hósdagur 31. januar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 21 - 31. januar 2002
Nr. 21 - 31. januar 2002
5
YVIRTØKA
Ingrid Bjarnastein
Fríggjadagin 1. februar
verður
radiogrundaða
neyð- og trygdartænastan á
havinum, tað sum eisini er
kent, sum Tórshavn Radio,
yvirtikið til føroyskt máls-
ræði.
Tænastan húsast á Tele-
grafstøðini undir heitinum
Tòrshavn Radio, og er hon,
eins og í Danmark, ein
samansjóðaður partur av
Stranda
Radiotænastuni.
Tað vil siga neyð- og trygd-
artænastur og avgreiðsla av
samrøðum og fjarritum til
og frá skipum og bátum.
Starvsfólkini á Telegraf-
støðini hava tann neyðuga
førleikan, sum tænastan
krevur sambært altjóða
ásetingum til at røkja upp-
gávurnar.
Henda tænasta er av al-
stórum týdningi fyri trygd-
ina hjá manningini á bátum
og skipum á føroyskum
havøki.
Føroya Tele fer framhald-
andi at útinna tænastuna, tó
við tí grundleggjandi broyt-
ing, at Føroya Tele er álagt
rakstrarábyrgdina av tæn-
astuni mótvegis landsstýr-
inum og at føroyskir mynd-
ugleikar hava ábyrgdina av
tænastuni. Føroya Tele fær
eisini endurgoldið útreiðsl-
unar í sambandi við tænast-
una, og er á fíggjarlógini
fyri 2002 lagt upp fyri hes-
um.
Í sambandi við, at Fiski-
málastýrið skipar føroyska
havbjargingarstøð (MRCC)
og Tórshavn Radio verður
yvirtikið, verður arbeiðs-
bólkur settur at kanna,
hvussu sambandið skal
vera millum hesar uppgáv-
ur framyvir.
Umboð frá Tele Danmark
er komin til Føroya í sam-
bandi við yvirtøkuna fyri at
staðfesta
handanina
av
ábyrgdini av uppgávuni til
Føroya Tele.
Radiogrundaða neyð- og
trygdartænastan á havinum yvirtikin
Punktgjøldini, sum
hava verið uppi og
vent nakrar ferðir í
seinastuni, skulu
avtakast, sigur
Fólkaflokkurin
PUNKTGJALD
Ingrid Bjarnastein
Í tíðindaskrivi Fólkaflokk-
urin hevur sent út, sigur
flokkurin, at hann tekur
undir við at avtaka øll
punktgjøld á el-lutum.
– Hetta verður gjørt í tráð
við samgonguskjalið, har
avtalað er at linka skatta-
og avgjaldstrýstið á húsar-
hald og framleiðslu, so at
kappingarføri vinnulívsins
batnar og megnar at bera
landsins felags húsarhaldi",
sigur Fólkaflokkurin.
Flokkurin leggur dent á,
at tað er skeivt, tá Karsten
Hansen,
fíggjarmálaráð-
harri sigur í fjølmiðlunum,
at Fólkaflokkruin er ímóti
avtøku á punktgjøldum á
el-lutum.
–
Fólkaflokkurin
vil
varðveita MVG-frítøkuna á
lønum til bygging og um-
væling av egnum bústaði,
og harvið er tað satt, tá
Karsten Hansen sigur, at
Fólkaflokkurin er ímóti at
áleggja fleiri gjøld á mill-
um annað sethúsabygging,
sigur Fólkaflokkurin í tíð-
indaskrivinum.
Vónað verður av flokkin-
um, at Karsten Hansen
kemur fram við einum upp-
skoti um at avtaka punkt-
gjøldini á el-lutum.
TÓNLEIKUR
Gulli Johansen, sum hevur
verið við til tvær Prix Før-
oyar kappingar, boðar frá,
at nú er ein nýggjur møgu-
leiki fyri føroyskar tón-
leikabólkar ella einstakl-
ingar á internetinum.
Ein heimasíða er sett
upp, sum skal virka sum
ein sýnisgluggi til útheim-
in. Á hesi heimasíðu hava
allir
føroyskir
bólkar
møguleika at vísa, hvat teir
fáast við. Tónleikur, tíð-
indi, upplýsingar, kontakt
og myndir eru uppskot til
tilfar, ið bólkarnir kunnu
leggja út á netið. Hvør
bólkur fær sína egnu kontu,
sum teir sjálvir ráða yvir.
Endamálið við síðuni er,
at vísa føroyskan tónleik
fram um heimin, skapa
kontaktir við ymisk feløg
uttanlands og at virka fyri,
at føroyskir bólkar sleppa
uttanlands at spæla.
