hósdagur 31. januar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 21 - 31. januar 2002
Nr. 21 - 31. januar 2002
7
Á Hotel Vágum hava
tey gott mót um kom-
andi árið, sigur stjór-
in. Í januar hevur
nógv fólk búð á hotel-
linum, og summarið
er eisini upptikið
HOTELVINNA
Edvard Joensen
Vágar: Á Hotel Vágum
eru útlitini fyri árið ikki so
galin, sigur Kári Hentze,
stjóri. Í januar hevur væl av
fólki búð á hotellinum, og
summarið tykist fult upp-
tikið longu nú.
Á Hotel Vágum er sum á
flestu gistingarhúsum í
landinum, sigur Kári Hent-
ze. Har mangla seingja-
pláss.
Hotellið
hevur
keypt
plastvirkið, sum liggur
beint niðan fyri Hotel Vág-
ar, og hevur ætlanir um at
innrætta bygningin til eitt
sonevnt
ráðstevnuhotel.
Tað vil siga hotelrúm og
stórt ráðstevnuhøli.
Fyrireikingarnar eru í
gongd, sigur Kári Hentze,
men leggur afturat, at tað
verður ikki í ár, at tað
arbeiðið verður liðugt.
Hugnatiltøk
Tey fara at spenna seg út á
hotellinum i vár og í sum-
mar, sigur Kári Hentze.
Ymisk tiltøk verða á skrán-
ni í vár, eins og tey í sum-
mar fara at skipa fyri fleiri
sonevndum Føroyakvøld-
um á hotellinum.
Kári Henze sigur, at til-
takið við vínsmakking í fjør
eydnaðist heilt væl, og
skipað verður fyri einum
slíkum aftur í vár.
Eisini verða øðrvísi viku-
skifti, sum hann nevnir tey,
á hotellinum. Skipað verð-
ur fyri túrum frá hotelli-
num, eins og undirhald
verður um kvøldið.
Royndirnar í fjør vóru so
mikið góðar, sigur hann, at
hann ivast ikki í, at royna
tað aftur.
Byrjað verður í februar,
sigur Kári Hentze, og hildið
verður á til út í apríl mán-
aða við hesum tiltøkunum.
Tá mai mánaði er komin,
er sumarið longur komið,
og Hotel Vágar fer undir
summarskránna.
Í summar verður skipað
fyri teimum sonevndui Før-
oyakvøldunum. Eini seks-
sjey eru fyribils sett á
skránna, sigur Kári Hentze.
Tey verða skipað við føroy-
skum mati og mentan, so
sum upplestri og føroysk-
um dansi.
Køkurin
Í køkinum á Hotel Vágum
er nógv at gera. Bæði til
teirra, sum búgva og eta á
hotellinum, men eisini tí-
líkt, sum latið verður út úr
húsinum.
Hotel Vágar ger allan
matin, sum latin verður
umborð á flogførini á flog-
vøllinum í Vágum, greiðir
Kári Hentze frá.
Umframt ger hotellið mat
til allar tunnilsarbeiðarar-
nar í Vágum. Og teir eru
við tíðini vorðnir bara heilt
nógvir, letur hann at. Bæði
í samband við undirsjóvar-
tunnilin og Gásadalstunnil-
in.
Maturin verður vanliga
koyrdur á arbeiðsplássið,
hóast onkur teirra kemur á
hotellið at eta.
Í samband við seinasta
skotið í undirsjóvartunli-
num varð skipað fyri hátíð-
arhaldi, har eisini matur frá
Hotel Vágum var at fáa.
– Eitt sindur havi eg
roynt fyrr, sigur Kári Hent-
ze, men hetta var fyrstu
ferð, eg havi verið við til at
skipa fyri móttøku mitt inni
í einum tunli.
Borðhald varð inni í
tunlinum fyri umleið 250
innbodnum gestum, eins og
borðreitt eisini varð uttan
fyri tunnilsmunnan Vága-
megin fyri teimum umleið
200 fólkunum, sum komin
vóru at síggja, tá skotið
varð.
Seinni um kvøldið var
veitsla í Bygdarhúsinum í
Miðvági fyri innbodnum.
