Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121 12 Sosialurin Veiðutrýstið við Føroyar hevur seinastu 15 árini verið í miðal á leið dupult so stórt, sum tað veiðutrýst, sum hevði kastað mest av sær, bæði búskaparliga og lívfrøðiliga. So greið er talan frá Lands­ bankanum, sum hevur mett um framleiðsluavrikini í føroysku vinnuni seinastu 10 árini. Búskaparráðið vísir eisini í síni frágreiðing aftur á somu skeivu gongd í fiskiveið­ uni á okkara egnu leiðum. Eitt inniligt neyðarróp er nú eisini komið frá Vinnuhúsinum, sum rópar á myndugleikarnar um at taka propparnar úr oyrun­ um, og lurta eftir lívfrøði­ ligu ráðgevingini, so veiðu­ trýstið kann verða stillað rætt, og soleiðis at til ber at skjalprógva, at fiskastovnar­ nar vera burðardygt umsitnir. Hetta hevur Tjóðveldi í mong harrans ár víst á. Tølini tala Tíverri uppliva vit ferð eftir ferð, at kjakið um broyt­ ingarnar í lógini um vinnu­ ligan fiskiskap endar í kegli um hvørt ein trýr uppá ráðgevingina frá Havstovuni og ICES. Uttan mun til, um ein vil ella ikki vil lurta eftir hvat ráðgevingarnar siga, so tala veiðutølini sítt heilt greiða mál. Og tey siga frá neyvt somu sorgarsøgu. Seinastu átta árini er før­ oyska hýsuveiðan minkað niður í ein fimtapart. Ella við 80 prosentum. Avreiðingin av toski er somu árini minkað við á leið 70 prosentum!! Tilgongd­ in av toski er góð í løtuni, men júst tí er tað sera átrokandi, at stovnurin ikki verður niðurfiskaður aftur, áðrenn hann fær fótin fyri seg. Ein veikur ella manglandi fiskivinnupolitikkur, hevur stórar avleiðingar fyri okkara vælferðarsamfelag. So í sein­ asta enda er tað okkum øll, tað snýr seg um. Tí hevur Tjóðveldi enn einaferð lagt uppskot fram um at taka stig, sum veruliga muna fyri at fáa okkara fiskivinnu at vera rikna á einum forsvarlig­ um grundarlagi – lívfrøðiliga, men ikki minst búskaparliga. Hurðar í lás Í vinnunevndini hava umboð fyri fiskaseljararnar ­ eins og teir hava gjørt alment ­ greitt frá, hvussu ein hurð fyri og onnur eftir verður latin aftur fyri føroyskum fiskavørum. Longu fyri 10­15 árum síðani byrjaði kravið frá fiskakeyparum um merking, sum prógv um, at fiskurin er veiddur burðardygt. Tað gerst alsamt truplari at selja føroyskan fisk til týska, franska og bretska marknaðin, og vit fáa langt ífrá besta prísin fyri vøruna, tí vit ikki umsita okkara stovnar burðardygt. Bretar vilja til dømis ikki síggja føroyska hýsu ­ hvørki til matvøruhandlar ella matstovur (catering), av hesi orsøk. Á svenska marknaðinum eru føroyskar fiskavørur útblakaðar – av somu orsøk. Og tað er einki, sum bendir á, at hesi krøv frá brúkarum og fiskakeyparum fara at linka. Heldur fara tey at breiða seg til alsamt fleiri keyparar og marknaðir. Hetta snýr seg ikki um náttúruvernd, men eina høvuðsæðr í okkara búskapi. Okkara fiskivinnupolitikkur rekur Føroyar á ørmundar­ hús. Høvuðsvinna hevur í mong ár kastað fleirsifraðar milliónir ov lítið av sær. Og kortini er viljin til at gera nakað, sum veruliga munar, alt, alt ov lítil. Illa útskeldaða Havstov­ an hevur víst á, at týdning­ armesta átakið, sum støðan er nú, er at fáa stillað veiðu­ trýstið, so tað hóskar til tað fiskatilfeingið, ráðiligt er at veiða. Og at verja ungfiskin betri, so stovnarnir sleppa at koma fyri seg. Tjóðveldi stuðlar hesum fult út, og tekur støði í hesum tilráð­ ingum í uppskotunum, sum framsøgumaður okkara Tórbjørn Jacobsen, vegna flokkin hevur lagt fram. Jacob økir veiðutrýstið Hóast allir ávarðingarlúrar ýla, so er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum komin við einum uppskoti, sum samlað sæð veksur um veiðutrýstið. Tað er positivt, at lemmatrolararnir nú koma inn