hósdagur 31. januar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 21 - 31. januar 2002
Nr. 21 - 31. januar 2002
13
Abraham Mikladal
Hesið orð úr Halgubók
fullu mær í huga, tá ið eg
las eina blaðsamrøðu við
bygdaráðsformannin
í
Mikladals
kommunu,
Markus í Norðnástovu. Tað
hevur eydnast honum og
bygdaráðnum at "spara"
nakrar krónur í kommunu-
kassanum, men úrslitið er,
at støðan er blivin so ótol-
andi, at hann umhugsar at
flyta burtur. Hvat er tá
vunnið við at eitt sindur
djypri er í kommunukass-
anum, tá hvørki hann ella
onnur trívast í kommununi?
Søgan í stuttum
Skúlin á Trøllanesi er
ongantíð formliga niður-
lagdur/stongdur. Tað at
einki skúlabarn var eftir á
Nesi ella tað at síðsta barni
var tikið úr skúlanum, kann
ikki metast sum skúlanið-
urlegging. Sjálvsagt má
metast
bæði
rætt
og
rímiligt, at tá børn aftur
vóru norðuri á Nesi í
skúlaførum aldri, ja, so
kundi tey blíva undirvíst
har á sama hátt sum fyrr,
um ynski var um tað.
Til næstseinasta bygda-
ráðsval komu fleiri úr
Trøllanesi í bygdaráðið, so-
leiðis at tey høvdu meiri-
lutan, men ikki bygdaráðs-
formannin. Eitt av málun-
um, ið tey settu sær fyri, var
at fáa skúlan á Nesi tiknan í
nýtslu aftur. Tey valdu eina
hóvliga linju. Ístaðin fyri at
taka
skúlan
í
nýtslu
beinanvegin, valdu tey at
geva tol og fara undir
ábøtur yvir 2 – 3 ár og so
taka skúlan í nýtslu.
Peningur var settur av á
hvørjum ári til ymisk enda-
mál, so sum tak, vindeygu,
oljufýr, innrættan og inn-
búgv, MEN arbeiðini blivu
bert lutvís sett í verk, or-
sakað av at bygdaráðsfor-
maðurin Herfríð Sørensen
(í Norðnástovu) "súltaði"
uppgávurnar. Úrslitið bleiv,
at skúlin ikki kom í tann
stand, sum var ynskiligur
frá meirilutans síðu, áðrenn
tíðarskeiðið hjá bygdaráð-
num var runnið. Tí avgjørdi
meirilutin stutt undan at tey
løgdu frá sær, at skúlin
skuldi takast í nýtslu aftur.
Tey sóu ivaleyst skriftina á
vegginum.
Við seinasta bygdaráðs-
val var skúlin sostatt blivin
eitt høvuðstema, og av ym-
iskum orsøkum, sum í bak-
speglinum kunnu tykjast
óklókar, valdi eingin á
Trøllanesi at stilla uppaftur.
Úrslitið bleiv sjálvsagt, at
bert umboð úr Mikladali
sita í bygdaráðnum í dag.
Tey bóru skjótt at, ov skjótt
og ikki sambært reglunum
meta fleiri, og avgjørdu at
skúlin á Trøllanesi ikki
skuldi latast uppaftur.
Løgfrøði
Henda avgerðin hevur ført
við sær ein løgfrøðiligan
orðadrátt, sum enn ikki er
liðugur.
Eftir hvat skilst, so verð-
ur málið lagt fyri løgting-
sins umboðsman og kanska
fyri landsstýrismálanevnd-
ina við. Eftir mínum met-
ing er nógv meira enn løg-
frøði í hesum málið. Sjálv-
sagt skulu lógir og reglur
verða fylgdar, men av og á
skal meira til.
Fíggjarviðurskifti
Grundreglan eigur sjálv-
sagt at verða, at eitt bygda-
ráð umsitur skattapeningin,
ið kemur í kommunukassan
so skynsamt sum gjørligt
(cost/bennefit). Men eisini
her skal stundum meira til
og onnur atlit takast. Hvat
nyttar tað, at kommunu-
kassin stendur til at bresta,
ella at peningurin verður
nýttur á ein slíkan hátt, at
borgararnir ikki trívast?
Og júst her liggur ein av
trupulleikunum
(undan-
førslunum).
Bygdaráðið
skjýtur seg innundir og
heldur fast um, at avgerðin
um ikki at taka skúlan á
Trøllanesi í nýtslu aftur, er
røtt útfrá einum fíggjar-
ligum sjónarmiði. Tey hava
óiva rætt í, at tað er bíligari
í krónum og oyrum at reka
ein skúla heldur enn tveir,
men samstundis gjalda tey
ein ógvusligan prís, ið ikki
kann gjaldast í krónum og
oyrum.
