hósdagur 31. januar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú nýggja ferðslulóg-
in, ið kom í gildi 1.
juli 2000, hevur virk-
að í hálvtannað ár,
vísir tað seg at nógv
fólk eru komin illa
fyri av hesi lóg. Einar
Djurhuus og Heri
Simonsen, ið starvast
hjá Postverki Føroya,
heita á fakfeløg og
fakfelagsleiðarar um
at virka fyri, at løg-
tingið og landsstyrið
skjótast gjørligt gera
tær neyðugu broyt-
ingarnar í ferðslu-
lógini
FERÐSLULÓGIN
Magnus Gunnarsson
Einar Djurhuus og Heri
Simonsen gera vart við, at
tað eru lógargreinarnar 23,
32 og 59 í ferðslulógini,
sum fella fólk innan flestu
vinnubólkar í landinum.
Eisini gera teir vart við, at
nýggja ferðslulógin kann
raka og hevur longu rakt
tey, sum hava bilkoyring
sum sítt starv, sum til dømis
heimahjálparar,
heima-
sjúkrasystrar, bilførarar í
vinnu, hýruvognsførarar,
portørar,
handverkarar,
postboð, postbilførarar, al-
menn sett fólk við tænastu-
bilum og enntá løgreglu-
menn undir arbeiði.
Fáa sama dóm
Teir báðir, Einar Djurhuus
og Heri Simonsen, føra
fram, at tað mest órættvísa
við hesi ferðslulógini er, at
tann, sum hevur koyrt
hampuligt í eitt manna-
minni og kemur at gera eitt
mistak í ferðsluni, ofta
undir arbeiði, fær somu
revsing sum tann, ið verður
tikin við 150-200 km/t.
Báðir fáa treytaða frádøm-
ing av koyrikortinum og
eina bót fyri brotið, teir
hava gjørt. Sum dømi
nevna teir ein mann, sum
hevur koyrt umleið 600.000
kilometrar í tænastubili í
landsins tænastu. Viðkom-
andi kom út fyri at gera eitt
lítið mistak - í arbeiðs-
ørindum - og verður dømd-
ur treytaða frádøming av
koyrikortinum. Ein metur
av teimum umleið 600.000
kilometrunum skuldi fella
hann.
Treytaða frádømingin
hangandi
Hetta brotið á ferðslulóg-
ina, sum til dømis at hava
brotið víkiskyldina, førir
eisini við sær, at bilførarin
skal upp til eina roynd, har
hann skal kunna svara rætt
uppá meginpartin av teim-
um 60 spurningum ið verða
settir. Um hann ikki klárar
tað, má hann upp til nýggja
teori- og koyriroynd. Dømi
er um, at fólk hava goldið
upp til 10.000 krónur fyri at
fáa koyrikortið aftur. Eftir
hetta hevur bilførarin ta
treytaðu frádømingina av
koyrikortinum
hangandi
yvir sær í heili 3 ár.
Koyrikortið er
útbúgvingin
Um tey, sum ikki hava bil-
koyring til sítt starv, missa
koyrikortið,
kunnu
tey
finna aðrar flutningsmøgu-
leikar fyri at koma til
arbeiðis, eitt nú at brúka
bussarnar ella at tey verða
koyrd til arbeiðis. Meðan
tey sum hava bilkoyring til
sítt starv, missa arbeiðið og
harvið inntøkugrundarlag-
ið. Fyri tey sum eru ófak-
lærd, er koyrikortið teirra
einasta útbúgving.
Órættvísar fylgjur
Hjá teimum sum hava
koyring sum sítt livibreyð
kann hetta verða ein dyggur
smeitur. Tí er skriv sent út
til flestu fakfeløg í landin-
um. Stórur partur av teirra
limum hava bilkoyring sum
sítt starv, og kunnu koma
sera illa fyri, um tey koma
at gera eitt mistak í ferðsl-
uni. Ger onkur persónur
brot
á
ferðslureglurnar
fleiri ferðir innan eitt styttri
áramál, so er ikki órímiligt
við treytaðum dómi. Men,
at fólk skulu straffast so
hart fyrstu ferð, tey gera eitt
mistak í ferðsluni, og enntá
undir arbeiði, eigur ikki at
fáa
so
órættvísar
og
ógvusligar fylgjur, siga teir
báðir Einar Djurhuus og
Heri Simonsen.
Nr. 21 • hósdagur • 31. januar 2002 • 76. árg.
Brot á nýggju ferðslulógina
raka órættvíst!
