Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 21 - 31. januar 2002 Nr. 21 - 31. januar 2002 9 Norðurlendski felags- skapurin fyri liberal- ar ungdómsfylkingar, N.L.R.U., valdi fyrr í mánaðinum Olav Enomoto úr Ung- mannafelagnum Sam- band til forseta. Sam- stundis varð Michael Jensen eisini valdur til aðalskrivara POLITIKKUR Heri á Rógvi Felagsskapurin N.L.R.U. hevur fingið nýggjan for- seta. Olav Enomoto úr Vestmanna kann nú kalla seg forseta fyri felagsskap- in. Styttingin N.L.R.U. stendur fyri Nordisk liberal og radikal ungdom. Felags- skapurin fær fíggjarligan stuðul frá Nordisk Minist- erråd og er at meta sum ein sokallaður parably felags- skapur. Líknandi felags- skapar eru eisini fyri onnur politiskt ungmannafeløg, eitt nú fyri sosialistiskar ungdómsfelagsskapir. Í felagsskapin rúmarst ungmannafeløg úr øllum norðanlondunum. Danska Venstre hevur tó, sum støð- an er nú, ikki limaskap. Føroyski parturin av felags- skapinum er Ungmanna- felag Samband, sum, ó- neyðugt at siga, er felagið fyri ung sambandsáhuga. Á aðalfundi fyrr í mán- aðinum valdi felagsskapur- in nýggjan forseta og aðal- skrivara. Hesir gjørdust báðir úr Ungmannafelag- num í tí, at Olav Enomoto gjørdist forseti og Michael Jensen gjørdist aðalskriv- ari. 28 ára gamli vestmenn- ingurin og hálvi japanarin, Olav Enomoto, kann nú sum ikki so mangur annar í Føroyum kalla seg fyri for- seta. –Eg veit ikki, hvussu nógv eg skal leggja í heitið, men eg meti hetta sum ein greiðan álitissess, har eg fái møguleikan at samstarva við onnur norðanlond, sigur Olav Enomoto. Uppgávan hjá forseta- num verður at standa á odda fyri felagsskapinum. Michael Jensen skal hin- vegin taka sær av dagliga rakstrinum av felagnum. Hini norðanlondinum eiga øll umboð í stjórnini í N.L.R.U. Olav forseti Teir báðir, Olav Enomoto og Michael Jensen, eru vorðnir ávíkavíst forseti og aðalskrivari í norðurlendsku felagsskapinum N.L.R.U. Mynd: Álvur Haraldsen. - Vit spenna rættiliga víða, og felagið er aktivt á so gott sum øllum økjum, tá ið ræður um trol og nótir, sigur John Poulsen, stjóri. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í Sosialinum í gjár høvdu vit samrøðu við John Poul- sen, stjóra á P/F Vónini, um ætlaninar at byggja ein stóran bygning niðanfyri oljutangarnar á Viðarnesi í Havn. Somuleiðis greiddi stjóri frá, at Vónin júst hevur keypt seg inn í eitt trolvirki í Nuuk í Grøn- landi. Býtt upp í deildir At gera og umvæla trol og nótir, krevur nógv pláss, og næstan líka mikið, hvussu stór hølir Vónin enn hevur, verður tað neyvan nakran- tíð soleiðis, at alt arbeiði kann gerast undir taki. Felagið hevur býtt sítt virksemi upp í deildir; í Havn arbeiða teir við botn- trolum, eitt nú rækjutrol- um. Í tí eina bygninginum í Fuglafirði verða flótitrolini gjørd og umvæld. Ein nýggjur bygningur er eisini bygdur, sum serliga verður brúktur til snurpinótir. Hesin er býttur upp í »krubbur«, sum kraft- blokkaskipini hava keypt sær. Summi skip hava tvær krubbur, onnur tríggjar. Her kunnu skipini goyma sínar nótir og flótitrol. Í erva eru stórir kraftblokkar, sum kunnu draga nótirnar og trolini. Hesi skip skifta reiðskap alla tíðina — alt eftir, hvar tey royna, og hvørjum fiskaslagi tey royna eftir. - Í ár hava skipini trolað eftir lodnu í føroyskum sjógvi, og tað hevur vístseg at rigga væl, tá ið fiskurin stendur djúpt. Men tá ið tey fara aftur í íslendskan sjógv at royna, taka tey nótirnar umborð aftur, tí har er ikki loyvt at trola eftir lodnu, vísir John Poulsen á. Krevur nógv pláss Stjórin sigur, at tey stóru flótitrolini krevja ógvuliga