Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 28 Miðvikan Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121 11. partur Í 1971 var Stóra Dímun fyri fyrstu ferð í okkara ætt manntóm um veturin. Tað var snøgt sagt ov stræv­ ið og uttanhandað. Seyðurin kláraði seg eisini um veturin. Men sumrini vóru vit tó framvegis á oynni. Tað sum broytti alt, var tyrlan. Her var tað í fyrsta umfari danska sjóverjan, sum vit fingu gleði av. Men tað byrjaði tó eitt sindur óheppið. Neytini á Dímun vóru ikki von við allan hendan gangin av tyrluni. Fyrstu ferð, tyrlan kom, gjørdist eitt ungneyt so bangið, at tað leyp fyri bakkan og fór í knús! Tað var eitt upplivilsi fyrstu ferð, vit vitjaðu umborð á verjuskipinum við tyrluni. Kaj Nolsøe Bang, stjórin á marinustøðini, skipaði fyri, at tyrlan hjá teimum kom til Dímunar minst 14. hvønn dag. Millum annað høvdu teir við sær øll bløðini, sum tey høvdu lisið umborð á verjuskipunum. Aftaná Bang kom Osberg Jacobsen. Teir vóru báðir sera dámligir menn. Eg hevði eini veðrahorn hangandi í gongini. Osberg var so serliga forliptur í hesum horninum, tað skilti eg á honum. Eg hevði so gjørt honum eini horn og sent tey niður til hansara í Danmark. Hetta var áðrenn jól. Beint eftir jól í januar kom hann ein dagin við tyrluni. Tá var tað at takka fyri hornini. Vit sótu so og prátaðu aftur og fram um veður og vind. Hann fekk at vita, hvussu óheppið tað var, at vit ikki vóru sloppin av við slaktið orsakað av veðri, nú vit vóru komin út í januar mánaða. So fóru teir avstað á eina kann­ ingarferð vestanfyri Suðuroynna. Men eina løtu seinni kemur tyrlan aftur. Tá hon kom, fóru vit altíð út at vita hvørji ørindini vóru. Annar flogskiparin kemur í land. Hann hevur tilboð frá stjóranum um at flyta okkum alt slaktið suður til Vágs. Eg visti als ikki, at tað bar til, so eg takkaði sjálvsagt fyri. Tað gekk bert ein løta. Teir komu við einum troli at fylla kjøtið uppí. So tóku teir kjøtið umborð á verjuskipið og fluttu tað suður til Vágs. Teir á Gørðunum, sum høvdu keypt kjøtið, kundu nú fáa boð um, at skip var á veg suður við kjøtinum. Hetta var fyrstu ferð, at vit fingu nyttu av tyrlu á hendan hátt. So hetta var munur á. Í 1985 kemur fast samband við tyrlu. Óla Jákup festi í 1980. Hann og konan Sunniva høvdu verið búsitandi í Dímun síðan 1977. Um veturin høvdu tey tó verið í Havn. Frá 1985 fóru tey at búgva í Dímun alt árið. Sama ár byrjar aftur skúli í Dímun. Tá er elsta barnið, Eva, 7 ár. Eg og Kinna fóru tá eisini aftur at búgva alt árið í Dímun. Tá ið vit flyta til Havnar í 2003 er tað, at Eva og Jógvan Jón flyta út hagar. (Óla Jákup sigur, at foreldrini vóru álitið sum hjálparfólk hesa tíðina.) Tyrlan var ein stór broyting í ferðsluviðurskiftunum til Dímun, nú ferðasamband er 3­4 ferðir um vikuna. Hetta er tó framvegis treytað av veðri, sum drotningin eisini fekk at sanna. Eg veit ikki um nakran, sum hevur verið dímuningur so leingi sum eg. Eg var borgari á Dímun í knapt 79 ár, tá flutti eg til Havnar. Men eg vitji tó javnan út í Dímun og steðgi nakrar dagar. Við tyrluni liggur eisini væl fyri hjá teimum á Dímun at fara av oynni nakrar dagar, og tað gera tey eisini. Dímun í dag Í tí seinasta FF­blaðnum, sum kom út í januar 2007, hevði Óli Jákup Jacobsen eina frásøgn frá vitjan í Dímun. Vit fara at enda hesa røð um Stóru Dímun við at endurgeva hansara grein tillagað til dagin í dag. Myndirnar tók hann eisini ta ferð­ ina. Greinin vísir, hvussu ein ungur drongur hevur upplivað oynna. Hann skrivaði millum annað: Tað var ikki við sørt spenningi og væntanum at farið varð út á Stóru Dímun. »Hvussu munnu tey liva har úti? Hvussu munnu fólkini vera? Munnu tey hava eitt siviliserað lív?