mikudagur 18. august 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
29
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 18. august 2010 · Nr. 121
Nógv djór
At tey eru bøndur hevur við sær,
at tey hava nógv djór og kríatúr. Á
oynni hava tey umleið 400 seyðir.
Somuleiðis hava tey sjey neyt,
harav eitt til tvey mjólkneyt. Eisini
hava tey ross, gæs, dunnur, tvær
kaninir og tríggjar hundar, har tey
bæði síðstnevndu kunnu roknast
húsdjór. Tá Døgg og Sproti ikki hava
onnur børn, er tað gott at hava tvær
fittar kaninir at spæla við. Serliga
Døgg nýtir nógva tíð saman við
kaninunum.
Tað er eingin ivi, hvønn leiklut
hundarnir hava. »Uttan hundarnar
hevði tað verið ógjørligt at verið
bóndi her úti. Ein trýr ikki, hvussu
dugnaligir hundarnir eru, áðrenn
ein hevur sæð tað,« sigur Eva.
Vanligur dagur
Hjá bóndunum úti í Dímun er tað
einki, sum eitur fastar arbeiðstíðir.
Arbeiðið má leggjast eftir náttúruni,
og kunnu arbeiðsdagarnir hjá teim
um tí gerast sera langir og drúgvir.
Kúgvin skal mjólkast tvær ferðir
dagliga og djórini skulu fóðrast
fyri at nevna nøkur dømi. Dagurin
byrjar tíðliga á morgni, tá ið kúgvin
skal mjólkast fyrstu ferð. Tað er
sera umráðandi, at kúgvin verður
mjólkað soleiðis rímiliga fast, tí
annars kann hon gerast sjúk og
gevast við at framleiða mjólk. Av tí
sama má fólk altíð vera úti í Dímun.
»At hava mjólkneyt er øgiliga
bundisligt,« sigur Óli Jákup.
At vera bóndi er eitt sera hart og
strævið arbeiði. Tað er eisini tí, teir
eru tveir bøndur, Jógvan Jón og Óli
Jákup nú við hjálp frá Janusi, yngra.
Teir eru á einum máli um, at arbeiðið
als ikki hevði latið seg gjørt bert við
einum bónda. Áðrenn Jógvan Jón
kom inn í Dímunarmyndina vóru
teir eisini tveir bøndur, nevniliga
Óli Jákup og pápi hansara, Janus,
ið røktu festið.
Arbeiðsdagurin strekkir seg ofta
líka frá tíðliga á morgni til seint á
kvøldi. Sjálvsagt verður tað ikki
arbeitt alla tíðina, men tey ymisku
tingini skulu gerast, tá náttúran
krevur tað. Tað er tó ikki nakað,
sum Eva og Jógvan Jón tykjast at
vera nívd av. »Tá ein sjálvur eigur
bóndagarðin, so er einki beinleiðis
mark millum arbeið og frítíð,« sigur
Eva. Men sjálvsagt taka tey sær
eisini onkran frídag inn ímillum,
har tey bara taka sær av løttum.
Eva sigur, at tey bera ongan ótta
fyri, at tað onkuntíð skal koma
soleiðis fyri, at tey gerast arbeiðs
leys. »Her er altíð nóg mikið at
takast við.«
Garving
Tað skerst ikki burtur, at bónda
arbeiðið er sera víttfevnandi og
tengt at árstíðini. Um summarið
er hoyggingin, um heystið er fjall
gonga og flettingin á skránni o.s.fr.