nógv pláss, tá ið tey eru illa fløkt og skulu greiðast aftur. - Tað er soleiðis, at tey størstu trolini mugu greið- ast og umvælast úti, um nógv er at gera við tey. Tí plaga vit at strekkja hesi á gamla leirvíksvegnum, og tað er ein stór hjálp.Hann vísir á, at teir fremstu meskarnir í teimum stóru flótitrolunum eru upp í 64 metrar langir, tá ið teir eru strektir eftir longdini. Síðan minka teir niður í helvt, so hvørt tú kemur longur aftur í trolið; meskarnir minka nevniliga úr 64 metrum niður í 32 metrar, síðan niður í 16 metrar, 8 metrar, 4 metrar, 2 metrar og 1 metur. Afturi í posanum koma meskarnir niður í 80 mm., tá ið talan t.d. er um svartkjaftatrol. - Hesi trolini eru úr 500 uppí 700 metrar long, og tey størstu kunnu »gapa« einar 2000 metrar! vísir John á. Tað hevur hent seg fyrr hjá Vónini, at illveður er komið á, soleiðis at trol- ini erufokin oman í hagan við leirvíksvegin, men slíkt hendir ikki aftur, tí nú verða trolini fest allan vegin, so illveður einki ger við tey. - Í løtuni hava vit eitt trol hjá Christiani í Grótinum liggjandi á leirvíksvegnum. Hetta trolið skal umvælast og gjøgnumgangast, men nú kavi liggur, gerst einki, tí trolið er undirkavað, sig- ur John. Sóttreinsa alinótir Virksemið hjá P/F Vónini spennir rættiliga víða. - Vit hava eisini tað gamla nótavirkið uttanfyri Havsbrún. Her gera og um- væla vit nótir til alivinnuna. Uttast á enninum hava vit eitt vaskarí til alinótir við stórari “vaskimaskinu”. Her verða alinótir úr øllum landinum sóttreinsaðar, umvældar og impregnerað- ar av nýggjum. Tá ið hesar verða settar útaftur, eru tær sum nýggjar. John vísir á, at Vónin hevur riggað seg væl til á hesum øki og brúkt nógvan pening til tess at nøkta tørvin hjá alivinnuni. - Neyðugt er at vera góð- kendur av heilsumyndug- leikunum, um tú skalt fáast við slíkt virksemi, og hesar góðkenninar hava vit. Virk- semið hjá okkum er góð- kent bæði av Heilsufrøði- ligu Starvsstovuni og Djóralæknastovninum, sigur hann. Gera fortoyningar - Eg vil siga, at vit fevna yvir so gott sum allan »sektorin«, tá ið ræður um trol og nótir, bæði til fiski- vinnuna og alivinnuna. Aftrat hesum gera og selja vit fortoyningar til alivinn- una, umframt at vit selja nógva aðra útgerð til hesa vinnu. John vísir á, at Vónin t.d. ger lidnar fortoyningsskip- anir til einar 8-10 ringar, so hesir liggja tryggir, har teir verða lagdir út, tað veri seg bæði á deyðavatni og úti á streymasjógvi. Vit upp- byggja eina skipan við tog- um, ketum og akkerum, og felagið hevur gjørt sær stór- an royndir á hesum øki. - Tað eru stór virðir, sum skulu tryggjast við hesum fortoyningum, so tað er sera umráðandi, at skipan- inar eru haldgóðar og tryggar. Ikki minst, nú al- ing eisini fer fram úti á streymasjógvi, sum er ein avbjóðing fyri seg.Stjórin vísir á, at nógvastaðni er rættiliga harðbalið, har ali- ringar liggja. Tí er hetta ein stór uppgáva, sum Vónin hevur lagt seg eftir at loysa fyri síni viðskiftafólk. Nýggj hugskot - Vit arbeiða eisini við hug- skotum um, hvussu ringasti streymurin kannútihýsast á einum aliøki, t.d. við at seta net upp, sum kunnu taka broddin av streyminum. John sigur, at hesar royndir verða gjørdar, tí ynskiligt er, at alivinnan fær fleirimøguleikar úti á streymasjógvi. - Skulu vit hava eina enn størri alivinnu, sum málið er, mugu loysnirfinnast, og hetta er so ein møguleiki. Inni á deyðavatni dálkar al- ingin sjálvsagt nógv meira enn úti á streymasjógvi, har botnurin verður reinsaður so hvørt, sigur John Poul- sen, stjóri á P/F Vónini, at enda. Vónin hevur eitt fjølbroytt virksemi - Tað