Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121 Sosialurin Nøvn Í dag, mikudagin 18. august, fyllir ein kend býarmynd í Havn 80 ár. Talan er um Astu Jacob­ sen ella Astu í Kioskini, sum hon eisini verður nevnd. Asta hevur so at siga alt sítt lív arbeitt í Kioskini á Vaglinum. Tað var pápi Astu, Jacob Danielsen, sum bygdi kiosk­ ina í 1935, og hann rak hana til hann andaðist í 1945. Síðan 1948 hevur Asta rikið kioskina ­ í mong ár saman við manninum Poul Nikláa Jacobsen, sum andaðist í 2001. Í sambandi við broyting­ ar og umbyggingar á Vagli­ num er kioskin flutt nakrar ferðir hesi 75 árini, men í dag stendur hon aftur á sama staði, har hon upp­ runaliga varð sett í 1935. Kioskin var í mong ár ein týðandi miðdepil í Havn. Fólk stóðu í bíðirøð fyri at fáa tær nýggjastu avísirnar og tey donsku vikubløðini. Umframt børnini Sigrun, Djóna og Marionnu eigur Asta eisini ommubørn, sum hon gongur høgt upp í. Hóast høga aldurin er Asta so at siga hvønn dag til arbeiðis í kioskini. Føðingardagin er Asta burturstødd Asta í Kioskini 80 ár Í hesum døgum eru 25 ár liðin síðan havnarmaðurin Sigurð L. Lamhauge gjørdi tað bragd, at hann gekk og svam úr Akrabyrgi í Suðuroy til Kirkju á Fugloy. Ferðin byrjaði í Akrabyrgi mikudagin 7. august kl. 10.00, og hann kom til Kirkju týskvøldið 13. august kl. 20.30. Ferðin var góðar 200 kilometrar, umleið 85 á sjónum og 120 á landi. Sigurð segði á tíðindafundi hósdagin 1. august, áðrenn hann gjørdi bragdið, at tað var ikki tí, at hann hevði veddað við nakran, ella at hann ætlar sær í metbókina hjá Guinness. Einasta endamálið er, at eg vil prógva yvir fyri sær sjálvum, at tað ber til at fara úr Akrabyrgi til Kirkju uttan at brúka vegir, berghol ella bát, men bert armar og bein. Sigurð var 22 ára gamal, tá hann framdi bragdið. Skipað varð fyri stórfingnari móttøku fyri Sigurði í ÍSF­húsinum í Gundadali. Kelda: Tíðindablaðið Sosialurin 15. august 1985 Fyri 25 árum síðan: Svam og gekk úr Akrabyrgi til Kirkju Tað kom okkum øllum dátt við, tá vit um morgunin 4. juni frættu, at Nancy var deyð 76 ára gomul. Hetta kom so brádliga, tí so seint sum kvøldið fyri hevði hon verið úti í urtagarðinum og fingist við eitthvørt. Nancy varð fødd í 1933, dóttir Marthu, fødd Hovgaard, ættað úr Hovi, og Albert Matras úr Klaksvík. Blaðung misti Nancy mammu sína av sjúku. Hon varð verandi í barnaheiminum saman við pápa sínum, sum eisini var nívdur av sjúku. Yngra systir hennara Gottbjørg fór til pápabeiggjan Óla og konu hansara Fíu at vera og vaks upp saman við døtrum teirra Elini og Ingrid. Har hevði hon tað gott. Hóast lagnan var Nancy hørð á ungum árum, so gramdi hon seg ongantíð, men hevði alt inni við seg sjálva. Hon var hóvlig og friðarlig, stríddi sítt stríð og kom væl undan. Burtursæð frá einum tíðarskeiði, tá Nancy tænti suðuri í Suðuroy, so búði hon alla sína tíð í barnaheiminum. Har giftist hon inn í 1955 við Sigmundi Lang­ gaard úr Leirvík, sum doyði í 2005. Tey fingu sjey børn, Magnar, Jórun, Óla, Albert, Petur Jacob, Marthu og Signar. Áðrenn hon giftist, arbeiddi hon eitt skifti á bollafabrikkini á Stongunum. Tá børnini vóru vaksin fór hon á flakavirkið á Kósini at arbeiða, og í fleiri ár, til hon fór frá fyri aldur, var hon náttarvakt á Húsarhaldsskúla Føroya. Nancy var avbera trúføst og gestablíð, og nógv hava sitið væl inni hjá henni. Mong vóru tey, sum um morgunin sneiddu niðan við húsunum til ein kaffimunn og eina hugnaløtu. Eisini var Nancy sera arbeiðssom og røkin. Hon helt alt so snøgt bæði inni og úti. Nú hon fór, var tað sum um, at hon hevði gjørt seg til reiðar at fara – bæði hús og hjallur, tún og urtagarður, alt var væl frágingið. Hon ynskti at klára seg sjálva og verða búgvandi heima, og lagaði tað seg soleiðis, at hetta ynski hennara gekk út. Vit eru mong, sum sakna Nancy stórliga. Men allarstørstur er saknurin hjá tykkum børnum, verbørnum, ommubørnum og langommubørnum, sum hava mist tað menniskjað, sum tit í felag kundu savnast um. Friður veri við minninum um Nancy Langgaard. Amanda Minningarorð um Nancy Langgaard 29. oktober 1933 – 4. juni 2010 Sigurð L. Lamhauge er komin í land á Kirkju og hevur fullført ferðina. Fugloyingar tóku ímóti honum við fløggum og sangi Leygardagin 21. august kl. 10 giftast í býráðshøllini í Klaksvík, Hanna Mikkelsen og Jóan Petur Brandal. Tey, ið ynskja at gleða okkum, á hesum stóra degi, eru vælkomin til reseptión, sum verður í Skálanum ímillum kl. 14 og 18. Leygardagin 21. august giftast Eydna Dahl, Klaks­ vík og Jens Súni Hansen, Argir. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 14. Brúdleypi verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19 fyri innboðin. Leygardagin 28. august giftast Antoinette Ørvarodd Hentze og Rúni Í Soylu. Vígslan verður í Sandskirkju kl. 14. Brúdleyp verður fyri innboðin kl. 18 í Samljóðí Skopun. Leygardagin 28. august kl. 13 giftast í Havnar kirkju Jansy Lisa Simonsen og Bjarni Askham Bjarnason, Tórshavn. Móttøka verður frá kl. 17 til 20 í Listaskálanum har øll eru hjartaliga vælkomin Leygardagin 23. okt. giftast Fía Guttesen, Tórshavn, og Lennard J. Myllhamar, Sandavágur. Vígslan verður í Sandavágs kirkju kl. 15 og veitslan verður í Pálsstovu, Tórshavn kl. 19. Tey, ið vilja gleða okkum við koma, verða biðin at siga frá innan 3. oktober á tlf. 253572 (Fía) / 225879 (Lennard) ella 333399. Brúdleyp