Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 21 - 31. januar 2002 Nr. 21 - 31. januar 2002 11 Jenis av Rana Í Dimmalætting hósdagin verður formaður komm- unulæknanna endurgivin fyri at: verða ivasamur um at føroyskor læknar fremja eina viðgerð, sum onga skjalprógvaða ávirkan hevur, og víðari førðir hann fram( og hetta er alt um viðgerðina har antabus verður innopererað), at: hetta gevur eisini eina eyka útreiðslu fyri samfelagið og tú kanst seta spurnartekin við um tað er rætt, at landið rindar fyri eina viðgerð, sum ikki virkar, endar hann. Uttan í hesum føri at við- gera málið um antabus ella ikki, so fari eg enn einaferð at vísa á tann sorgarleik, sum hvørt ár ferð fram í heilsuverki okkara. Har verða í meðal eini 60 børn árliga týnd við lækna og politikara samtykki, við einari útreiðslu pr. dráp, sum ikki stendur mát við tær umtalaðu útreiðslurnar, og har talan er um eitt innntriv í mannalikamið, sum onga góða skjal- prógvaða ávirkan hevur- tvørturímóti!!! Hvussu ber til at læknar við formonnum av ymisk- um slagi ikki verja hesi óseku, og ikki tala at, tá hesar oyðandi viðgerðir verða framdar og har peningur, ið átti at verða brúktur í lívsins tænastu, verður brúktur í deyðans? Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Orðaskiftið um einskiljing ella privatisering, sum tað eitur á føroyskum, er ikki sørt merkt av naivi- teti. Eitt er heimurin, sum man vil hava, at hann skal síggja út, og eitt annað er so heimurin, sum hann veruliga sær út. Tað er gleðiligt, at Tjóðveldisflokkurin meldar út við, hvørji øki ikki skulu privatiserast. Trupulleikin er, at tosið um tænastustøði ljóðar eitt sindur innan- tómt, tá vit kunnu konstatera, at almenna tænastu- støðið er fallið í hesum valskeiðnum. Postur verður ikki borin út leygardag longur, og vit skulu betala brúkaragjald av einum landsvegastubba. Skriftin stendur longu á vegginum. Tað, ið man saknar í orðaskiftinum, er søguligt baksýni. Miðfyrisitingin er spildurnýggj, og henn- ara sterka síða er ikki at seta seg inn í, hvat er farið fram áðrenn 1996. Viðhvørt kann man misteinkja hesa umsiting fyri at ganga útfrá, at eingin hevur tosað um privatisering ella útlisitering fyrr. Telefonverkið útlisiteraði installatiónsarbeiði longu í 1973. Privatir lastbilar hava koyrt fyri Strand- ferðsluna í 80’unum. Strandferðslan hevur yvir- tikið skip og bussar frá privatum, antin tí hesir ikki kláraðu sínar skyldur ella ikki megnaðu at endurnýggja tólini. Tá man nú sær útlisitering av eitt nú flogrutuni, so eigur ein at minnast til, at tað bert eru fá ár síðani, at tað almenna mátti yvirtaka rutuna. Søguliga hevur landið staðið við endan, tá alt skramblar saman. Argumentið um at minka um váðan heldur ikki, tí landið átti einki í bankunum, men stóð eftir við rokningini. Eitt bankakollaps hendir neyvan aftur, men um tað ger, sum tað t.d. hendi í Norra fyri nøkrum árum síðani, hvør stendur so við rokningini? Hvat ger landið, um ein bussur fer fallitt, soleiðis sum vit mangan hava sæð tað fyrr? Niðurleggur rutuna? Nei, sjálvsagt ikki. Hvat so? Tað hevði kanska verið skilagott av selt partar av eitt nú Føroya Tele og Føroya Banka. Hetta hóast argumentið, at fyritøkur verða betur stýrdar privat, er eitt sindur tunt í føroyskum sambandi, tá vit hugsa um Sjóvinnubankan, Føroya Banka, Fiska- søluna og virkini sum í dag eru