í fiskidagaskipanina, men soleiðis, sum lands­ stýrismaðurin skjýtur upp at gera, tykist eingin ivi vera um, at veiðutrýstið serliga á upsa fer at vaksa munandi. Í øðrum lagi vil landsstýrismaðurin áseta brúksskyldu og draga inn fyri at lata út aftur óbrúktar dagar ókeypis. Á henda hátt fara dagar, sum áður komu stovnunum til góðar, út sum økt veiðutrýst. Tíbetur tekur eingin í vinnunevndini undir við hesi broyting. Brúksskyldan er einans forsvarligt at seta í verk, um neyðug stig samstundis verða tikin at stilla dagaskipanina til tað trýstið, sum stovnarnir tola. Tað verður tað ikki í uppskoti landsstýrismansins, sum einans hevur valt at skerja dagar, sum í løtuni liggja óbrúktir hjá útróðrarbátunum. Hvønn boðskap hava vit at selja? Stigini, sum landsstýrismað­ urin og samgongan vilja taka, verja ikki hóttu fiska­ stovnarnar og ungfiskin. Og tað verður framvegis nærum ógjørligt at fara út í heim og selja ein boðskap um, at føroyska fiskiveiðan er lívfrøðiliga forsvarlig. Tað er ein sorgarsøga, at politiski myndugleikin heldur áfram at lata oyrini aftur fyri fremstu búskaparligu og lívfrøðiligu ráðgevingini. Tí á henda hátt hevur politiska valdið fremstu ábyrgdina av, at okkara fiskivinna verður hildin í einum avoldaðum formi, og ikki kemur fram at teimum rationaliseringum og teirri nýmenning, sum er neyðug. Kjak Bjørt Samuelsen vinnunevndarlimur Tølini tala, men ABC blokkar oyruni Enn einaferð noktar politiska valdið at lurta eftir búskaparligum viti og skili, men tvíheldur fiskivinnuni í einum formi, sum oyðir stovnarnar og kastar alt, alt ov lítið av sær “Tað er ikki hvørt orð man skal svara til, ella hvørt gildi man skal fara til”. Hetta orðafelli rann mær til hugs, tá ið eg aftur í dag bar eyga við greinastubba hjá Høgna Hoydal, har hann ákærir meg fyri at fara lætt um sannleikan, og ABC­ samgonguna fyri ikki at raðfesta útbúgving. Eg tími ikki at trætast við Høgna – tí ein og hvør veit, at tað er ikki CHE­samgongan, men ABC­samgongan, sum hevur sitið við ábyrgdini í skjótt tvey ár. Samgongan hevur ikki haft tað lætt, og hon hevur kanska heldur ikki haft besta stevið. Men hon hevur sett sær fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum, og at fáa vent halli til javnvág og vónandi eisini til yvirskot. Eitt av raðfestu økjunum hjá samgonguni og mær sum landsstýriskvinnu er at skapa útbúgvingarmøguleikar fyri so nógvum sum møguligt. Og tað er ein skilagóð raðfesting. Men tað gerst ikki uttan eisini at fremja sparingar aðra staðni í skipanini ­ soleiðis er tað, tá ið undirskotið á fíggjarlógini skal burtur. Men tað skerst ikki burtur – og tað vil eg endurtaka og sláa fast við sjeytumma seymi, at ongantíð áður hava so nógv fingið eitt lestrartilboð í Føroyum sum í ár – bæði á miðnámi og á hægri lestri. Tað er væl tað stutta av tí langa. Høgni Hoydal vil, um­ framt at skriva niðrandi um mín persón, geva CHE­ samgonguni, sum andað­ ist fyri tveimum árum síð­ ani, heiðurin fyri, at uml. 550 fleiri ung fáa eitt út­ búgvingartilboð í ár. Slíka argumentatión skilur neyv­ an nakar annar – uttan bara Høgni. Og júst tað gevur kanska eina ábending um, hví CHE­samgongan lat lív. CHE­samgongan hevði avgjørt nógvar góðar ætlanir, eisini á útbúgvingarøkinum. Men CHE­samgongan var ikki arbeiðsfør, og hevur ikki virkað í tvey ár. Eg endurtaki – at ongantíð áður hava so nógv fingið eitt lestrartilboð í Føroyum sum í ár Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna í mentamálum Tað skerst ikki burtur – og tað vil eg endurtaka og sláa fast við sjeytumma seymi, at ongantíð áður hava so nógv fingið eitt lestrartilboð í Føroyum sum í ár – bæði á miðnámi og á hægri lestri