Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. august 2010 · Nr. 122 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Nú fiskidagarnir fyri kom­ andi fiskiár eru viðgjørdir og endaliga samtyktir á løgtingi, og nógv hevur kjakast um, hvat burðardygg veiða er, kann Sosialurin í dag bera eina øðrvísi søgu, har reiðaríir sjálv eru samd um at taka málið um burðardyggleika í egnar hendur og fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini. Tilráðingin fyri gulllaks sigur, at fiskast kunnu umleið 20.000 tons úr stovninum á hvørjum ári, tá mett verður, at hetta er umleið tað, sum stovn­ urin veksur við í vekt árliga. Í fjør var gulllaksaveiðan rættiliga góð, og skip vóru leingi á hesi veiði, sum tá helst fór nakað út yvir hesi umleið 20.000 tonsini. Veiðan hevur eisini verið góð í ár, tó at hon hevur verið eitt sindur misjøvn okkurt skifti í vertíðini. Fiskiskapurin byrjaði rættiliga væl, og tað tók bert einar 3­4 dagar at fylla skipini undir lúkurnar við gulllaksi. Gevast skjótt Tað eru seks skip sum í fleiri ár hava havt loyvi at fiskað gulllaks í vertíðini, sum plagar at byrja um hálvan apríl og endar út á heystið. Í ár hava feløgini, sum eiga hesi loyvi, tosað saman, og gjørt er av, at tá veiðan kemur upp á ta tilráðing, sum er galdandi fyri gulllaks, gevast skipini at fiska. Tummas Christophersen, reiðari og skipari, sigur, at semja er millum feløgini um hetta. Hann sigur, at Vestmenn­ ingur og Fram, sum hann hevur við at gera, hava fiskað umleið 6.000 tons av gulllaksi higartil í ár, og hann heldur, at veiðan hjá hinum báðum pørunum, Polarhavi og Stjørnuni og Eysturbúgvanum og Vestur­ búgvanum, liggur um nakað tað sama. – Hetta merkir, at vit nú nærkast tilráðingini, og tí verða skipini ikki á gulllaksi leingi aftrat. Reiðarin Tummas sigur, at feløgini hava verið á fundi við umboð fyri Havstovuna um hesi viðurskifti, og tað er í besta forstáilsi millum partarnar, at fiskiskapurin heldur uppat, tá tilmælta veiðan er fiskað. – Hetta er ikki nakað, ið er álagt okkum, sum veiða gulllaks, men hetta er ein avgerð, sum vit hava tikið í felag. Vit halda, at hetta er ein røtt avgerð, tí vit vilja gjarna gera okkara til, at henda vinna, bæði á sjógvi og landi, hevur eina framtíð, leggur reiðarin, Tummas Christophersen, aftrat. Gulllaksaskipini sam halda seg til tilráðin SEMJA - Vit, sum eiga skipini, ið fiska gulllaks, eru samd um at gevast at fiska, tá samlaða veiðan er komin upp á ta tilráðing, sum er galdandi, sigur Tummas Christophersen, skipari og reiðari Tummas Christophersen, reiðari og skipari Mynd: Birgir W. Høgnesen FYLGJA TILRÁÐING – Vit halda, at hetta er ein røtt avgerð, tí vit vilja gjarna gera okkara til, at henda vinna hevur eina framtíð, sigur Tummas Christophersen Mynd: Karstin Vang