Fiskavirking. Alt fór á heysin undir privatari leiðslu fyri bert 10 árum siðani, og landið tók um endan. Hetta var ein neyð- loysn og ikki úrslit av einari ætlaðari nationali- sering. Tað er líka óseriøst at verða konsekvent fyri allari privatisering, sum tað er at verða konsekvent ímóti allari privatisering. Alt má kunna diskuterast – marknaðarkreftirnar klára ikki alt, hóast fólk tykjast halda tað eftir at hava havt framgongd í skallut 7 ár. DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Privatisering VIÐMERKINGAR Bill, Justinussen Miðflokkurin Kvøldtíðindasendingin í Útvarpi Føroya 28. januar 2002 gav okkum eina dapra mynd av vælferðarsamfe- lagnum Føroyar. Sigarettir Fyrst vísti ein lækni á ræð- andi hagtøl, sum prógva ovurstóra vandan við royk- ing. Skilti eg hann rætt, er royking orsøk til ein týð- andi part av teimum sjúk- um, heilsuverkið dagliga roynir at umvæla og í alt ov mongum førum beinleiðis deyðsorsøkin. Hasj og onnur rúsevni Beint í hølunum á oman- fyrinevnda tíðindastubba kom ein ikki minni skelk- andi frágreiðing um stóru rúsevnistrupulleikarnar, sum serliga eru at finna millum okkara heilt ungu. Viðgerðarstovnarnir siga seg ikki vera fakliga førir fyri at møta hesum trupul- leikum og hava søkt hjálp uttanífrá. Fleiri og fleiri ungdómar gerast misnýt- ara, og heldur gongdin fram, verður trupulleikin ovurstórur um nøkur fá ár. Rúsdrekka Fyri nøkrum árum síðani gekk Javnaðarflokkurin á odda fyri at gera tað lættari at fáa fatur í rúsdrekka við tí úrsliti, at vit í dag hava fría sølu. Nú eru politikarar endaðir í tí syndarligu støðu, at teir royna at fáa føroyingar at drekka meiri vín við tí endamáli at fáa teir at drekka minni brenni- vín. Ein ússalig støða. Eitt øðrvísi skúlaverk Fyri at kunna broyta hesi viðurskifti má ein hug- burðsbroyting til. Og hend- an broytingin kann fremjast gjøgnum skúlaverkið. Nú fólkaskúlin er komin á føroyskar hendur, eru vit minni bundin av donskum reglum, og tí er lag á manni at tillaga skúlan eftir egn- um viðurskiftum. Eitt upp- skot at gera eina nýggja lærugrein, sum hevur til endamáls á ein lívsjáttandi hátt og við fakligum ser- kunnleika at læra øll okk- ara ungu, hvussu vit liva eitt sunt lív til gagn fyri tey sjálvi og næstan. Hendan lærugreinin kann innihalda undirvísing um skaðiligu árinini av royking, rús- misnýtslu, ováti, misrøkt av likami og sál sum heild o.s.fr.. Víðari kundu tey lært, hvussu ein etur sunt, hvussu ein røkir likamið á skilabesta hátt, hvussu ein kann menna sunnar lívs- vanar o.s.fr. Hatta er uppgávan hjá heiminum, vil onkur siga. Men tíverri er tíðin farin frá teimum døgum, har børn okkara lærdu alt hetta av foreldrunum. Samfelagið ger krav upp á okkara arbeiðskraft, vit eru vorðin hugburðsleys vinnutól, sum seta alt til viks fyri at tæna einum harðrendum mater- ialistiskum harra og tí eru okkara heim ikki longur tann oasan, sum tey burdu verið, men bert eitt stað, har fólk eta og sova, meðan veruliga livið fer fram alla aðra staðni. Miðfloksins samfelag Hetta er ikki tær Føroyar, Miðflokkurin vil virka fyri. Vit hava langt síðani ávarað um allar vandarnar við samfelagnum, har mamm- on er gudurin. Vit hava loysnir, sum kunnu føra okkum aftur til samfelagið, har heimið og familjan aftur fáa tann av Guði ætlaða lut í gerandislívi okkara. Tíðindasendingin 28. janaur 2002 vísti bert ein brotpart