Heimasíðan liggur undir
www.ghj-musicmarke-
ting.com
-ib
Helena Dam á Neystabø
sendi mánadagin 28. januar
Anfinni Kallsberg, løg-
manni bræv, har hon sigur,
at hon ikki longur er partur
av tí parlamentariska grun-
darlagnum undir samgong-
uni.
– Tá eg síðst í november
mánaði í fjør boðaði løg-
tinginum frá, at eg varð
uttanflokka
tingkvinna,
gjørdi eg eisini greitt, at eg
stuðlaði samgonguni og
hennara politikki, sigur
Helena Dam á Neystabø í
brævinum til løgmann.
Eisini sigur hon, at hon
royndi alt síðsta heyst at fáa
samgonguna at taka undir
við einari hækking av
pensjónunum við umleið
30 milliónum krónum, tí
hon helt, at hetta var rími-
ligt og fíggjarliga ráðiligt,
men ynski hennara fekk tí-
verri onga undirtøku í sam-
gonguni, og tað harmast
Helena um.
– Nú beint eftir, at fíggj-
arlógin er samtykt í løg-
tinginum, kemur landstýrið
í bráðskundi við uppskoti
um at hækka pensjónirnar.
Sjálvandi er tað betur seint
enn ongantíð, og eg fari eis-
ini at taka undir við einum
slíkum uppskoti. Men upp-
skotið er so illa frágingið,
at tað fær fíggjarligar av-
leiðingar fyri kommunurn-
ar, sum júst hava gjørt sínar
fíggjarætlanir fyri 2002,
leggur Helena Dam á
Neystabø afturat í brævin-
um.
Eisini sigur hon, at hetta
málið við pensjónunum og
mong onnur mál, sum
verða tikin fram nú av
landsstýrinum og teimum
einstøku samgonguflokk-
unum, sýna, at álvarsemið í
arbeiðinum hjá landsstýrin-
um og samgonguni er burt-
ur, og at tað snýr seg um hjá
flokkum og einstaklingum
at stilla seg í besta ljósið nú
løgtingsval stendur fyri
durum. Soleiðis, heldur
Helena Dam á Neystabø,
ber ikki til at reka seriøsan
politikk.
Og grundað á hesar or-
søkir boðaði Helena løg-
manni og samgonguni frá,
at hon ikki longur er partur
av
tí
parlamentariska
grundarlagnum undir sam-
gonguni.
Pallborðsfundurin hjá
Foreldrafelagnum
Foreldrafelagið skipaði í
gjár fyri pallborðsfundi,
við heitinum Barnaans-
ing – rættur ella krav? Í
hesum sambandi hevði
foreldrafelagið fingið
umboð úr teimum polit-
isku flokkunum við, og
luttakararnir vóru hesir:
Laila á Lofti fyri Fólka-
flokkin, Ronald Poul-
sen, Sjálvstýrisflokkur-
in, Jónfinn Olsen, Mið-
flokkurin, Heðin Mor-
tensen, Sambandsflokk-
urin, Kristian Magnus-
sen, Javnaðarflokkurin
og Høgni Hoydal fyri
Tjóðveldisflokkin.
Meira verður um pall-
borðsfundin í blaðnum í
morgin.
– ib
Helena Dam á Neystabø:
Tikið seg úr samgonguni
Nýggjur møguleiki
til tónleikarar
Gulli Johansen
hevur
gjørt
eina heimasíðu
har føroyskir
tónleikabólkar
fáa møguleika
at sýna fram
tað teir hava
hug til
Fólkaflokkurin:
Punktgjøldini skulu
avtakast
Helena Dam á Neystabø sendi mánadagin løgmanni bræv,
har hon sigur, at hon ikki longur er partur av tí
parlamentariska grundarlagnum undir samgonguni
Karsten Hansen hevur sagt
við fjølmiðlarnar, at
Fólkaflokkurin er ímóti
avtøku av punktgjøldum.
Hetta er tó ikki rætt, sigur
Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi
Farið verður nú at
flyta grót úr Loprans-
dali, oman í Ónavík,
har tað skal brúkast
at fylla út við
ÚTBYGGING
Áki Bertholdsen
Nú verður farið undir ar-
beiðið at byggja havnalagið
í Lopra út.
Sumbiar Kommuna, sum
Lopra er í, hevur fingið
tilsøgn frá Landsverkfrøð-
inginum um at fáa 20.000
kubikk av gróti, sum varð
skotið úr Sumbiarberg-
holinum, og sum nú liggur í
Lopransdali og tað skal nú
flytast oman á havnalagið.
Arbeiðið at flyta grótið
úr Dalinum, oman í Óna-
vík, har tað skal brúkast at
fylla út við, varð boðið út
herfyri og tað var stórur
áhugi fyri at fáa tað.
