danska pianistinum, Amaile Malling KLAVERKONSERT Eirikur Lindenskov Hon vitjar her í sambandi við afturvendandi donsku Steinway-kappingina fyri klavernæmingar, og hon er ein av trimum próvdómar- um, tá næmingar her verða tiknir út til kappingina, sum verður tann 6. apríl í Dan- mark. Føroyska kappingin verður í Tórshavnar Musikkskúla sunnudagin komandi klokkan 15. Hetta er sjeynda árið á rað, at føroyskir musikk- skúlanæmnigar taka lut í hesi kapping. Undanfarnu árini hava hesir næmingar klárað seg sera væl. Kapp- ingin kallast »Dansk Stein- way Piano Festival«, og tann í ár er tann sekstanda í røðini. Konsertfelagið hevur í sambandi við vitjanina heitt á Amalie Malling um at geva eina almenna kon- sert meðan hon er her. Hon fer at spæla verk eftir W. A. Mozart, Franz List, Johs. Brahms og Gy- orgy Kurtág. Konsertin verður í Listaskálanum í kvøld, hóskvøldið, klokkan 19:30. Kostnaðurin er 80 krón- ur. Ókeypis atgongd er hjá børnum undir 16 ár. Konsert við Amalie Malling KLAVERKONSERT Konsertfelagið Amalie Malling er fødd í Lübeck, foreldrini eru donsk. Hon hevur fingið útbúgving hjá Herman D. Koppel í Keypmanna- havn, hjá Hans Leygraf við Staatliche Hoch- schule für Musik í Hann- over, og hjá Alfred Bren- del. Síðani 1972, tá Amalie Mallin vann 1. virðisløn í norðurlendsku kapping- ini »Den Nordiske Musikkonkurrence«, hevur hon havt eitt um- fatandi konsertvirksemi sum solistur og kamar- musikari, bæði í Dan- mark og í Europa, USA, Kanada og Japan. Hon hevur fingið tillutað fleiri tónleikavirðislønir, harímillum »Jacob Gads legat«, »Musikanmelder- ringens Kunstnerpris«, »Gladsaxe Musikpris« og »Tagea Brandts Rejselegat«. Tey seinastu árini hevur Amalie Mal- lin verið i føstum sam- arbeiði við cellospælaran Morten Zeuthen, við Kontrakvartettina og við Esbjerg Ensemblet. Har- afturat er hon hetta sein- asta árið farin undir eitt spennandi samstarv við sopranin, Henriette Bonde Hansen, og floytuspalaran, Jane Thomsen. Amalie Malling hevur spælt inn fleiri fløgur, bæði einsamøll (m. a. verk eftir Schumann og núlivandi danskar kom- ponistar), saman við Kontrakvartettini (verk eftir Peter Heise) og sum solistur við Collegium Musicum og Radio- symfoniorkestrinum (klaververk eftir Schu- mann og Schönberg). Hon hevur fløguinnspælt Kuhlas og Griegs klaver- konsertir saman við Radiosymfoniorkestrinu og Otto Mallings klaver- trio (saman við Elisabeth og Morten Zeuthen) og klaverkonsert við Radio- undirhaldsorkestrinum. Síðani 1981 hevur Am- alie Malling verið dosentur á Det Kgl. Dan- ske Musikkonservatori- um. Eitt sindur um Amalie Malling Børn og ung í Norð- urlondum skulu hava størri ávirkan, heldur Norður- lendska Ráðharra- ráðið NORÐURLOND Turið Kjølbro Børn og ung í Norður- londum skulu hava størri ávirkan. Og arbeiðast skal ímóti nýnasismu og frem- mandahati millum ung í Norðurlondum. Hetta eru tvey av høvuðsmálunum, sum Norðurlendska Ráð- harraráðið undir leiðslu av norðmonnum, fer at virka fyri í ár. Laila Dåvøy, sum er barna- og familjumála- ráðharri í Noregi, ynskir at styrkja tilvitið millum ung um norðurlendska sam- leikan og mentanararvin. Hetta skal fremjast ígjøgnum eina røð av ítøkiligum verkætlanum, tiltøkum og ráðstevnum. Umframt fara norðmenn at skipa fyri einum