Eisini har stóð Hotel Vágar
fyri matgerðini.
Matstovan á Hotel Vág-
um verður alt meira vitjað,
sigur Kári Hentze. Serliga
er tað um vikuskiftini, at
fólk støkka inn á gólvið at
fáa sær ein betri bita, sigur
hann.
Upptikið á Hotel Vágum
Gamla plastvirkið niðan fyri
Hotel Vágar skal innrættast
við hotelrúmum og
ráðstevnuhølum
Mynd: Edvard Joensen
Hotel Vágar stóð fyri
borðhaldinum, tá seinasta
skotið í undirsjóvartunlinum
varð latið av
Mynd: Jens Kristian Vang
Kappingin um
ferðafólkini millum
Føroya og Danmark
stendur við. Maersk
Air bjóðar nú aftur
bíligar ferðaseðlar
FLOGFERÐSLA
Maersk Air bjóðar ferða-
seðlar upp á tilboð til
fram móti páskum. Til-
boðini eru galdandi á
rutunum millum Vágar
og Kastrup og Vágar og
Billund.
Í tíðindaskrivi sigur
Maersk Air, at bíligu
ferðaseðlarnir
verða
seldir í tíðarskeiðnum frá
30. januar til 16. mars,
meðan
tíðin,
ferðast
kann, er fram til 25.
mars, sum er mánadagur
í páskaviku.
Ferðaseðlaprísurin
millum Vágar og Kastrup
er kr. 1.860,- við øllum
avgjøldum, meðan prís-
urin millum Vágar og
Billund er kr. 1.498,-.
Børn í aldrinum tvey til
ellivu ár fáa 50 prosent í
avslátti, meðan pinku-
børn undir tvey á ferðast
fyri kr. 150,-.
Tað verða ávísar treytir
lagdar á hesi tilboðini.
Til dømis skulu ferðirnar
í mesta lagi vara í fýra
dagar, eins og tann, ið
ferðast, skal vera burtur
náttina millum leygardag
og sunnudag.
Frágaringardagar
úr
Føroyum eru hósdag,
fríggjadag ella leygar-
dag, meðan heim aftur
verður komið sunnudag
ella mánadag.
Ferðaseðilin skal keyp-
ast í seinasta lagi eina
viku áðrenn fráferð og
kann ikki broytast ella
endurrindast.
Tá ferðast verður við
hesum bíligu ferðaseðlu-
num, skulu í minsta lagi
ein vaksin og eitt barn
vera í ferðalagi, sigur
Maersk
Air
í
tíðindaskrivinum.
ej
Vetrartilboð
frá Maersk Air
Maersk Air kappast um ferðafólkini úr Føroyum við bí-
ligum ferðaseðlum fram móti páskum
Mynd: Edvard Joensen
Anders Fogh
Rasmussen leggur nú
leiðina til Grønlands.
Áleikandi evni verða
tikin upp á tveir
dagar longu arbeiðs-
vitjanini
Danski forsætisráðharrin,
Anders Fogh Rasmussen,
er eftir øllum at døma vorð-
in so mikið glaður fyri at
ferðast til ríkesfelagar sín-
ar, at hann nú fer á stutta
vitjan í Grønlandi.
Anders Fogh fer til Grøn-
lands mikudagin, og steðg-
urin verður tveir dagar.
15. januar eftir eina
stutta, men ógvuliga væl
eydnaða vitjan í Føroyum,
allir politisku flokkarnir
kendu vitjanina og útsagn-
irnar hjá danska forsætis-
ráðharranum sum stórsigar.
Anders Fogh hevur eftir
øllum at døma heldur ikki
gloymt føroyavitjanina.
– Jeg lægger vægt på
hurtigt at få førstehånds-
kendskab til, hvad der rører
sig inden for rigsfællesska-
bet. I samme anledning be-
søgte jeg Færøerne for et
par uger siden, sigur An-
ders Fogh Rasmussen und-
an fráferðini til Grønlands.
Áleikandi evni eru á
skránni teir báðar dagarnar,
ið forsætisráðharrin er í
Grønlandi.