Um veturin verður nógv gjørt við at
garva skinn. Tað merkir, at tey taka
seyðaskinnini, sum tey hava goymt
síðan heyst, og reinsa tey. Hetta
arbeiðið er eitt sindur torførari og
meira tíðarkrevjandi, enn tað tykist
í fyrsta umfari. At garva eitt skinn
tekur umleið átta dagar, til tað er
heilt liðugt. Áðrenn tað kann latast
út til handlarnar, skulu tey liggja í
nógvum ymiskum løkum, spulast,
reinsast, skerast til og til síðst
eisini greiðast. Jógvan Jón og Óli
Jákup gera tað mesta av tí likamliga
tunga arbeiði av garvingini, meðan
Eva greiðir tey flestu skinnini. Tey
skulu greiðast eitt og eitt við hond,
og tekur tað umleið hálvan tíma
at greiða hvørt skinn. Tilsamans
skulu gott 200 skinn garvast, og
garva tey eini 25 í senn í hvørjari
arbeiðsgongd.
Garvingin er eitt slag av verk
ætlan hjá teimum, har tey byrjaðu
so smátt at garva í 2006. Sum
tað nú sær út, tykist tað at vera
heilt fittur eftirspurningur eftir
tílíkum garvaðum skinnum. Bæði
føroyingar og útlendingar keypa
garvað seyðaskinn.
Við tí nýggja virkishúsinum
rokna tey við at kunna gera meira
burtur úr garvingini.
Trívast væl
Tað er eingin ivi um, at Dímun er
teirra heim alt árið. Her dámar
teimum sera væl, og tey hava ongar
ætlanir um at flyta inn á megin
landið. Men Eva og Jógvan Jón
leggja áherðslu á, at tey á ongan
hátt eru øðrvísi enn onnur. Tey
hava júst somu áhugamál og liva á
sama hátt sum teirra javnaldrar.
So tað verður spennandi at
fylgja, hvussu lívið á Stóru Dímun
fer at laga seg.
FFblaðið kundi enda sína tilveru
við at ynskja øllum á Stóru Dímun
góða eydnu vit vón um, at oynni
verður leingi lív lagað. Óli Jákup
endaði greinina við takka fyri eitt
gott, spennandi og ógloymandi
vikuskifti.
Tøkk til Janus
Hetta var so frásøgnin um Stóru
Dímun. Sum ofta er, tá byrjað
verður við eini slíkari frásøgn,
kemur meira undan kavi, sum so
eisini verður tikið við.
Tískil er eydnast at fáa eina
nøkulunda fullfíggjaða Dímunar
søgu úr enda í annan, serliga hjá
ættini, sum nú býr í oynni. Hetta
er fyrstu ferð, at ein slík søga er
skrivað. Tað skilst eisini, at lesarum
okkara hevur dámað hetta væl.
Tað er tó meira, sum er skrivað
um Stóru Dímun. Her er til dømis
talan um bókina hjá Johannes
Johannesen um húsini í Dali, har
fitt eisini verður skrivað um Stóru
Dímun. Eisini hevur Viderø prest
ur skrivað nakað um søguna hjá
oynni.
Tað hevur verið stuttligt at hitta
Janus og eisini hansara børn og
abbabørn, sum eisini hava givið
íkøst til hesa frásøgn.
Her kann verða nevnt, at Stóra
Dímun eisini hevur eina heimasíðu,
sum er verd at vitja hjá áhugaðum.
Tað er bara at fara inn á www.
storadimun.fo
Jógvan og Jón garvar skinn
Eva og Sára Olsen úr Klaksvík, sum var í starvsvenjing,
greiða skinn. Hetta er seinasta lið í virking av skinnum
Gerandisdagurin er sum hjá øllum øðrum. Her fáa tey sær ein
góðan bita. Mesti maturin, sum kemur á borðið, er av oynni
Óli Jákup Jacobsen, skrivaði frásøgnina um Stóru
Dímun í 2007. Her sæst yvir á Lítlu Dímun
Komandi partur
verður um Lítlu Dímun. Í 1918 forlisti eitt danskt skip Casper undir
Lítlu Dímun. Manningin lívbjargaði sær í 17 samdøgur á oynni.
Bjargingin var ein adventistur, sum var farin á flot sunnudag!