Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121 22 Sosialurin Oyggjablaðið Jákupi B, og sohvørt sum lastin fylt­ ist við fiski, kom dagurin, tá kósin varð sett aftur ímóti Føroyum. ­ Her var altíð okkurt at takast við, serliga hjá mær sum væl dámdi at rokast umborð. Tíðin føldist tí onga tíð long. ­ Hinvegin var tað sera løgið at koma í land aftur. Tað virkaði fakt­ iskt rættiliga tómt. Nú høvdu vit 25 um borð verið so tætt saman, og tí gekk líkasum ein tíð, áðrenn vit í teirri gomlu klikuni komu saman aftur. Eingin skomm at fara til skips Johnvá var bert henda eina túrin til skips. Men hon hevur ikki hugsað stór veg is um, at hon helst var fyrs­ ta føroyska kvinnan sum var til skips. ­ Eg veit ikki hví, ið ikki fleiri ung ar kvinnur eru farnar til skips gjøg num árini. Kanska halda tær, at tað er skomm at vera sjómaður, eg veit ikki. Fyri meg er eitt arbeiði eitt ar beiði, óansæð um man er maður ella kvinna. ­ Man lærir heilt ótrúliga nógv av at vera til skips. Man mennist av at fara heimanífrá, og tí ein fær at vita, at alt er ikki ein sjálvfylgja, vís ir hon á. Nevnast kann í hesum sam ban­ di, at presturin, bíbliutýðarin og rithøvundurin, K.O. Viderø í ein um av bókum sínum júst vísti á hetta sama, við tað at hann kallar Suður­ land ið fyri ein góðan skúla. Í dag er hetta við kvinnuligum sjó monn um vorðið alt meiri van­ ligt, ikki minst ta tíðina, ið Nær a­ berg var heimahoyrandi í Klaks­ vík. Hesa tíðina vóru nógvar ung ar kvinn ur til skips, m.a. ein ommu­ dótt ir hennara. ­ Men eg haldi, at var størsta skan da la at Næraberg fór av landi­ num. Ommudóttir mín elskaði í øllum førum sjómanslívið. snorri@sosialurin.fo Havið er óút­ rokni­ ligt Aðrastaðni í greinini er nevnt, at Johnvá ynskti at royna alt sum roynast kundi umborð á einum línuskipi. Eitt av hesum arbeiðum var at hála fiskin inn. Ein dagin er hon í ferð við hetta. Hon var farin í eina bláa skjúrtu, sum hon hevði tikið frá beiggja sínum. ­ Ja, eg stóð við uppbrotnum ermum og hálaði inn. Tað var blikalogn, og eg hugsaði tí ikki um annað, enn arbeiðið sum eg skuldi gera. ­ Eg havi helst staðið í øðrum tonkum, og ansaði ongum, ikki fyrrenn ein stór alda knappliga reisist beint har sum eg stóð. Men lukkutíð fekk kokkurin hálað meg inn, og einki annað hendi. At eg skuldi verða til ólukku fyri skip og manning, var ongatíð tikið uppá tungu - Grønland er eitt sera vakurt land, staðfestir Johnvá Josephsen, sum var við línuskipi við Eysturgrønland á heysti 1962 FANTASTISKT Johnvá ynskti at royna alt sum roynast kundi umborð á einum línuskipi. Hon var bæði í messuni, í lastini, á dekkinum og í stýrihúsinum. - Eg angri ikki eina løtu at eg fór til skips sum 16 ára gomul, sigur hon ROYNDI ALT