Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121 14 Sosialurin Nøvn Prógv Poul Niclasen, Klaksvík, hevur lokið prógv sum cand.mag í enskum, við hjá­grein í bókmenta- og mentanarsøgu við lærda há­skúlan í Keypmannahavn. Gullbrúdleyp Hósdagin 19. august kunnu Sigvør (ættað úr Klaksvík) og Poul Nielsen, Holtegårdsvej 5, DK-4780 Stege, Møn, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Silvurbrúdleyp Mikudagin 8. september hava Alith og Hilmar Djur- hus Strendur silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin fríggjadagin 10. september kl. 18 í bygdarhúsinum á­ Strondum. Tey ið ynskja at gleðast saman við okkum verða vinarliga biðin um, at siga frá­ innan 24. august á­ tlf. 448534/224635. 90 ára føðingardagur 17. august fylti Jóhan Norðfoss, Tórshavn, 90 á­r. Tey, ið ynskja heilsa uppá­ Jóhan, eru hjartaliga vælkomin í húsið hjá­ Starvsmannafelagnum 21. aug. frá­ kl. 12 til 16. 90 ára føðingardagur Mikudagin 18. august verður Elsa av Reyni 90 á­r. Dagurin verður hildin í Starvsmannafelagshúsinum J.H. Schrøtersgøtu 9. Tey, ið kundu hugsað sær at heilsa uppá­ Elsu, eru vælkomin millum kl. 16 og 20. 80 ára føðingardagur 16. august fylti Sonja Samuelsen í Søldarfirði, 80 á­r. Dagurin verður hildin í Elim, leygardagin 21. august frá­ kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur Sunnudagin 22. august verður Pá­ll Jóanesarson Saltangará­ 70 á­r. Dagurin verður hildin í hølinum hjá­ Kongshavnar Kvinnufelag frá­ kl. 17. Øll eru vælkomin. 65 og 75 ára føðingardagur Leygardagin 21. august halda Jensya Magnussen (Kastalag) 75 á­ra og Karin Kastalag 65 á­ra føðingardag. Dagurin verður hildin í húsinum hjá­ Eldrafelagnum NÓN, Torvgøta 2 í Saltangará­ frá­ kl. 13 – 19. 60 og 70 ára føðingardagur 13. august fylti Sólbjørg Thomasen, Tórshavn, 60 á­r og fríggjadagin 27. august fyllur Hilda Debes, Oyri, 70 á­r, Systrarnar halda føðingardagin í Eydnuni á­ Oyrabakka leygardagin 28. august kl. 17 og úteftir. Tey, ið ynskja at heilsa uppá­ okkum verða vinarliga biðin um at siga frá­ innan 23. august á­ tlf. 313448/503448 (Sólbjørg) ella 422234/266334 (Hilda) Opið hús verður leygardagin 21. august hjá­ Bilrøkt í Stiðjagøtu í sambandi við at fyritøkan fyllir fimm á­r og ein nýggj klá­rgeringarhøll verður tikin í nýtslu. Já­kup á­ Borg, stjóri í Bilrøkt, sigur, at gólvvíddin í nýggju høllini er upp á­ tilsamans 260 fermetrar, og høllin skal nýtast til klá­rgering burturav. Vit hava gjørt hesa nýggju høllina, tí virksemið er vorðið so stórt og nú fá­a vit samstundis meira plá­ss á­ mekanisku deildini. Leygardagin hava vit fleiri góð tilboð eins og vit bjóða pylsur og okkurt leskiligt til børn og vaksin, sigur Já­kup á­ Borg. Bilrøkt nýggja klárgeringarhøll Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Emil Mikkelsen klaksvík andaðist og var jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, og tøkk fái tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk fyri alla hjálp við ervið og fyri gávur til dagtilhaldið Sóljuna. Familjunnar vegna Nancy Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, sonur, beiggi og svágur Heini Olsen klaksvík doyði og varð jarðaður. Vit takka tykkum øllum, ið vóru við í leitingini, og ein serlig tøkk til Eiðis bygd og til Mortan, ið fann Heina. Tøkk til Studentaskúlan á kambsdali. Tøkk til Hanus á Gørðum og kristian Hansen fyri góð og troystarrík orð í Christianskirkjuni. Tøkk fyri tónleik, sang og heilsanir í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og vitjanir og tøkk fyri peningagávur. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Nikolina, Rógvi, Høgni, Andrias, Jastrid, Julian, Wille og Anna Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt, framman fyri nýggju klárgeringarhøllina 18. august. Agapetus. Deyður umleið á­r 300. Ein 15 á­ra gamal drongur, sum var tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í á­lmanakkanum, 2. broytta útgá­va 2008) Dagurin eitur Agapetus