serligum tiltaki fyri børn og ung í norðurvestur Russlandi og nærum- hvørvinum. Til várs savnast allir ráðharrarnir í Norðurlondum, sum hava ábyrgdina av barna- og ungdómspolitikki, til at tosa um, hvat kann gerast til frama fyri børn tvørtur um øki. Í heyst verður eitt stór mentanartiltak í Oslo undir heitinum Felags- skapur og mentanarligt margfeldni. Málið er at skapa eitt netverk í Norð- urlondum fyri mentanar- virksemi millum minni- lutabólkar. Norðurlendski samleikin styrkjast Amalie Malling fer at hava klaverkonsert í Listaskúla- num í kvøld, hóskvøld. Hon er í Føroyum í sambandi við Steinway-kappingina fyri klavernæmingar, sum á sætta sinni verður hildin millum føroyskar klavernæmingar Olaf Berg Nielsen í Klaksvík keypti sín fyrsta og einasta bil fyri 40 árum síðani. Hann koyrir framvegis í hesum gamla Volvo bili BILUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Í gjár vóru tað liðin 40 ár, síðani Olaf Berg Nielsen keypti sín fyrsta bil. Síðani hevur Olaf havt hendan bilin, og hann koyr- ir framvegis í honum. Tann ljósagrái Volvo PV stendur nógv í túninum við Nólsoyar Pálsgøtu, men stundum er hann eisini upp á fartin. – Eg búgvi og arbeiði í sama húsi, og tí havi eg ikki fyri neyðini at koyra so nógv. Men um eg til dømis havi okkurt at koyra út til onkra kunda, so fari eg av- stað við bilinum, sigur Olaf Berg Nielsen, sum hevur egna prentsmiðju í Klaks- vík. – Skal ein bilur halda so leingi, so er tað umráðandi, at tú fert væl við honum, og at tú heldur hann viðlíka alla tíðina. Tók bilin við til Føroya Olaf Berg Nielsen keypti Volvo bilin í Keypmanna- havn 30. januar 1962. Tá var bilurin 9 mánaðar gam- al, og hann hevði koyrt stív- liga 3000 kilometrar. Bilurin hevur nú koyrt umleið 250.000 kilometrar, og hóast tað eru liðini 40 ár, síðani Olaf keypti bilin, so er bilurin í góðum standi. Í 1978 flutti Olaf Berg Nielsen til Føroya at búgva, og hóast ætlanin í fyrstu syftu var, at hann skuldi búgva her í tvey ár, hevur hann búð her síðani. – Tá eg flutti til Føroya, tók eg bilin við mær. Fólk søgdu, at hann fór ikki at halda leingi í Føroyum, men tað hevur hann gjørt, sigur Olaf Berg Nielsen. – Onkur lutur, sum hevði hildið øll árini framman- undan, rustaði beinanvegin í Føroyum, men so var bara at skifta hann út og brúka røttu lutirnar. Heldur nógv ár afturat Tað eru tveir Volvo PV í Føroyum, men tann hjá Olafi er tann einasti, sum koyrir í landinum. Tá Olaf keypti bilin fyri 40 árum síðani, var talan um ein góðan bil. – Hann kostaði eitt sindur meira enn aðrir vanligir bilar tá í tíðini, og hann varð mettur at vera ein góð- ur bilur, sigur Olaf Berg Nielsen. – Tað er gott tilfar í hes- um bilunum. Stálið er reint, og tað varð ikki so nógv annað metall blandað uppí stálið tá í tíðini. Olaf Berg Nielsen hevur ongar ætlanir um skifta gamla Volvo bilin út, og hann roknar við, at hann fer at koyra í nógv ár afturat. Tá Olaf keypti bilin í 1962 kostaði hann 17.000 krónur, men hann hevði ivaleyst fingið tvífalt so nógv fyri bilin, um hann seldi hann í dag. 40 ár við sama bili – Tá eg flutti til Føroya í 1978, tók eg bilin við mær. Fólk søgdu, at hann fór ikki at halda leingi í Føroyum, men tað hevur hann gjørt, sigur Olaf Berg Nielsen. Mynd: Eyðun Klakstein C M Y K 3 2