er soleiðis, at tey stør- stu trolini mugu greiðast og umvælast úti, um nógv er at gera við tey. Tí plaga vit at strekkja hesi á gamla leir- víksvegnum, og tað er ein stór hjálp, sigur John Poulsen P/F Vónin arbeiðir við hug- skotum um, hvussu ringasti streymurin kann útihýsast á einum aliøki, t.d. við at seta net upp, sum kunnu taka broddin av streyminum. - Hesar royndir verða gjørd- ar, tí ynskiligt er, at alivinn- an fær fleiri møguleikar úti á streymasjógvi, sigur John Poulsen - Skálatrøð er tað mest spennandi byggiøkið, sum er eftir í býnum, og fyrr ella seinni verður bygt á økinum. Men uppskotið um Skála- borg sýnist mær ógvusligt. Bygning- urin hóskar ikki inn í umhvørvið og er fyri mær ikki sannfør- andi, sigur Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur í Havn SKÁLABORG Turið Kjølbro - Skálatrøð er tað mest spennandi byggiøkið, sum er eftir í býnum, og eg ivist ikki í, at tað ber til at fáa eina fantastiska bygging har. Tað liggur mitt í hjart- anum í býnum, og liggur nærum og bíðar eftir, at onkur byggir á tað. Síðani økið varð sprongt, hevur tað ligið óliðugt viðgjørt og brúkt sum parkeringspláss. Onkustaðni skulu bilarnir vera, men eg havi altíð hildið, at tað er heilt skeivt at gera parkeringspláss har, sigur Gunnar Hoydal, fyrr- verandi býararkitektur í Havn. Nógvar hava ætlanirnar verið, sum eru lagdar á Skálatrøð. Ætlanin hjá samtakinum Routunda at byggja ein 7000 fermetra stóran bygning við íbúðum, handlum og øðrum á Skála- trøð, er bert tann seinasta í røðini. Ola Steen, sum teknaði Norðurlandahúsið, metti á sinni, at Norður- landahúsið átti at ligið á Skálatrøð. Síðani hava uppskot til eldraíbúðir, hotell og enntá eitt løg- tingshús verið til Skálatrøð. Størsti trupulleikin at byggja á Skálatrøð er ferðslan og parkering. At har er so ringt at koma til og frá. - Sigmundargøta er heilt vónleys at koma ígjøgnum, somuleiðis Grím Kambans- gøta. Einasti møguleikin er at troðka seg ígjøgnum Vágsbotn. Tí er eisini skeivt at leggja parkerings- pláss har. Parkeringspláss skulu liggja nær við høvuðsferðsluna, har tað er lætt at koma til og frá, sigur Gunnar Hoydal. Tankin góður Serliga sjónskur verður ferðslu- og parkerings- trupulleikin, um ein so stórur bygningur sum Skálaborg verður lagdur á Skálatrøð. - Sum er eru eini 160 par- keringspláss til dagparker- ing á Skálatrøð. Í sær sjálvum krevur ein bygging á 7000 fermetrar við íbúð- um, skrivstovum og handl- um í minsta lagi 150-200 parkeringspláss umframt. Sjálvur dámar Gunnari Hoydal best uppskotið á sinni hjá arkitektunum Gudmundi Hansen og Alberti Isfeldt um elda- íbúðir, sum lógu inn ímóti berginum. - Tað hevur nakað við støddir at gera. Skálatrøð var eina ferð ein trøð, sum gekk oman ímóti sjónum. Eldraíbúðirnar í fyrra uppskotinum bygdu seg út frá berginum, og tí sýntist tann ætlanin ikki so ógv- uslig. Hetta nýggja upp- skotið er rættiliga nógv øðrvísi, bæði í formi og dimensjónum. Tað er áhugavert at síggja eitt slíkt uppskot, tankin er góður, men nógv viðurskifti, ikki minst viðvíkjandi ferðslu og parkering, skulu kannast og loysast fyrst. - Bygningurin sýnist mær ógvusligur og onkusvegna yvirdrivin arkitektoniskt. Hann liggur frítt miðskeiðis á økinum, við einum torgi í miðjuni, og hann tekur seg ikki upp fyri húsini, sum liggja aftanfyri. Men sum hann er vístur á myndum, hóskar hann ikki inn í um- hvørvið. Fyri mær er ætl- anin ikki sannførandi. - Hinvegin er ikki lætt at útiloka nakra ætlan á Skálatrøð, men tað verður ikki lætt at leggja ein 7000 fermetra stóran bygning á økið. Skrivstovur og handl- ar