« Og so framvegis. Tað var heilt klárt, at forvitnið ikki var minni enn spenningurin. So gott sum einasta ferðasam­ band til oynna er við tyrlu, sum flýgur tríggjar ferðir um vikuna, fríggjadag, sunnudag og mikudag, á sumri eisini mánadag. Bara tað at flúgva við tyrlu er eitt heilt serligt upplivilsi. At síggja okkara vøkru oyggjar frá luftini og síggja, hvussu havið spælir sær móti berginum, tað var heilt ótrúligt. Á Dímun var øll bygdin komin at taka ímóti teimum báðum ferða­ fólkunum. Fyri framman lá eitt spennandi, øðrvísi og hugtakandi vikuskifti. Eru sum hini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen eru tvey heilt vanlig ung fólk. Sum pør flest, so hava tey fest sær búgv, nomið sær útbúgving og fingið sær børn. Eva er 31 ár og Jógvan Jón er 37, og eiga tey børnini seks ára gomlu Døgg og Sprota, sum er fýra ár. Einasti munurin á Evu og Jógvan Jón og flest onnur er, at tey hava valt at búsett seg úti á Stóru Dímun, har einans teirra familja býr. Somuleiðis býr Óli Jákup, pápi Evu, har umframt Janus, beiggi Evu og genta hansara Erla, ættað úr Vestmanna. Ein vanligan gerandisdag eru tey sostatt sjey fólk, ið búleikast á hesi lítlu oynni. Sunniva, kona Óla Jákup, arbeiðir í Havn. Hon er dóttir Evu og Líggjas Sørensen av Kirkju. Hennara ætt varð í síni tíð eisini lýst í FF­blaðnum. »Tað fyrsta, sum fólk spyrja okkum, er, hvat vit fáa tíðina at ganga við. Vit eru ikki øðrvísi enn hini, og gera vit alt tað sama, sum øll onnur«, sigur Jógvan Jón, tá ið prátið fellur á teirra sermerktu støðu. Tað skilst, at tað er ein vanligur hugburður, ið fólk hava, at fólkini úti á Dímun ikki kunnu liva sum onnur. Men so er ikki. Í bygdini eru bert tvey sethús, og eru tey samanbygd til eitt. Hóast húsini eru gomul og lág til lofta, so eru tey eins modernað sum húsini inni á meginlandinum. Tey hava tey trý týdningarmiklastu tingini fyri eitt húsarhald, nevniliga sentralhita, streym og rennandi vatn. Somuleiðis hava tey øll møgulig nútímans tól bæði til húsbrúk og til børnini. Ikki munnu Døgg og Sproti vera minni forkelað enn onnur føroysk børn. Tey hava Lego, glasmáling, videofilmar sum Tarzan 1 og 2, Bamsa og Kjúla, elstýrdan bil, bóltar o.s.fr. Ikki einsligt Ein tanki, sum liggur nógvum í huga, er, um tað ikki kann vera sera einsligt sum familja at búgva einsamøll á einari lítlari oyggj. Serliga kundi tað kanska tykst einsligt fyri Jógvan Jón, tí hann er uppvaksin á Sandi og er fluttur út sum vaksin. »Tá vit eru millum fólk í Havn, síggja vit, at tað eru mong menniskju í Havn, ið eru nógv meira einsamøll enn vit,« sigur hann. Tað er eingin ivi í Evu, at hatta er hugburður, sum er heilt av leið. Tað sama sigur Jógvan Jón, ið stór­ trívist í síni nýggju heimbygd. Nú er ferðasambandið eisini blivið so gott, at tað er eingin trupulleiki at sleppa til og av oynni. Tey eru av oynni umleið fjórðu til sættu hvørja viku. Janus úr Dímun: Kúgvin leyp í deyðan undan fyrstu tyrluni Nú eru vit komin til seinasta partin av hesi frásøgnini hjá Janusi úr Dímun. Tað sum bjargaði búsetingini á oynni var tyrlan Bóndahúsini á Stóru Dímun. Parabol hava tey eisini