mikudagur 18. august 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Álvur Haraldsen
At fara til skips bert 16 ára gomul,
var ikki nakað sum nógvar aðrar
før oysk ar kvinnur høvdu gjørt
framman undan.
Fyri Johnvá var hetta ikki so
nógv at rópa hart upp um. Hon
hevði mangan verið umborð á báti
áður, og heima við hús var nógv
prát að um fiskiskap og útróður.
Bæði pápi hennara og tann elsti
beigg in vóru sjómenn, og tað kom
meiri enn so fyri, at hon var við, tá
teir umborð á Liljuni landaðu fisk
í Sørvági, haðani hon eisini hevur
ættar bond.
Nú var tann lívsfríska og
arbeiðs fúsa gentan til reiðar at
fara undir eina nýggja avbjóðing.
Hon hevði arbeitt eitt sindur sum
arbeiðs genta, m.a. í heiminum hjá
manni num, ið kom at gerast skipari
henn ara henda túrin - Sigmund
Heine sen í Klaksvík.
- Ein dagurin spurdi hann meg,
um eg visti onkran sum kundi
koma við sum messudrongur við
Jákup B á einum túri til Grønlands.
Eg svaraði honum, at tað kundi eg
gott gera. Hetta kom helst nakað
óvart á hann, tí hann svaraði, at
hetta mátti hann tyggja eitt sindur
uppá tað.
- Eg spurdi síðani foreldrini um
loyvi: Mamma var ikki heilt við
upp á tað, men pápi spurdi meg
bara, hvønn eg skuldi til skips við.
Tá eg so segði, at tað var við Jákup B
og við Sigmundi sum skipara, svar-
aði h ann bara: “Tað var ikki so býtt”,
greið ir Johnvá brosandi frá.
19. september fyri sløkum 48
árum síðani legði Jákup B út á
nýggjan túr við Johnvá sum messu-
gentu. Hóast hon hevði fingið játt-
il si frá foreldrum sínum, vóru tað
kort ini ikki øll ið vóru eins fegin
um hetta.
- Tá vit løgdu frá landi var lagið
gott umborð og vit sungu ymiskar
sang ir. Men fyri tey mongu, sum
stóðu eftir á bryggjuni var hetta ein
rør andi løta, og fleiri grótu, millum
ann að mamma mín. Tey væntaðu
heilt einfalt ikki, at vit fóru at fóru
at koma heilskapað aftur, nú ein
kvinna mynstraði við.
Hinvegin vísti tað seg, at tey
bóru boð aftur í bý. Gjørdu ein
skjót an og sera góðan túr í Eystur-
grøn landi, sum bert vardi í góðan
hálv an annan mánað. Og tann unga
Johnvá slapp at royna alt tað sum
kundi roynast umborð á einum slík-
um línuskipi sum Jákup B.
- Eg keddi meg ikki eina einastu
løtu á túrinum, sigur Johnvá Jo-
seph sen, ið sjálv mynstraði sum nr.
25 henda túrin, har hon sam stund is
rundaði tey 17 árini.
Systir og dóttir
Liðin eru fimmti ár, síðani línu-
skip ið Jákup B og Klakkur komu
á Klaksvík fyrstu ferð. Hetta fer
sjálv andi ikki aftur við borðinum,
men verður heiðrað soleiðis sum
tað sømir seg á sjómannadegnum
leygardagin.
Tað eru kanska ikki øll sum vita
tað, at longu tvey ár eftir hetta,
mynst r aði ein kvinna umborð á
Jákupi B sum messudrongur. Hetta
varð samstundis hennara fyrsti og
ein as ti túrur til skips.
Frammanundan hevði kokkur in,
Erling Joensen úr Gjógv pro vian-
ter að til allan túrin, og tí var lætt
og einfalt hjá teirri ungu klaks vík-
gentu n i at fara til verka í messuni.
Johnvá kendi nógvar av teimum
ungu dreingjunum sum fóru við.
Fleiri teirra vóru á sama aldri sum
hon, og aðrir eldri. Hóast hon var
einsa møll kvinna umborð, varð hon
onga tíð happað av hesi orsøk.
- Nei, eg kenni einki til orðið
eingin
skomm at
fara til
skips
Sjólív Mikudagin 19. september 1962 gloymir Johnvá Josephsen
ongatíð. Hetta var dagurin, tá línuskipið Jákup B fór til fiskiskap í
Eysturgrønlandi. Og hetta var eisini dagurin, tá hon sum ein tann
fyrsta kvinnan - um ikki tann fyrsta - fór til skips við føroyskum
skipi. - Ja, eg minnist, at fólk bæði grótu og illa lótu, tá vit løgdu
frá landi henda dagin, greiðir Johnvá frá. - Tey væntaðu als ikki,
at eitt skip við eini kvinnu umborð kundi bera boð aftur í bý!
Trussu-
suppa,
ger so
væl!
At vera einsamøll kvinna í
einum mannfólkaheimi, og
enntá umborð á einum skipi,
var helst ikki tann stóra
avbjóðingin fyri ta 16-17 ára
gomlu klaksvíksgentuna.
Johnvá
royndi
sum
frægast at ignorera mann-
fólkaprátið, men ikki óvænt-
að komu støður, har gingið
varð henni heldur nær.
Henda eina dagin hevði
hon
fylt
sær
ta
stóru
grýtuna við vatni, tí nú
skuldu viskistykkini kókast.
Hetta løgdu teir sjálvandi
merki til, serliga ein av ungu
monnunum.
- Hann gav mær tá eitt
ordiligt prik, tí tá eg setti
suppuna á borðið segði hann
bart út, at hann skoytti í
øllum førum ikki um trussu-
suppu.
- Skiparin hoyrdi hetta,
og gav honum av grovfílini
fyri tað sum hann hevði sagt
um meg. Tja, eg veit líka,
hann bleiv so seinni eisini
forlovaður!
Tá
eg setti
suppuna
á borðið
segði hann
bart út,
at hann
skoytti
í øllum
førum ikki
um trussu-
suppu
Tey væntaðu heilt ein falt
ikki, at vit fóru at fóru at koma
heilskapað aftur, nú ein kvinna
mynstraði við