Jeg ser frem til at høre
nærmere om de grøn-
landske synspunkter. Samt
om, hvordan det generelt
går i Grønland. Og lytter
gerne til, hvilke tanker man
gør sig i Grønland om
fremtiden.
På udenrigsområdet vil
vi drøfte forholdet til USA
og til EU. Det sidste også i
lyset af det danske for-
mandskab i 2. halvår 2000,
sigur altso Anders Fogh
Rasmussen.
Tingmenn høvdu ikki
nógv nýtt at siga, tá
løgtingið hevði
aðalorðaskifti um
privatiseringar
Týsdagin hevði tingið aðal-
orðaskifti allan dagin um
privatiseringar.
Fleiri tingmenn tó orðið,
men orðaskifti var merkt av
at vera lítið ítøkiligt.
Løgmaður hevði framm-
anundan orðaskifti givið
tingmonnum eina frágreið-
ing, sum var grundað eina
aðra frágreiðing – nevniliga
frágreiðing um at einskilja
fyritøkur landsins.
Fleiri tingmenn nýttu
eisini høvi til at viðmerkja,
at val er í hondum, og hetta
nokk hevði okkurt við sak-
ina at gera, tá ið uppskotið
kemur fyri nú.
Løgmaður avvísti hesum,
og hann sóknaðist eisini
eftir, at flokkarnir vístu
stevnu í spurninginum um
privatiseringar,
Serliga Fólkaflokkurin
vísti seg at hava góðan hug
á privatiseringum. And-
støðuflokkar vóru allir sum
ein avvísandi yvirfyri ætl-
anum hjá landsstýrinum.
Framsøgumaðurin, Finn-
bogi Arge, var heitur fortal-
ari fyri, at landsins fyritøk-
ur fara á privatar hendur.
Jenis av Rana úr Mið-
flokkinum helt, at talan var
um ein sjónleik ella eina
parodi, tí val verður í næst-
um. Hann kendi tey eisini
sum um, at samgonganm
hevði lyndi til at gloyma
kreppuárini.
Javnaðarflokkurin vísti
sum áður á stórar vansar
við at privatisera. Serliga
Føroya Banki lá í buktini
har. Sum heild vóru eisini
nógvir tingmenn, sum ikki
sóu nakað kløgt í at lata
Føroya Banka á privatar
hendur.
Tingmenn
megnaðu
heldur ikki at halda seg til
evnið, og gamalt partapolit-
iskt stríð vísti seg javnan, tá
tingmenn vitjaðu røðara-
pallin.
Orðaskiftið staðfesti, at
samgongan stendur rætti-
liga langt frá andstøðuni.
Lagnan hjá ætlaðu privat-
iseringunum er enn óviss.
Privatiseringar í Løgtinginum:
Lítið ítøkiligt orðaskifti
Framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum, Finnbogi Arge, dámdi
væl tankan um privatiserin av fyritøkum landsins. Hann helt
m.a., at hetta fór at geva vinnuni betri karmar at virka undir
mynd: Jens Kristian Vang.
Tær báðar, Jóna og Birita, sum eru í starvsvenjing á Sosialinum, vóru ein túr í Løgtinginum til
orðaskifti um privatiseringar. Tær báðar ganga í Kommunuskúlanum í Havn. Maðurin í
miðjuni er av Viðareiði
Mynd: Jens Kristian Vang.
Tað er nógv, sum
røkist fyri, at Rás
Tórshavn í framtíðini
fer at gerast heilt
øðrvísi. Fólk fara í
framtíðini at kunna
taka ímóti talgildum
sjónvarpsrásum,
umframt at fleiri
aðrar tænastur sum
alnetsamband liggja
fyri framman.
FJARSKIFTI
Heri á Rógvi
Føroya Tele arbeiðir í løtuni
saman
við
Tórshavnar
Býráð við einari ætlan, sum
skal broyta munandi upp á
Rás Tórshavn.