Jacob Vestergaard, borg-
arstjóri, sigur, at 15 tilboð
komu inn uppá at gera
arbeiðið. Lægsta tilboðið
hevði Michael Pauli Johan-
sen á Tvøroyri, hann bjóð-
aði sær til at flyta grótið
fyri 330.000 krónur og tí
tilboðum samdust bygda-
ráðið um at taka av.
Tað var rættiliga stórur
munur á tilboðunum, tí tað
dýrasta tilboðið var uppá
739.000 krónur, men tey
flestu lógu um 450.000
krónur.
Tað skilst, at arbeiðið at
flyta grótið skal byrja
nakað skjótt.
Endamálið við arbeið-
num er at Kommunan skal
hava ídnaðarøkið til taks,
skuldi áhugi verið fyri
vinnuligum virksemi av
onkrum slagi í Lopra.
Sumba er brimpláss burt-
urav so har gerst onki fram-
við sjónum, men umstøður
at hava góða havn í Lopra
eru góðar.
Annars liggur mangt slíkt
av grótið, sum varð sprongt
úr bergholinum í Loprans-
dali. Mett verður, at eini
100.000 kubikk liggja í
Dalinum
og
Sumbiar
Kommuna hevur gjørt krav
uppá at fáa alt til havna-
útbygging í Lopra.
Men landsverkfrøðing-
urin hevur lovað vágbing-
um tað til Havnaútbygging.
Hetta viðurkenna sumbing-
ar ikki, tí teir siga, at teir
frammanundan
høvdu
fingið munnliga tilsøgn frá
Landsverkfrøðingium til alt
grótið. Teir siga eisini, at
tað er siðvenja, at komm-
unan, haðani grótið kemur,
eisini hevur fyrsta rætt at
fáa tað. Sakførari hevur
kannað málið í eina tíð,
men enn er onki nýtt frá
honum, sigur borgarstjórin.
– Kommunan hevur
keypt ein bygning frá
J & K Petersen. Húsið
skal brúkast til
bjargingarstøð
TILBÚGVING
Áki Bertholdsen
Umstøðurnar at seta bjarg-
ingartiltøk í verk í Skopun
skulu nú gerast betri.
Skopunar
Kommuna
hevur keypt ein vinnu-
bygning frá J & K Petersen
fyri 420.000 krónur, sum
skal brúkast til tilbúgv-
ingina í kommununi-og
kanska í Sandoynni sum
heild.
Gerhard Lognberg, borg-
arstjóri í Skopun, heldur, at
Kommunan hevur gjørt eitt
gott keyp.
Húsið hevur eina gólv-
vídd uppá einar 200 fer-
metrar, umframt eitt loft
sum er partvíst innrættað.
– Húsið liggur í ídnað-
arøkinum, beint norðanfyri
bygdina, tætt við tyrlu-
pallin, so tað liggur væl
fyri.
Tað er eisini hampiliga
nýtt, bygt síðst í áttati-
árunum og tað eru tvær
stórar hurðar í húsinum, so
at onki er í vegin fyri at
koyra inn og út við stórum
bilum ella amboðum.
Borgarstjórin sigur, at
ætlanin er nú, at alt, sum
hevur við bjarging og
tilbúgving í Skopun at gera,
skal flyta inn í húsið,
umframt at tað eisini ber til
at fáa øll amboð hjá
kommununi undir tak.
Húsið er so mikið stórt,
at tað er pláss fyri øllum,
bæði sløkkibili, sjúkrabili
og allari útgerð, sum ein
slík
tilbúgvingarstøð
krevst.
Hann sigur, at í løtuni er
eitt sløkkilið í hvørjari
bygd og hann heldur, at tað
kundi verið eitt hugskot at
savna alla tilbúgving í
Sandoynni yvirhøvur, bæði
sløkkilið og sløkkiliðsút-
gerð, og aðra útgerð, undir
sama taki.
Hann leggur afturat, at at
hetta er ein spurningur,
sum er borin upp á mál við
aðrar kommunur í oynni,
men
fyribils
er
meiri
ivasamt við undirtøkuni.
– Í øllum førum ber til at
siga, at vit hava so skapt
karmarnar fyri, at øll til-
búgving í Sandoynni kann
samskipast á einum staði.
– Men verður tað av
ongum, er hetta í -llum før-
um eitt hús, sum Skopunar
Kommuna væl fær brúkt
sjálv til ymisk endamál, tí í
løtuni eru amboð og útgerð
hjá
kommununi
ymsa-
staðni.
Tey eru farin so smátt at
flyta í húsið, men tað skal
eisini málast og hampast.
Kommunuskrivstovan
byggjast út
Annars
er
Skopunar
Kommuna farin at fyrireika
seg til at kunna umsita tey
málsøki, sum tosað verður
um at flyta frá landinum, til
kommunurnar.
Í tí sambandinum hevur
bygdaráðið í Skopun eisini
samtykt at byggja komm-
unuskrivstovuna út.