Trivnaðurin
er
burtur, sálarfriðurin somu-
leiðis.
Semja og loysn
Fyri at talan kann verða um
eina semju, so mugu báðir
partar geva seg og møtast á
miðjuni ella tætt við. Í
trætuni um skúlan á Trølla-
nesi hevur bert annar part-
urin higartil víst vilja til at
samráðast og harvið slaka í
sínum krøvum. Tað eru
foreldrini á Trøllanesi. Tey
hava roynt at koma á tal við
bygdaráðið fyri at finna
eina semju, men uttan
úrslit.
Hinvegin
heldur
bygdaráðið,
sambært
bygdaráðslimin Christian
Andreasen, fast við, at tað
er bert er ein loysn á
málinum, og hon er, at tey á
Trøllanesi skulu sleppa
øllum
sínum
ynskjum/
krøvum.
Tað hava verið gjørdar
nógvar royndir at tosa
partarnar til sættis, og eitt
nú møguleikin fyri fleiri
frálærutímum,
eins
og
onnur tilboð, ið kundu lætt
um fíggjarliga og givið eina
betri og meira spennandi
frálæru, hava eisini verið
frammi.
Sum dømi uppá fólk, ið
hava roynt semju kunnu
nevnast:
Torbjørn Jacobsen, lands-
stýrismaður
Óli Holm, landsstýris-
maður
Olga Biskopstø, útoyggja-
samskipari
Vilhelm Johannesen,
løgtingsmaður
Karsten Hansen (lands-
stýrismaður)
Hans Eiler Hammer,
prestur
Anfinn Kallsberg,
løgmaður
eins og mong onnur við til-
knýti til bygdirnar.
Niðurstøða
Tað er eingin loyna at
bygdaráðið, enn í øllum
førum, situr við teimum
sterkastu kortunum á hond-
ini, og kann gera tað tí
lystir, men alt týðir uppá, at
hetta er eitt boomerang,
sum nú rakar tey aftur í
høvdið. Bygdaráðið hevur
bert havt eitt atlit í hesum
málið, og er tað egnan tørv
fyri seg og síni børn. Men
prísurin tikist nú at verða
vorin so høgur at tey hava
mist meira fyri minni. Tí
skal mín inniliga áheitan til
bygdaráðið verða, at tað
setir seg við samráðingar-
borðið og saman við teim-
um á Trøllanesi og møgu-
ligum semingsfólki finnur
eina sámuliga loysn. Higar-
til hava bert verið taparar
og eingir vinnarar.
VIÐMERKINGAR
Mikladals kommuna
– Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni!
Edmund Joensen
Tað er ikki lukkuligt sum
Kjartan Hoydal, fyrrver-
andi
fiskivinnustjóri
í
landsstýrinum, hevur fing-
ið ilt í afturpartin av tí sum
Eilif Samuelsen segði í
einum fyrilestri, hann var
biðin at halda á skeiði fyri
embætisfólk í allmennu
fyrisitingini.
Fyrilesturin var um sam-
spælið millum politikarar
og embætisfólk.
Á ein sera kvalifiseraðan
hátt tók Eilif dømir fram
sum verandi í grásonuni,
ella á markinum, millum
æmbætisførslu og politikk.
Eilif kemur í sínum fyri-
lestri eisini inn á umskip-
anina í almennu fyrisiting-
ini. Hann grundgevur í
egnum royndum sum lands-
stýrismaður fyri, hvussu
neyðug hon var at seta í
verk, og hvussu væl hetta
eydnaðist. Hann kallar tað,
sum
Finn
Normann
Christensen fekk á skafti í
so stutta tíð, fyri onki minni
enn eitt bragd. Sum altíð,
var Eilif sakligur, beinrakin
og ákærdi heldur ongan í
umsitingini. Hann var
eisini ópolitiskur.
Tað er meira enn ein
kann siga um ta skort-
flongjuna, sum Kjartan
Hoydal ber fram í fjølmiðl-
unum. M.a. verði eg sum
løgmaður skuldsettur fyri
at hava forbrotið meg á
nærum øllum økjum, tað
verið seg innan normering-
ar, játtanir á fíggjarlógini,
tænastumannalógina
og
aðrar sáttmálar á arbeiðs-
marknaðinum.
Fyrrverandi ópolitiski
embætismaðurin og Finn
Normann Christensen.