Tey seinastu tíggju árini,
ið borgarar í Tórshavnar
Kommunu hava havt Rás
Tórshavn, hevur møguleiki
verið fyri at síggja útl-
endskar sjónvarpsrásir um
fylgissvein. Rok hevur til
tíðir verið um hesar góðu
rásir. Sum støðan er nú,
skal rásin TV3 takast av
skíggjanum hjá havnarfólki
í vikuni, men røkist fyri
einari loysn.
– Sum støðan er nú, verð-
ur sløkt fyri TV3 1. februar,
men samráðingar eru og
havi eisini verið millum
partarnar í longri tíð. Vit
hava tó í samráð við Føroya
Tele hugt at øðrum møgu-
leikum í sambandi við Rás
Tórshavn, har talan verður
um, at Føroya Tele skal
yvirtaka Rás Tórshavn, og
rásirnir gerast talgildar og
fleiri, sigur Jan Christian-
sen.
Býráðsfundur verður í
kvøld, hóskvøldið, har Rás
Tórshavn verður ovast á
dagsskránni.
Andras Róin, stjóri á
Føroya Tele, váttar fyri
Sosialinum, at tær í løtuni
eru í samráðingum við
Tórshavnar Kommuna, um
framtíðarlagnuna hjá Rás
Tórshavn. Í løtuni er tað
Føroya Tele, ið umsitur Rás
Tórshavn fyri Tórshavnar
Kommuna, og hetta ger eis-
ini, at Føroya Tele, sambært
Andras Róin, hevur uppar-
beitt sær servitan á økinum.
– Vit gera í løtuni eitt
kanningararbeið, sum er
rættiliga umfatandi. Tankin
er, at vit skulu yvirtaka Rás
Tórshavn, men hetta verður
ikki bert gjørt fyri at geva
borgarunum eina ókeypist
tænastu, tí Føroya Tele má
skapa eitt yvirskot á øllum
økjum, sigur Andras Róin.
Stjórin á Føroya sigur, at
broytingarnar hjá Rás Tórs-
havn skulu eisini síggjast í
tí ljósinum, at tekniskar
umleggingar skulu til í
sambandi við, at lagt verð-
ur um á flestu rásum frá
analog til digitalt ella tal-
gilt, sum tað eitur á før-
oyskum.
– Ætlanin er, at fólk
skulu kunna móttaka sign-
alið við verandi anntennu
útbúnað. Talan verður so
um, at ein talgildur móttak-
ari skal setast til við einum
korti, sum sostatt kann
móttaka signalið og gera, at
tað kann síggjast í sjón-
varpstólinum, sigur Andras
Róin.
Hann váttar, at teir
hyggja eftir møguleikan,
sum eisini innibera annað
enn bert eina nýggja sjón-
varpsrás.
– Vit kunnu fáa eitt ana-
log signal til at gerast til
fimm digital, soleiðis at tær
fimm rásirnar kunnu gerast
til nógv fleiri, men hetta
noyðist ikki at vera sjón-
varpsrásir, sigur Andras
Róin.
Møguleikan um internet-
samband við eitt tílíkt kerv
verður eisini kannaður,
men einki ítøkiligt er enn
avgreitt.
Uttanlands er marknað-
urin fyri slíkum móttakar-
um vorðin stórur, og møgu-
leikarnir eru eisini rættiliga
umfatandi. Andras Róin
sigur tað vera eitt sera
spennandi øki, sum kann
lata upp fyri nógvum
møguleikum.
Jan Christiansen, býráðs-
formaður, veit at siga, at
ókeypis rásir til borgararnar
sum hjá Rás Tórshavn er
eindømi, og tað er spurn-
ingurin,
hvussu
leingi
henda skipan fer at vera
møgulig í framtíðini.
Anders Fogh Rasmussen
leggur leiðina til Grønlands Rás Tórshavn fyri kollveltandi
broytingum
– Vit kunnu fáa eitt analog
signal til at gerast til fimm
digital, soleiðis at tær fimm
rásirnar kunnu gerast til nógv
fleiri, men hetta noyðist ikki
at vera sjónvarpsrásir, sigur
Andras Róin
Grønlendingar fáa nú vitjan
av danska forsætisráðharran-
um, sum fyri stuttum vitjaði í
Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6