Umframt at gera hana
ístand uttan, er ætlanin at
gera loftið, har skal ein
stórur salur vera og ein
skrivstova og wc.
Tað arbeiðið skal nú
bjóðast út.
Annars letur bygdaráðs-
formaðurin í Skopun væl at
gongdini. Kommunan hev-
ur lagt eina fíggjarætlan
fyri 2002 sum javnvigar við
13 milliónum krónum og
tað er áleið tað, sum
skattainntøkan hjá komm-
ununi verður mett at vera í
ár. Hetta er yvir 1,5 millión
meiri enn í fjør.
Harafturat hevur komm-
unan
lækka
skattapro-
sentið, úr 23% í fjør, niður í
22,5% í ár.
Gerhard
Logneberg
sigur, at verða umstøður til
tess, verður tað heilt vist
sett longur niður næsta ár.
Barnafrádrátturin í ár er
óbroyttur, 2.500 krónur.
Í Sandoynni verður ikki
tosað um at leggja komm-
unur saman. Bygdaráðs-
formaðurin í Skopun er
ikki talsmaður fyri saman-
legging. Hann vil heldur
hava samstarv við hinar
kommunurnar og hann
sigur, at kommunurnar í
oynni samstarva um nógv
ymisk mál, og tað sam-
starvið gongur sera væl.
– Tað liggur ein tileggjan
í at tað eru fleiri kommunur
í oynni. Verða tær lagdar
saman, hevði tað kanska
dovna eitt sindur, men fyri
tað vber væl til at sam-
starva, sigur Gerhard Logn-
berg.
Sumbiar Kommuna
fer nú undir at gera
kommunuskrivstov
u í gamla Fiskahús-
inum á Mølini
KOMMUNU-
UMSITING
Áki Bertholdsen
Umsitingin hjá Sumbiar
Kommunu fær nú betri
umstøður. Tað er nakað
síðani, at kommunan
keypti gamal fiskahúsið,
sum hevði staðið tómt
eina tíð og ætlanin hevur
síðani verið at innrætta
tað til kommunuskriv-
stovu.
Húsið varð keypt fyri
góðar 300.000 krónur og
nú hevur Landsbyggi-
felagið gjørt uppskot
um, hvussu tað skal
innrættast. Bygdaráðið
hevur nú samtykt upp-
skotið og hevur biðið
Landsbyggifelagið gera
útbjóðingartilfar
og
bjóða arbeiðið út.
Eftir
uppskotinum
verður helvtin av húsin-
um goymslurúm, sum
ikki verður innrættað.
Men hin helvtin verð-
ur innrættað við fund-
arhøli, tveimum skriv-
stovum, skjalagoymslu
og wc.
Upprunaliga
hevði
hevði Landsbyggifelag-
ið skotið upp at gera ein
útbygning við nógvum
glasi oman ímóti sjó-
num. Har var ætlanin, at
undirhús skuldi vera, har
sumbingar kunnu hittast
í fríløtum, eins og vit
kenna tað frá øðrum
undirhúsum kring ymsa-
staðni í landinum.
Tann ætlanin er nú
slept. Men ístaðin verð-
ur eitt alment wc í hús-
inum.
Í fíggjarætlanini fyri
2002, eru 500.000 krón-
ur settar av til at innrætta
húsið fyri og at hampa
tað uttan.
Borgarstjórin
í
Sumba, Jacob Vester-
gaard, segði herfyri við
Sosialin, at tað kann
tykjast nakað stórt til
kommununa. Men sam-
stundis vísir hann á, at
landsstýrið tosar í heil-
um um at legga fleiri og
fleiri málsøki út til
kommunurnar at umsita.
Og tá ið kommunan fer
undir eitt hús, er tað
betri at leggja upp fyri,
so at tað eisini nøktar
tørvin framyvir.
Hann sigur, at verða
fleiri øki løgd út til
kommunurnar at umsita,
er hann sannførdur um,
at
eisini
Sumbiar
Kommuna er før fyri at
umsita tey øki, sum
kommunurnar eftir ætl-
an, skulu umsita, men so
er eisini neyðugt at
neyðug høli til umsit-
ingina.
Fara nú undir
nýggja kommunu-
skrivstovu
Øll kommunal umsiting í Sumba skal nú flæytast í
nýggj høli í gamla Fiskahúsinum á Mølini, men
undirhúsið, sum skuldi vera í útbygninginum omaneftir,
er slept
Skopuningar keypt
hús til bjargingarstøð
Byggja havnalagið í Lopra út
Skopuningar fáa nú bjargingarmiðstøð og borgarstjórin heldur, at tað kundi verið eitt gott
hugskot at savna alla tilbúgving í Sandoynni undir sama takið og tað er tað pláss fyri í
húsinum í Skopun
C
M
Y
K
5
4