Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121 10 Sosialurin www.fodursolan.com · info@fodursolan.com · Telefon 21 19 96 Ókeypis úTkoyring í TÓrshavn og nærindis Søcla (20 kg) Turrfóður til hvølpar, unghundar og tíkir, ið geva mjólk. Er eisini gott til aktivar hundar. SØCLA inniheldur C-vitamin. Fyri posan......kr. 540,- Skyttens kat (15 kg) Turrfóður til kettur við nógvum protein- um frá fiski, flogfenaði og eggum. Inni- heldur úrdráttir úr høsnarungalivur. Fyri posan......kr. 390,- Special (20 kg) Turrfóður til vaksnar hundar. Er eisini sera gott til hundar við húð- og pels- trupulleikum og til eldri hundar. Fyri posan......kr. 450,- Kvalitetsfóður til kettur og hundar Bílegg beinleiðis á netinum Viðkomandi skeið um mannarættindi Í heyst bjóðar Amnesty International øllum næmingum og lærarum á skeið um mannarættindi Rigmor Dam Altjóða mannarættindi er ein partur av endamálinum í fólkaskúlalógini. Amnesty International arbeiðir fyri, at børn í Føroyum kenna síni rættindi og rættindini hjá øðrum, og at lærarar læra at undirvísa í mannarættind­ um. Tí bjóðar Føroya deild øllum fólkskúlalærarum og næmingum á skeið í manna­ rættindum í heyst 2010 í Stephanssons Húsið á Konga­ brúnni í Havn. Lærarar læra Annað skeiðið er fyri lærar­ um, sum undirvísa í fólka­ ella miðnámsskúlum, men allir aðrir fakbólkar eru eisini vælkomnir. Í sambandi við dagsskeið­ ini fyri lærarar, koma royndir danskir undirvísarar til Før­ oya at kunna um og at geva íblástur til, hvussu til ber at undirvísa í mannarættind­ um. Skeiðið fyri lærarum verð­ ur dagarnar 13., 14. og 15. september millum klokkan 9­16, og tað er ókeypis. Skeið fyri skúlanæmingum Eins og í vár, tá eini 200 næmingar vóru á skeiði um mannarættindi, sleppa næm­ ingarnir aftur í ár at nema sær kunnleika um evnið í sonevnda Mannarættinda­ rúminum, sum Amnesty hevur innrættað til enda­ málið. Hetta verður í september og oktober, har skúlaflokkar og næmingar læra um um mannarættindi og uppliva mannarættindabrot á egnan krop. Til ber at seta seg í samband við Amnesty og finna eitt tíðspunkt, nær vitjanin, sum er fýra tímar, kann vera. Sambært endamálsorðing fólkaskúlans, skal fólkaskúlin vera við til at: "búgva næmingarnar til innlivan, samav­ gerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði." Ja, tað er spennandi at lesa Sosialin Tekna teg sum haldara á tel. 34 18 00 ella send ein t-post til post@sosialurin.fo SunnudagSSkúlin í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00 www.ebenezer.fo Øll eru hjartaliga vælkomin!