Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121 Sosialurin Ítróttur Heðin Askham: -Hetta er ein katastrofa Sundalagsmenn høvdu møguleika at koma ájavnt HB á øðrum plássi, um teir væl at merkja vunnu á B68, og Heðin Askham var heldur ikki nøgdur við bert at fáa javnleik á Svangaskarði. -Nei hetta var ein katastrofa fyri okkum. Vit vistu at tað fór at vera trupult, men vit høvdu nokk av kjansum til at avgerða dystin. Tískil er tað ikki nøktandi, at vit bert fáa javnleik, segði ein sera vónsvikin EB/Streyma venjari eftir dystin. Trupult at fáa NSÍ aftur Spurdur um javnleikurin hevur køvt FM vónirnar í sundalagnum, sigur Heðin, at tað verður trupult nú, men teir fara at spæla sín kjans. -Nú eru vit níggju stig aftanfyri NSÍ, men vit eru í somu støðu sum undan dystinum móti B68, har hvør dystur er ein finala fyri okkum, og tað einasta vit kunnu gera, er at vinna okkara dystin, so fáa vit at síggja hvussu langt tað ber, sigur Heðin. Sundalagsmenn skulu aft- ur í eldin 20. August, tá teir skulu á vitjan við Løkin, har oddaliðið NSÍ tekur ímóti. Ólavur Øre Hansen Ein sigur var eitt ófrávíkiligt krav hjá sundalagsmonnum, um teir skul du fylgja við sigursvandu runa- vík ing unum í oddastríðnum. Tí skil er javnleikurin ímóti tofta monn- um ein strika í roknskapinum hjá EB/Streymi, sum nú eru níggju stig aftan fyri NSÍ á fyrsta plássi. Av tí sama er tað væl skiljandi, at tey iðra seg um javnleikin í Sunda- lag num. Ikki minst tí at EB/Streym- ur hevði neyðugu møguleikarnir at sko ra fleiri enn tað eina málið í dysti- n um, men neyvleikin mangl aði. Ónøgdur Bill Men tað eru ikki bert sunda lags- menn sum iðra seg um úrslitið. Venjarin hjá toftamonnum er held- ur ikki nøgdur við eina stigið. -Nei, hetta eina stigið fáa vit ikki brúkt til nakað nevnivert. Vit liggja í einum ongamannalandi, og skuldu hava øll stigini fyri at halda sambandið við liðini omanfyri okkum, segði Bill Mc Leod. Rótut og intenst Samanumtikið er javnleikurin ikki heilt av leið, tí talan var ein ein rótut an og intensan dyst, og av tí sama høvdu liðini trupulleikar at myn da dystin. Somuleiðis var lang millum opnum møguleikunum. Tó so, sunda lagsmenn høvdu teir flestu kjans ir nar, og tí er eina stigið nokk ein herskin biti at svølgja fyri sundalagsmenn, sum mistu tíðandi stig í oddinum, meðan B68 heldur frástøðu frá botnliðunum. Stutt millum málini Tað vóru gestirnir, sum løgdu betur frá landi, og longu í triðja minutti hevði Arnbjørn Hansen ein líkinda møguleika, men skotið hjá honum fór omanfyri. Dysturin var merktur at nógv- um nærdystum, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki mátti Arnbjørn Han sen berast av vøllinum við skaða í nøs ini, eftir ein nærdyst við Odd Højgaard. Báðir spælarnir máttu ein túr á skaðastovuna, men sum skilst var einki álvarsligt áfatt. Stutt fyri hálvleik bragdaði hjá EB/Streymi, tá teir fingu brotspark, sum Daniel Udsen setti trygt í netið. Men í yvirtíðini í fyrra hálv leiki, fekk Ndende javnað, tá hann stútaði bóltin í netið, eftir innlegg frá Keita. Seinri hálvleikur minti nógv um tann fyrra. Lítið samanhangandi spæl og fáir møguleikar. Tó royndu sundalagsmenn at trýsta, og eitt nú hevði Gudmund Nielsen eina skotroynd sum brast í tvørtræið, men inn vildi bólturin ikki. Rættvíst úrslit Sostatt endaði dysturin við javnleiki, 1-1, sum nokk var eitt rættvíst úrslit. Sundalagsmenn eru sjálvandi ikki nøgdir við eina stig ið, men tá teir ikki megna at um seta møguleikarnir til mál, so verð ur trupult at vinna dystir. Vi eina stiginum í skjáttuni, hal da toftamenn frástøðu frá botn stríð- num. hansenolavur@hotmail.com B68 – EB/Streymur 1-1 (1-1) 0-1: Daniel Udsen, 43. , br 1-1: Ndende, 45. Dómari: Eiler Rasmussen B68: Petur Meinhard Magnussen (Vlada Filipovic, 63.) - Niklas Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Øssur Hansen (Jónleif Højgaard, 77.) - Jóhan Petur Poulsen, Remi Langgaard, Ndende Adama Guéye, Pól Jóhannus Justinussen - Kristian Anton Andreasen, Ahmed Keita Gult kort: Ndende Adama Guéye, Remi Langgaard, Jóhan Dávur Højgaard EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen - Gudmund Nielsen (Arnar Dam, 64.), Sorin Anghel, Pauli G. Hansen, Brian Olsen (Kristoffur Jakobsen, 88.), Daniel Udsen - Arnbjørn Hansen (Hans Pauli Samuelsen, 34.) Gult kort: Gudmund Nielsen, Marni Djurhuus, Pauli G. Hansen EB/Streymur tók ikki av Sundalagsmenn tóku ikki av møguleikunum, tá teir spældu javnleik, 1-1, ímóti B68 á Svangaskarði mánakvøldið. Úrslitið hevur við sær at EB/Streymur missir tíðandi stig í oddastríðnum, meðan toftamenn halda frástøðu frá botnstríðnum Gudmund Nielsen (tv.) og Jóhan Petur Poulsen í hornatøkum í hornatøkum