av tí mynd, sum er í ferð við at tekna seg, um vit framhaldandi lata sosialismu og kapital- ismu vera einastu vegleið- arar fyri okkara framtíðar- samfelag. Tíðin er komin, har Mið- flokkurin fær møguleikan at prógva, at hetta ikki eru tóm orð. Avgerðin av tín. Kommunulæknafelagsformaðurin – og virknir viðgerðarhættir Hassj, sigarettir, rúsdrekka og Miðflokkurin Klæðir hvørki Lisbeth ella Sambands- flokkinum at leggja eftir mann- inum í London fyri at raka Høgna Hoydal Niels Pauli Danielsen Klakksvík Ætlaði ikki at leggja meg úti politiska tjakið, men nú er ovboðið, tá ið skilakvinnan Lisbeth L. Petersen fer í tey før- oysku bløðini og roynir at raka Høgna Hoydal við at skjóta eftir páp- anum, sum í løtuni starvast í London. Teir eru hvør sín maður og duga báðir at svara hvør fyri seg. Lisbeth hevur loyvi til at hugsa sítt, men at venda ein- um orðataki og seta seg sjálva so lágt, at hon fer í bløðini og skjýtur við faðirskapi, klæðir hvørki Lisbeth ella sambandsflokkinum. Hevði satt at siga ikki væntað tað av Lisbeth, sum plagar at vera hampilig á allan hátt og skuldi verið eitt tað virðiligasta umboð fyri Føroya fólk á danatingi. Tað man vera okkurt, sum av óvart er komið skeivt fyri. Einki hugsi eg, at Lisbeth ella sam- bandsflokkurin á dana- tingi fer at virka ímóti tí til eina og hvørja tíð sit- andi føroyska lands- stýrinum, og eins lítið hugsi eg, at frælslynta danska stjórnin fer at ganga ørindi fyri and- støðuna á løgtingi. Mær tykir, at hetta kom greitt fram undir vitjan forsætismálaráðharr- ans. Men handa sipanin til faðirin hjá einum politiskum mótstøðu- manni var eitt slag undir belti, Lisbeth, og eigur at verða aftur- tikin. Heldur skuldi verðið tikið við læru av Høgna Hoydal, sum opið legg- ur fram sínar politisku hugsanir, men altíð er siðiligur og ópersón- ligur, sjálvt um hann fær manga spannina holvda yvir sín kropp, bæði av illgitingum og ósannindum. Regin Eikhólm Fyrrverandi danski for- sætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, var helst tann fyrsti uttanfyristandandi til yvirordnað at gjøgnum- skoða okkara nationalist- iska varaløgmann og hans- ara órealistiska fullveldis- eksperiment. Nyrup gjørd- ist – sum øllum kunnugt - eitt sindur ópopulerur hjá sitandi samgongu, tí hann tordi at standa ímóti og seta fólkaræðislig krøv um, at møguligar stórbroytingar í ríkisfelagsskapinum skuldu hava ein stórur meirluta av Føroya fólki aftan fyri seg, áðrenn tær vóru settar í verk. Tað sama hava vara- løgmaður og løgmaður eisini lovað alment, men teir gingu frá lyftinum. Hinvegin stóð Nyrup við sítt lyfti til Føroya fólk um fólkaræðisliga kravið, og við síni professionellu og mangan ósmædu og ber- søgnu framferð, hevur Nyrup verið eitt gott bulvirki fyri fólkaræði og lívsfrælsi hjá vanliga før- oyinginum. Populistiska fullveldiseksperimentið dumpaði við eitt brak, tá tað møtti Nyrupsa reali- tetssamráðingum, og vit sluppu harvið undan at fara á ørmundarhús eina ferð aftrat. Seinni fekk løgmað- ur eisini eyguni upp fyri, hvat fullveldiseksperiment- ið hjá Høgna Hoydal veru- liga var við at føra okkum út í, og tá segði eisini hann stopp! Frá søguni vita vit, at nationalistisk hugrák, sum hava alt ov nógvan skund, sjáldan eru av tí góða. Full- veldiseksperimentið hjá varaløgmanni er onki und- antak í so máta og hevur eisini hjá fleiri anstøðu- politikarum