Í tí eina brotinum skrivar
Kjartan Hoydal soleiðis .
”Hesin
embætismaður
hevði bara eina polittiska
uppgávu. Tað var fyri
táverandi løgmann Ed-
mund Joensen at bróta
niður tað umsiting, sum
var, og seta í staðin eina
skipan, sum var skrivað av
eftir skipanum í londum við
heilt øðrvísi tørvi enn Før-
oyar.”
Àlvara tos. Fyri tað
fyrsta vóru hetta ikki nøkur
serpolitisk ynski hjá mær
ella Sambandsflokkinum,
men eg tori at siga, at tað
var eitt krav hjá øllum
teimum politisku flokku-
num. Hetta var neyðugt út
frá teimum samtyktum,
sum Løgtingið tvey fylgj-
andi valskeiðir hevði framt.
Kjartan Hoydal átti at
verið tann fyrsti at vita, at
vit tá høvdu eitt kollegialt
stýri, og at umboð fyri 4
politiskar flokkar stóðu
aftan fyri ta avgerð, sum
samlaða landstýrið tók. Eg
hevði sum løgmaður um-
sitingina og ábyrgdina fyri,
at arbeiðið bleiv gjørt
skjótast møguligt. At tað
ikki passaði summum æm-
bætismonnum
at
gera
neyðugar broytingar, tað
undirstrikar bert, at tað var
rætt at taka sær serkøna og
objektiva hjálp uttanífrá.
Uppgávan var at finna
fram til hóskiligar og bílig-
ar loysnir, sum hóskaðu til
føroysk viðurskifti, og sum
samstundis
høvdu
tey
elementini í sær, sum
stýrisskipanin legði upp til,
og sum kundu tryggja
landsstýrismonnum rímulig
arbeiðskor. Løgd varð ein
ramma, sum gav allar
møguleikar
fyri
einara
bíligari og vælvirkandi
skipan, sum líðandi kundi
lagast til tær broytingar,
sum alla tíðina henda.
Fýraflokkalandstýrið
Tá ið vit fýra flokkarnir
komu út í landstýrið, tøktist
tað sum ongin umsitingar-
lig leiðsla var í Tinganesi.
Tað tóktist sum tann sterk-
asti royndi at tiltuska sær
mest møguligt vald.
Føroya land var tá í ein-
um slagi av undantakstøðu
eftir húsagangin. Tá var tað
bæði neyðugt og heppið, at
samgongan hevði rygg til at
gera tær neyðugu broyt-
ingar, sum skuldu til, eisini
broytingarnar og tilagingar
í allmennu fyrisitingini.
Eg eri sera glaður fyri, at
tað so skjótt eydnaðist at
skapa Føroyum neyðugar
karmar um eina nýggja
nýmótans umsiting. Tað
eydnaðist eisini landstýrin-
um at útvegað neyðug hølir,
at innføra ein starvsfólka-
politikk, innlit og opinleika
í umsitingina og nógv
annað.
Hetta var onki minni enn
eitt bragd og eitt lop inn í
framtíðina, eru tey flestu av
teimum sum nú starvast í
almennu umsitingini samd
um.
Skemt og nalvaskoðan
Eg taki tað sum skemt og
nalvaskoðan tá Kjartan
Hoydal tosar um hvørjir
partar av umsitingini eru
føroyskir og hvørjir ikki.
Sambært Kjartan Hoydal so
er Oljumálastýrið einasta
økið, sum er føroyskt.
Hóast tað er væl skiljandi,
at Kjartan Hoydal er serliga
fegin um Oljumálastýrið,
so noyðist eg at gera vart
við, at tað sum hent er, er at
oljumáladeildin
undir
Vinnumálastýrinum
er
skild út sum eitt serstakt
stýri í sambandi við at 8.
landsstýrismaðurin
varð
settur. Um tað er serfør-
oyskt ella ikki, kann ein
altíð kjakast um. Heldur er
hetta eitt prógv um, at tað
eydnaðist at gera eina
rammu sum gjørdi tað
møguligt at fáa umsitingina
dynamiska og fleksibla.
Rætt skal verða rætt
Eg fari at geva Kjartani rætt
í einum. Tann føroyska
ramman, sum skapt varð, er
vorðin óhugnaliga nógv
tambað
seinastu
árini.
Núverandi løgmaður hevur
ikki duga sær hógv. Tvey
stýrir eru komin afturat,
Oljumálastýrið og Sjálv-
stýrisumsitingin.
