mikudagur 18. august 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121
Sosialurin
Kjak
Jenis av Rana gremur seg
um
metoyðsl
hjá
ABC-
samgonguni. Men tað er lítið
afturímóti tí megametoyðsli,
sum Jenis sjálvur stuðlaði,
tá ið allar yvirtøkurnar blivu
framdar á sinni og sum
hevur kostað okkum 1 millión
krónur hvønn einasta dag
líka síðan tá. Hesin peningur
hevði komið væl við í dag!
Jenis av Rana gremur
seg í miðlunum um tað,
hann kallar metoyðsl hjá
landsstýrimonnunum
í
fíggjarmálum
og
uttan-
ríkismálum, sum ávikavist
hava sett nýggja nevnd í
Húsalánsgrunnin og verið
eina túr í USA. Hetta skal
vera prógv um, at tað er
ikki av peningamangli, at
ABC-samgongan rekur ein
skerdan sosialpolitikk.
Svikagerðin
Men helst er tað ringa
samvitskan hjá Jenisi, sum er
orsøkin til, at hann loypir á
ABC-samgonguna ístaðin fyri
at ganga í seg sjálvan. Tað var
hann sjálvur, sum stuðlaði
Karsteni Hansen, táverandi
fíggjarmálaráðharra
og
núverandi miðflokkatinglimi,
Anfinni Kalsberg, táverandi
løgmanni, Høgna Hoydal,
formanni Tjóðveldisins og
Helenu Dam á Neystabø,
táverandi formanni Sjálvs-
stýrifloksins, í svikagerðini
móti Føroya fólki, tá ið nógvu
yvirtøkurnar blivu gjørdar í
2001.
Kostar okkum 4
mió. kr. um dagin
– hvønn dag
Hesar yvirtøkur hava kostað
føriska samfelagnum 1 milli-
ón krónur um dagin umframt
suspenderaða prísvøksturin
líka síðan tá, soleiðis, at hetta
tal nú er komið upp á kr. 580
mió. kr. árliga – hvørt ár.
Hetta er tað, økonomar
kalla
fruminntøka,
og
sum hevur tað við sær, at
peningurin hevur virknað
2½-3
ferðir,
við
tað,
at
peningurin, tá ið hann verður
brúktur av tí almenna til lønir
o.a., kemur innaftur einaferð
enn sum skattur og avgjøld,
og aftur enn einaferð, tá ið
hesin peningurin so aftur fer
út í umferð osfr., osfr. Sostatt
eigur Jenis av Rana sjálvur
sín leiklut í megametinum í
peningaoyðsli, sum nú kostar
okkum føringum meir enn
1.500 mió. kr. árliga ella 4
milliónir krónur um dagin –
hvønn dag. Ei undur í, at Jenis
hevur ringa samvitsku!
Rennur undan ábyrgd
Nú veit eg væl, at Jenis hevur
sagt, at hann atkvøddi ikki
fyri blokkniðurskurðinum,
og tað er eisini rætt, men
hann atkvøddi bæði við 2.
og 3. viðgerð fyri yvirtøk-
unum, sum kostaðu blokk-
niðurskurðin – skilji tað, hvør
ið skilja kann (sí logting.fo >
tingmálini 1997-2006 > gamla
heimasíðan > tingmál >
leita > leita í tingtíðindum >
løgtingsmál eftir ári > vel ár
2001 > mál nr. 5 > H. 3. viðgerð
> skrolla niðast 3. viðgerð >
19-0-10 > Miðflokkurin Jenis
av Rana Tast. nr. 26 ”Ja”).
Sostatt
rennur
Jenis
framvegis undan ábyrgdini,
sum hann saman við loysing-
arsamgonguni hevur pádrigið
okkum føringum – bæði tær
og mær og øllum teimum
veiku, øllum teimum sjúku
og ikki minst øllum teimum
ungu. Jenis! Matt. 7,3.
Johan Petersen
Jenis eigur sjálvur metið í peningaoyðsli
Útsølan byrjar
hósmorgunin
19. aug. kl. 09.00
Sosialurin / KvR 34 18 00
Tórsgøta · 100 Tórshavn · Tel 31 13 95
Teldupostur: hjakissa@post.olivant.fo
Útsøla
RimmaR
Kom og ger
kvettið