Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121 4 Sosialurin Randi Jacobsen Í vár byrjaði arbeiðið hjá Fámjins kommunu at gera nýggja vatngoymslu. Nýggja vatngoymslan verður eitt gott petti frá, har verandi vatngoymsla er. Hon verður sprongd inn í ein hamara, og grótið verður brúkt til nýggjan veg yvir til skúlan. Arbeiðið við vatn­ goym slu n i er mett at kosta 700.000 krónur. Í fyrsta umfari verður ikki gjørt reinsiverk, men vís ir tað seg, at vatnið ikki er nóg reint, kann reinsi­ verk setast til, sigur Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjins kommunu. Randi Jacobsen Tað gongu einki serligt í byggivinnuni, og tað noyðast eisini timburhandlarnir at sanna. Havnar Timburhandil tók tí avgerðina at lata deildina í Vestmanna aftur. Tað hendir fríggjadagin. – Úrvalið í einum timburhandli má vera stórt, og vit noyddust at velja ímillum antin at byggja út í Vestmanna ella at lata aftur, sigur Heini Fosaa, stjóri. Havnar Timburhandil hevur seinastu trý árini leigað hjá Vest Pack í Vestmanna. Tveir menn hava arbeitt á deildini í Vestmanna. Teir eru báðir uppsagdir men hava fingið í boði, at um meira verður at gera, kunnu teir fáa arbeiði hjá timburhandlinum í Havn. Heini Fosaa heldur, at vestmenningar fara at fáa betri tænastu viiðvíkjandi vøruúrvalinum +ur sttóra handlinum í Havn. Umframt handilin í Havn, hevur Havnar Timbur handil eisini handil á Kambsdali. Ongar ætlanir eru um at lata tann handilin aftur. Tann handilin er væl størri enn handilin í Vestmanna. Gera nýggja vatngoymslu Timburhandil letur aftur Fríggjadagin verður lykilin snaraður um í deild­ ini hjá Havnar Timburhandli í Vestmanna, og tveir menn missa arbeiðið Randi Jacobsen Tað er framvegis ikki greitt, hvørji ørindini eru í Føroyum hjá umhvørvisskipinum Gol­ fo Azzurro. Leygarkvøldið var skipið á Fuglafirði, og týsdagin sig l di tað inn í Eiðisflógva, har nøkur fólk fóru í land í Tjørnu vík við gummibáti. Seinni fór skipið vestur eftir og legði seg út fyri Vest­ manna. Aftur fóru fólk í land við gummibáti, og tað skilst, at nøkur teirra leitaðu sær eftir innivisti í Vestmanna. Sambært heimasíðuni hjá skipinum, hevur skip ið at ferða rt ruplar ung ling ar u­ mborð, men tann aldurs bólk­ ur in er ikki umborð á hesum túrinum. Men sambært politinum er hetta ett umhvørvisskip hjá felagsskapinum Birgitte Bar dot Foundation og er skrá sett í Port Vila. Manningin sigur, at tey eru ferðafólk og eru bara kom in fyri at síggja landið. Skipið boðaði ikki myn­ dug leik unum frá, at tað kom, og tólini vóru sløkt. Týskvøldið vóru politi og tollar ar umborð og høvdu ein ki at viðmerkja. Fyrrapartin í dag lá skipið fram vegis út fyri Vestmanna. randi@sosialurin.fo Friðarlig umhvørvis vijtan Umhvørvisskipið Golfo Azurro legði seg týskvøldið út fyri Vestmanna, har ein partur av manningini ætlaði at gista Goymslan verður sprongd inn í ein hamara, og tað gevur grót