íbirt hugsam- bond við onnur søgulig skýmaskots fyribrigdi, eitt nú krystalnáttina og tali- banframferð. Fullveldis- eksperimentið hevur tá saman um kemur minni enn 25% av føroysku veljarun- um aftan fyri seg, smb. valið 20. november 2001. Nyrup eigur sostatt eina stóra tøkk uppiborna fyri sína framskygnu og demo- kratiskt gevandi bróður- hond til fólkaræðið og lívs- frælsið í Føroyum. Eisini núverandi danski forsæt- isráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, eigur tøkk uppiborna fyri somu linju og sína annars greiðu og positivu støðu á vitjan síni. Politikkurin landanna mill- um eigur sjálvandi at førast demokratiskt og javnbjóðis í einum positivum anda. Fólksins avgerð skal byggja á realitetir og ikki á hissini nationalromantiskar dreymamyndir! Fullveldiseksperimentið Fullveldiseksperimentið hjá varaløgmanni hevur higartil kostað føroyingum útvið 500 mill. krónur í út- reiðslum og mistum inntøk- um, haraftrat kemur so tann haturskenda spjaðingin í fólkinum, við góðum ella minni góðum føroyingum? Nationalromantikkurin hjá loysingarfylkingini var eitt vælkent fyribrygdi í fyrru helvt av 19. øld, men er í dag mest at rokna sum ein stagneraður gamlamanna- dreymur, sum babbasa dreingir kanska kunnu fjarstýrast til at fremja? Fullveldi ella tjóðarfrælsi á pappírinum er bert eitt av mongum frælsishugtøkum, ið einsamalt als ikki megn- ar at tryggja okkum nakað sum helst. Var tað so ein- falt, at fullveldið gav okk- um veingir, so skuldu øll fullveldislondini í Afrika havt tað gott og vælsaktans øll onnur við? Í dag standa fullveldislond annars í kø fyri at sleppa framat til at avgeva meir ella minni av teirra fullveldi til ein komandi EU-ríkisfelags- skap. Man kann so spyrja seg sjálvan, hvør fylgir við tíðini teir ella vit? Einvenda fullveldiseks- perimentið er ein verkætlan uttan nakað ítøkuligt atlit til lívsfrælsið og lívskvalitet føroyinga. Tað tekur als ikki hædd fyri at nútíðar føroyingurin longu hevur eina sosiala tilvitan, sum krevur eitt samhaldsfast lívsfrælsi við nøktandi lívskvaliteti, har andaligt- og hugsjónarlig frælsi er ein sjálvfylgja, og har nøkt- andi fíggjarviðurskifti skulu til fyri at geva real- istiskt spælirúm fyri per- sónligum- og sosialum frælsi. Viðhvørt kann ein fáa ill- gruna um, at hin ágangandi nationalromantiski full- veldisdreymurin í ov stóran mun verður borin uppi av hybridbaseraðu undirluta- kenslum, tí tað er loysing fyri loysingina skyld - kosta hvat ið kosta vil, tí ”målet helliger midlet”! Nationalromantiskt fullveldi kontra lívsfrælsi Gongdin á arbeiðsmarkn- aðinum undir loysingar- samgonguni vísir klárt, at fólk ynskir lívsfrælsi og lívskvalitet heldur enn na- tionalromantiskt fullveldi. Tey mongu verkføllini inn- an flestu vinnugreinar hava verið beinleiðis fyri persón- liga at fáa rúmsáttari fíggj- arkarmar og harvið størri lívsfrælsi og lívskvalitet. Einki av hesum verkføllun- um hava verið til frama fyri fullveldissakina - ikki eitt. Einvegis avgerðin um afturbering av 356 milli- ónum krónum av blokkin- um í ótíð, uttan fyrst at seta seg inni í veruliga fíggj- arliga tørvin bæði innan skúlaverkið, almannaøkið og heilsuverkið, talar fyri seg. Fiktiva yvirskotið í Landsbanknum er í stóran mun partur av teirri upp- hædd, sum oman fyri nevndu økir nú standa og mangla. Føroyingar eru eisini nú so smátt farnir at