krevja parkeringspláss. Skrivstovur høvdu ligið væl á Skálatrøð, men góð øki til skrivstovur eru løgd aðra- staðni í býnum, sigur Gunnar Hoydal. Nýggj ferðsluæðr Skal nakað byggjast á Skálatrøð, má nýggjur veg- ur gerast úr J.C. Svabos- gøtu oman á Skálatrøð. - Tað er næstan neyðugt fyri at loysa ferðslutørvin, sum verður. Fyrr ella seinni verður okkurt bygt á Skála- trøð. Tað er heilt givið. Onkur bygningur, sum ger økið meiri livandi og upp- livilsisríkt. Tað kundi eitt nú verið eitt býarhús til mentunartiltøk. Ein slíkur bygningur hevði ikki nerv- að ferðsluna so nógv, tí mentunartiltøk eru sum oftast um kvøldið og tá er ferðslan ikki so nógv. Í løtuni liggur vestaravág nakað deyð. Hinvegin liggja nakrir fantastiskir bygningar vestanfyri, Müll- ers Pakkhús, Skeivapakk- hús, fabrikkin hjá Østrøm millum aðrar. Hesir kunnu verða ein herligheit fyri býin í framtíðini, sigur Gunnar Hoydal at enda í viðtali. Grønlendski kvinnuflokkurin Arnat Partiiat stillar upp til Landstingsvalið við tí endamáli, at fáa fleiri kvinnur inn á ting POLITIKKUR Turið Kjølbro Grønlendsk konufólk vilja ikki longur lata sær lynda, at ov fáar kvinnur mynda politiska valdið í Grønlandi. Tískil er fe- lags kynspolitiska stríð- ið um sessirnar í polit- isku valdsdeplunum langt frá lagt á hillarnar. Grønlendski kvinnu- flokkurin Arnat Partiiat er nevniliga til reiðar at stilla upp sum sjálvstøð- ugur flokkur til Lands- tingsvalið, sum verður í hesum árinum. Flokkur- in hevur sum mál at fáa fleiri kvinnur inn um tinggátt. Harafturímóti er flokkurin eisini til reiðar at verða upp- loystur, tá ið talið á kvinnum og monnum í tinginum er javnt. Arnat Partiiat hevur í dag 50 limir. Hvussu nógvir teirra stilla upp, er enn ikki greitt. Men flokkurin fer ikki bert at viðgera sokallað bleyt politisk evni, sum eitt nú, hvat er best fyri barnið og familjuna. Sambært Helgu Nielsen, skrivari í flokkinum, viðger flokkurin onnur evni á jøvnum føti. Teimum slepst ikki und- an, sigur hon. Børn og ung í Norðurlondum skulu hava størri ávirkan, heldur Norðurlendska Ráðharraráðið NORÐURLOND Turið Kjølbro Børn og ung í Norður- londum skulu hava størri ávirkan. Og ar- beiðast skal ímóti ný- nasismu og fremmanda- hati millum ung í Norð- urlondum. Hetta eru tvey av høvuðsmálun- um, sum Norðurlendska Ráðharraráðið undir leiðslu av norðmonnum, fer at virka fyri í ár. Laila Dåvøy, sum er barna- og familjumála- ráðharri í Noregi, ynskir at styrkja tilvitið millum ung um norðurlendska samleikan og mentanar- arvin. Hetta skal fremj- ast ígjøgnum eina røð av ítøkiligum verkætlan- um, tiltøkum og ráð- stevnum. Umframt fara norðmenn at skipa fyri einum serligum tiltaki fyri børn og ung í norð- urvestur Russlandi og nærumhvørvinum. Til várs savnast allir ráð- harrarnir í Norðurlond- um, sum hava ábyrgdina av barna- og ungdóms- politikki, til at tosa um, hvat kann gerast til frama fyri børn tvørtur um øki. Í heyst verður eitt stór mentanartiltak í Oslo undir heitinum Felagsskapur og ment- anarligt margfeldni. Málið er at skapa eitt netverk í Norðurlondum fyri mentanarvirksemi millum minnilutabólkar. Fleiri kvinnur á ting Norðurlendski samleikin styrkjast Ógvusligt og yvirdrivið arkitektoniskt - Tað er áhugavert at síggja eitt slíkt uppskot, men nógv viðurskifti, ikki minst viðvíkjandi ferðslu og parkering, skulu kannast og loysast fyrst, sigur Gunnar Hoydal um Skálaborg - Fyrr ella seinni verður okkurt bygt á Skálatrøð. Onkur bygningur, sum ger økið meiri livandi og upplivilsisríkt, sigur Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur C M Y K 9 8