Bilatorgið
s.16 & 17
Einar Djurhuus, ið hevur koyrt buss í mong ár, og nú arbeiðir sum bilførari hjá Postverk Føroya, sigur, at um hann kemur at
bróta ferðslulógina og harvið missa koyrikortið, er tað ikki víst, at hann og familjan hava møguleika at búgva í húsunum, tey
nýliga hava latið bygt. Á myndini Majbritt og Einar við soninum Meinhard
Heri Simonsen heldur tað vera hørð revsing at missa koyrikortið treytað - ella heilt!
15
14
Nr. 21 - 31. januar 2002
Nú verður so eisini ar-
beitt við tí triðja framleið-
andi feltinum, White Rose,
sum Husky Energi og
Petro-Canada í felag eru
við at byggja út. Ætlandi
skal framleiðslan byrja í
2004. Men eisini í hesum
førinum verður tosað um
seinkingar. Ein orsøkin er
tann, at stigtakararnir hava
ikki kunnað bestemmað seg
til antin tað skuldi vera ein
pall ella eina skipaloysn.
Endin gjørdist, at skipa-
loysnin verður brúkt.
Í ávísum førum ber til at
flyta kjakið um oljuvinnuna
í New Foundlandi beinleið-
is til Føroyar. Nógvir av
spurningunum, sum hava
verið frammi har og verða
viðgjørdir í fjølmiðlunum
eru júst somu spurningar,
sum oftani eru frammi í
kjakinum herheima eitt nú í
hvønn mun heimaídnaðurin
sleppur at vera við í menn-
ingini, í hvønn mun politik-
ararnir seta sær ov høg mál
osfr.
Í oddagrein í blaðnum
Uppstream 11. januar í ár
verður róð framundir, at
politikararnir í New Found-
landi blása og hava mjøl í
munninum í senn. Um
somu tíð sum teir krevja, at
innlendis arbeiðsmegi og
virki skulu vera veitarar,
verður skundað undir at fáa
framleiðslu í gongd. Men
hetta hongur ikki altíð sam-
an. Hetta eru spurningar,
sum uttan iva eisini fara at
merkja eitt komandi orða-
skifti í Føroyum, um og tá
avgjørt verður at fara undir
framleiðslu frá einum løn-
andi felti. Í tí førinum
kundi verið áhugavert at
trivið í eina viðmerking í
blaðnum um tilgongdina í
New Foundlandi:
»It is understandable that
politicians are keen to
ensure that there is a high
degree of local content in
any particular scheme but
they cannot dictate spen-
ding levels and must accept
that local suppliers must be
able to deliver quality on
time and at reasonable
cost«, skrivar blaðið men
leggur aftrat, at í dag er
Canada við at gerast ein
týðandi oljulandslutur, tó at
talan enn er um eitt øki við
høgum kostnaðarstøði.
Fyri
føroyingar,
sum
halda seg hóma eina kom-
andi oljuvinnu úti í havs-
brúnni, kann tað hava
áhuga at fylgja gongdini í
øðrum økjum, sum minna
um okkara og sum ikki
liggja heilt so fjarskotin.
Her koma fyrst og fremst
oljuøkini vestan fyri Het-
land, men eisini New
Foundland, hvørs fiski-
grunnar vit ikki eru ókend
við, hava okkara áhuga, tá
ein møgulig útbygging fer í
gongd her hjá okkum eis-
ini. Har hava teir longu
fingið sínar fyrstu royndir
við at menna tvey oljufelt,
eitt nú einum palli og eitt
við einum skipi. Viður-
skifti, sum eisini oljuvinn-
an um okkara leiðir kemur
at taka støðu til, tá staðfest
er, um felt eru lønandi her.
Uttan iva heilt av tilvild
verða somu heitið brúkt í
oljuvinnuni í Føroyum og í
Kanada. Blaðið, sum
umrøður oljutilgongdina í
New Foundlandi hevur sama
navn sum føroyska
oljufelagið Atlantic
Petroleum. Um føroyska
felagið so fer at hava líka
góðan byr sum oljuvinnan
hevur havt tað hinumegin
Atlantshavið vil tíðin vísa.
Her forsíðan á eini av
útgávunum og sum vísir seg
at snúgva um júst somu mál,
ið eru á dagskránni í
oljuorðaskiftinum her heima
Nógv ísfjøll koma framvið oljuøkjunum út fyri New Foundland. Tá tey eru ein hóttan fyri oljuframleiðsluna verður endi settur á
og tey verða togað burtur evni verða sprænd á tey
framhald av síðu 13
C
M
Y
K
14