merkja avleiðingarnar av fullveldissparingunum. Eitt nú eru javnan trupul- leikar á skúlunum grundað ov lítla játtan. Sjúkrasystr- arnar á B6 fóru í verkfall fyri at vísa á tær praktisku avleiðingarnar av fullveld- issparingunum og ta harfrá stavandi fíggjarligu niður- píningini á deildini. Aðrar deildir siga seg at hava líknandi trupulleikar. Ans- ingartrupulleikar á barna- økinum og tann næstan skandaløsa støðan á eldra- økinum, skulu eisini síggj- ast sum ein fullveldisav- leiðing. Alt meðan hetta stendur uppá, bjóða lands- stýrismenn sær pensión við 50 ára afturvirkandi kraft, men takkað veri okkara árvaknu pressu so bleiv tað steðgað. Alt hetta er bert ein byrjan, tí blokkurin fór ikki at minka fyrrenn 1. jan. í ár, og ongar ítøkiligar inntøku- keldur eru enn komnar ístaðin. Um vit hepnast at fáa munandi oljuinntøkur, hví so ikki styrkja og nú- tímansgera ríkisfelagsskap- in til gavns fyri báðar partar heldur enn at niðurbróta. Tað skulu sum kunnugt sterkir herðar til at bera góðar tíðir! Varaløgmaður, sum áhaldandi hevur ávarað ímóti at danir kundu finna uppá einvegis at skerja blokkin uttan samráðingar, skeyt seg sjálvan í beinið, tá hann - og ikki danir - skerdi blokkin uttan sam- ráðingar. Men uttan mun til hvussu leikur fer, so hevur varaløg- maður higartil verið føroy- ingum ein dýrir drongur, og hansara fullveldisátak hev- ur longu nú máa av okkara lívsfrælsið! VIÐMERKINGAR Heðin Mortensen løgtingsmaður Fremstu trý málini hjá komandi samgongu mugu vera ellisheim, ellisheim og ellisheim. Tað eru ongi ellisheim bygd seinastu nógvu árini her í Suður- streymi, samstundis sum fleiri gerast eldri, og alsamt færri kunnu búgva inni hjá børnum ella øðrum skyld- fólki. Eldraøkið er í dag eitt landsmál. Tað merkir, at landið skal gjalda og reka øll tiltøk á eldraøkinum. Men í staðin fyri at gera nakað við tað, hevur landið latið staðið til. Kommunurnar hava tí av sínum eintingum gjørt ætlanir fyri eldraøkið. Tórshavnar kommuna hev- ur millum annað gjørt eitt greitt og drúgt eldraálit, kommunan hevur keypt Marinustøðina, og komm- unan hevur gjørt fyrireik- ingar til byggjan av heimi til dement fólk. Kommunan hevur avsett sín part av kostnaðinum av íløguætl- anini í ár til at byggja hetta heim. Men, hóast tað ber til at samstarva um eldraøkið í býráðnum, so ber ikki til at fáa landsstýrið og sitandi samgongu at klúgva í tvey. Landið, sum skuldi gold- ið fyri hesar íløgur, vil ikki gera annað enn gjalda eitt ískoyti, sum teir tó ikki hava sett pengar av til í komandi fíggjarár. Tá landið soleiðis situr hendur í favn, gevur hetta eisini aðrar trupulleikar á eldraøkinum. Til dømis búgva ikki øll eldri fólk í somu kommunu sum børnini. Hevði landið røkt sína uppgávu, so øll ellis- heim vóru landsstovnar, so vóru fólk verandi í sín heimbygd ella heimoyggj. Í staðin noyðast tey sum er at flyta aftan á børnunum, eitt nú til Havnar, og búgva í trongum korum saman við ommu- og abbabørnum, meðan bíðað verður eftir einum plássi. Hetta kann gerast ein stórur trupulleiki fyri nógvar familjur. Ser- liga tá eingin glotti er at hóma fyri framman. Tí verður eingin pardón 30. apríl í ár: Tað verður ongin samgonga, uttan at ellisheim eru raðfyrst allar- fremst á íløguætlanini. Ein tøkk til Nyrup og Fogh fyri at verja okkara fólkaræði og lívsfrælsi! Ellisheim, Ellisheim, Ellisheim C M Y K 11 10