Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í gjár samtykti løgtingið enda liga fiskidagarnar fyri komandi fiskiár. Landsstýrismaðurin í fiski vin nu málum, Jacob Vester gaard, skeyt sjálvur bara eina skerjing upp, tá hann legði sítt uppskot fyri løg ting ið. Hann mælti til, at 5.000 fiskidagar skuldu takast úr bólki 5, sum eru smá ir útróðrarbátar. Ein onnur broyting, sum landsstýrismaðurin eisini mælti til, var, at lemma trol­ ar ar nir koma við í fiski daga­ skipanina við ávísum fiski­ dagatali á innari leið – og á ytri leið. Eftir fyrstu viðgerð á løg­ tingi fór málið í vinnu nevnd løgtingsins. Eftir nakrar fundir í vinnunevndini, har eitt nú ymiskar partar í vinnuni, Havstova og Fiskiveiðieftirlitið, vóru innkallað, býtti vinnu­ nevnd in seg í ein meiri lu ta, umboðandi sam gongu flokk­ arnar – og tveir minni lut ar umboðandi avika vist Tjóð­ veldi og Sjálvs stýris flokkin. Meirilutin í vinnu nevnd­ ini tók í stóran mun undir við landsstýrismanninum, men mælti til, at skerjingin í bólki 5 ikki verður 5.000 dagar, men heldur 4.000 dagar. Haraftrat mælti vinnu­ nevnd in til, at stóru línu­ bátar nir skulu skerjast við um leið 3% av sínum dagatali – og partrolarar við umleið tí sama. Meirilutin í vinnu­ nevnd ini mælti eisini til, at lemmatrolarar, sum nú eru við í fiskidagaskipanini, skulu fáa 10% færri dagar á innari leið enn talið, sum lands stýrismaðurin hevði skotið upp. Í sínum tilmæli var vinnunevndin held ur ikki samd við lands stýris manni­ num um at áleggja brúks­ skyldu av døgum, soleiðis at óbrúktir dagar kunnu latast øðr um, tá nakrir mánaðir eru eftir av fiskiárinum. Nevndi helt, at hetta kann økja um veiðitrýstið á fiskastovnarnar og helt ikki, at hetta er rætta løtan at fremja eina slíka broyting. Spenningur á tingi Í gjár skuldi løgtingið so endaliga samtykkja fiski­ daga r nar fyri komandi fiski­ ár, sum byrjar 1. september. Undir viðgerðini kom eitt broytingaruppskot frá fýra limum úr samgonguni, Edmundi Joensen, Magna Laksáfoss, John Johannesen og Hans Paula Strøm, um at minka fiskidagatalið við 8%. Stórur spenningur var um, hvørt hetta uppskot fór at verða samtykt, og lík in di vóru eisini til tess. Spenn ing­ urin var eisini, at Fólka flokk­ urin hevði latið hinar flokk­ arnar vita, at tað var eitt ”kardinalpunkt”, at broyt ta upp skotið hjá Jacobi Vester­ gaard, lands stýris man ni, varð samtykt við triðju við­ gerð. Úrslitið gjørdist, at broytingaruppskotið hjá teim um fýra limunum úr sam gonguni fall, tá 16 at­ kvød du fyri – og 16 at kvødd u ímóti, meðan ein av kvøða var blonk. Tjóðveldisumboðini á tingi – undantikið Heini O. Heinesen – vóru millum teirra, sum tóku undir við broyt in g aruppskotinum upp á 8%­skerjing. Hevði Heini O. Heine sen eisini atkvøtt fyri upp skot i­ num, hevði tað verið samtykt, og so er spurningurin, um sam gongan hevði yvirlivað. Tað veit eingin, og sjálv­ ur helt løgtingsmaður Tjóð­ veldi sins í Norðoyggjum eftir atkvøðugreiðsluna, at sit andi samgonga hevði ikki slept endanum kortini. Eftir atkvøðugreiðsluna á tingi segði Høgni Hoydal, for­ mað ur Tjóðveldisins, at tað fær ongar avleiðingar fyri Heina O. Heinesen, at hann ikki atkvøddi við flokkinum í gjár. ­ Vit hava langt síðan havt dystirnar við Heina O. Heinesen í hesum máli num, og vit vistu, at hann stuðl ar ikki flokkinum í fiski vinnu­ politikki num, segði Høgni Hoy dal. Endaliga samtyktin um fiski dag ar nar gjørdist, at meiriluti fekst fyri upp skot­ i num hjá lands stýr is man ni­ num, Ja co bi Vest er gaard, við teim um broyt ing um, sum meiri lut in í vinn u nevnd ini skjeyt upp. 16 atkvøddu fyri, 13 ímóti, og fýra atkvøður vóru blank­ ar. vilmund@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin vann slagið um fiskidagarnar SAMTYKT Løgtingið hevur nú samtykt fiskidagarnar fyri komandi fiskiár. Talan er bert um smáar skerjingar í mun til dagatalið í fiskiárinum, sum nú er um at verða liðugt. Ein broyting er, at lemmatrolararnir nú eru við í fiskidagaskipanini ... stórur spenningur var um, hvørt broytingaruppskotið fór at verða samtykt - og líkindi vóru eisini til tess... Fiskidagarnir fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september, eru nú endaliga samtyktir á løgtingi Mynd: Vilmund Jacobsen