Tveir
landsstýrismenn til ein
polittiskan flokk við bert
tveimum eykavaldum ting-
monnum, tað sigur alt um
hugburin. Alt í alt er
kostnaðurin av almennu
høvuðsumsitingini
uppá
fýra ár farin úr 53 milli-
ónum uppí 105 milliónir kr.
um árið, ella sum Kjartan
Hoydal
sjálvur
sigur
umleið 100 %. Hetta líkist
ongum!
Og tað steðgar heldur
ikki her. Tí løgmaður hevur
m.a. sagt seg hava ætlanir
um
bæði
eina
serliga
kommunuumsiting afturat
og ein serligan landstýris-
mann fyri útoyggjarnar,
sjálvandi við umsitingar-
ligum vøkstri. Nýggjar og
vaksandi yvirtøkur koma
sjálvsagt at krevja økta
umsiting so tað forslær.
Hvussu
serføroyskur
vøksturin í almennu umsit-
ingini er og ikki, tað kunnu
aðrir meta um. Men at
vøksturin tey seinastu árini
hevur verið óhugnaliga og
óneyðuga stórur, og at hann
heldur fram, tað hevur
ongin loyvi at ivast í.
Viðmerking til Kjartan Hoydal - fyrrverandi ópolitiskur embætismaður
Í hesum døgum hevur
ein av Atlantsgrann-
um okkara, New
Foundland, tikið í
nýtslu næsta stóra
oljufeltið, og fyri-
reikingar verða gjørd-
ar til tað triðja.
Áhugavert er eisini
hjá føroyingum at
fylgja tilgongdini í
New Foundlandi, tí
fleiri av spurningun-
um, sum taka seg upp
har í sambandi við
oljuvinnuna, líkjast
tí, ið vit longu um-
røða og fara at um-
røða í Føroyum
OLJUFRAMLEIÐSLA
Í ATLANTSHAVI
Jan Müller
Eitt av grannalondum okk-
ara, tó at tað liggur langt
burturi, New Foundland,
hevur í hesum døgum tikið
enn eitt týðandi stig sum
oljutjóð. Í farnu viku fóru
newfoundlendarar undir at
framleiða olju frá tí næstu
kelduni á Grand Banks út
fyri New Foundland. Keld-
an hevur fingið heitið Terra
Nova.
Tað hevur kostað ikki
minni enn umleið 18 milli-
ardir krónur at byggja hetta
feltið út til framleiðslu.
Keldan rúmar millum 400
og 500 mill. tunnur av olju.
Talan hevur verið um eina
rættiliga torføra og drúgva
verkætlan. Hon skuldi fara
av bakkastokki seint í ár
2000 men er av ymsum or-
søkum seinkað. Hetta hev-
ur dýrkað hana nógv. Ein av
orsøkunum til seinkingina
hava verið ymisk brek eitt
nú við oljútbúnaðinum á
havbotninum.
Meðan tann fyrsta olju-
keldan við New Foundland,
Hibernia, varð bygd út við
einum risastórum palli, so
verður
FPSO
modellið
brúkt í hesi næstu kelduni,
tvs. eitt framleiðslu- og
goymsluskip av sama slag
sum tey, ið BP brúkar á
Foinaven og Schiehallion
feltunum á Atlantsmótinum
skamt frá okkara marki.
Hetta er so fyrstu ferð í
oljusøguni, at eitt slíkt skip
er brúkt í einum so harð-
balnum, veðurbardum og
torførum
djúpvatnsøki.
Fyritøðufelagið (operatør-
urin) í hesi verkætlanini er
kanadiska
oljufelagið
Petro-Canada. Haraftrat eru
Exon-Mobil, Norsk Hydro
og Texaco við.
Hiberniafeltið, sum varð
tikið í nýtslu í 1997, og sum
var tað fyrsta framleiðandi
feltið út fyri New Found-
land, hevði eisini eina
drúgva føðing. Tað varð
funnið í 1977 og skuldu
ganga heili 20 ár, áðrenn
komið varð á mál. Ein or-
søkin til at hetta tók so
langa tíð var tann, at man
vildi finna tí røttu pall-
loysnina, sum hóskaði til
júst hetta ísherjaða økið.
Hiberniapallurin, sum varð
í gerð í mong mong ár, er tí
eisini eindømi innan olju-
vinnu.
New Foundland tikið næsta
oljufeltið í brúk
Hibernia, fyrsti oljupallurin við strendur New Foundlands
Terra Nova, framleiðslu- og goymsluskipið, sum nú er tikið í
brúk á Grand Banks út fyri New Foundland
framhald á síðu 14
C
M
Y
K
13
12