Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 20. august 2010 · Nr. 122 Sosialurin md um at ngina Vilmund Jacobsen Í ritinum Sjóvarmál, sum Havstovan gevur út, var í fjør áhugaverd grein um gulllaks, sum tann ókendi fiskur hann er. Og tó. Gulllaksur kann vera ókendur á havinum, men í Leirvík hava tey kent og fingið nógv burtur úr hes­ um fiskaslagi gjøgnum fleiri ár, og í vertíðini í summar hevur nógv gull­ laksavirksemi eisini verið á Faroe Pelagic í Kollafirði. Sama er við teimum skipum, sum í vertíðini hava verið á hesi veiði. Hjá fiskimonnum og arbeiðsfólki er gulllaksur soleiðis ikki ein ókendur fiskur. Leiðirnar, har fiskurin verður veiddur, eru heldur ikki ókendar eftir so mong ár. Áhugaverd verkætlan Føroyski fiskiskapurin eftir gulllaksi byrjaði í 1994. Hesa tíðina eru longd og aldur á fiskinum skrásett í sambandi við landingar. Men sum heild er vitanin um lívfrøðina hjá gulllaksi lítið kend. Fyri at bøta um hetta og lýsa lívfrøðina hjá hesum fiskaslagi fór Havstovan í 2006 undir eina verk­ ætlan, sum lutvíst er fíggjað av vinnuni. Í hes­ um tíðarskeiði er tilfar savnað um longd, vekt, kyn, búningarstig og aldur á fiskinum. Hópur av tilfari er soleiðis savnað um lívfrøðina hjá gulllaksi síðan 2006. Eitt, sum hesar kann­ ingar vísa, er, at bæði miðallongd og miðalaldur á gulllaksi eru minkað síðan 1994. Men hetta er ikki óvanligt, tá ein stovnur fyrstu ferð verður fiskaður. Hinvegin veit lívfrøðin á havinum ikki, um hetta er allur sannleikin. Lækkandi mið­ alaldur kann eisini vera ábending um, at trýstið á stovnin er ov stórt. Ansast má eftir Meginreglan er, at fiska­ sløg, sum veksa seint, eiga ikki at verða hart troytt. Gulllaksur kynsbúnast, tá hann er 6­8 ára gamal, og verður stovnurin veiddur ov hart, er vandi fyri, at stórur partur av stovni­ num verður undir kyns­ búningaraldur. Gulllaksur veksur seint og gerst lutfalsliga gamal. Kanningar hjá Hav­ stovuni vísa, at størstu gulllaksarnir, sum eru skrásettir, eru 53 cm. lang­ ir og viga umleið 1,3 kilo. Hesir eru í minsta lagi 20 ára gamlir, og elstu gull­ laksarnir eru 29 ár. Gulllaksur gýtir vanliga í apríl og mai, men frávik eru frá hesum. Eftir at fiskurin er farin at gýta, minkar vøksturin, og hetta sæst eisini aftur á nytrunum, sum annars siga nógv um fiskin. Árini eftir, at gulllaksur er farin at gýta, verða árringarnir í nytrunum smalari. Tað siga Eydna í Homrum og Lise H. Ofstad, sum skrivaðu frágreiðingina um gull­ laksin í Sjóvarmáli. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Ísfiskatrolarar hava fingið tillutaða eina felagskvotu av makreli upp á tilsamans 5.000 tons, men enn er einki frætt um, at skip eru farin at royna. Ivaleyst verður eisini bíðað eftir, at fiskurin er betri egnaður til slíka veiði, tá hetta eru skip, sum ikki hava kølitangar, men bara vanliga kassalast. Ymiskt hevur verið frammi um, hvussu slík veiða kann skipast, og talan hevur eisini verið um, at størri skip kanska kunnu taka makrel hjá ísfiskatrolarunum. Tummas Christophersen, skipari og reiðari, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at Vestmenningur og Fram fara at royna eftir makreli, tá tey eru givin við veiðini eftir gulllaksi. Útlitini avgerandi Hann sigur, at tá gulllaksa­ vertíðin er av, verður hugt eftir, hvussu útlitini eru við makrelinum. – Vit hava fingið loyvi at fiska av felagskvotuni, og vit liggja framvið at fara, um tað vísir seg, at útlitini eru nøktandi. Tummas Christophersen sigur, at hugsað verður bæði um møguleikarnar at fáa makrel, hvussu hesin tá er til dygdar, og hvussu prísútlitini eru. – Men tað er slett ikki óhugsandi, at vit fara at royna hetta, leggur reiðarin og skiparin aftrat. Tummas Christophersen sigur seg vita, at nógvur makrelur er kring um í føroyskum sjógvi í løtuni, tó at tað vísir seg, at hann ikki bítir á dorg hjá útróðrar­ monnum. – Tað er ikki lygn, at havið nógvastaðni kókar av makreli, sigur hann. Eitt gott ár Vestmenningur og Fram hava higartil í ár fiskað fyri umeið 33 miljónir krónur. Hetta er higartil besta árið hjá hesum skipum nakrantíð. – Í fjør fiskaðu vit fyri einar 35 miljónir krónur tilsamans, men tá mistu bæði skipini tíð, tá vit skiftu motor. Tummas Christophersen vísir á, at ógjørligt er at spáa um útlitini fyri restina av hesum árinum. – Men higartil í ár eru vit væl nøgdir við gongdina, sigur skiparin og reiðarin í Vestmanna. vilmund@sosialurin.fo Hin ókendi gulllaksurin Gulllaksur er lítið kendur í fiskifrøðini, men millum veiðimenn og í virkisliðnum er hann ikki ókendur longur, eftir at hann er veiddur og virkaður á landi í fleiri ár Vestmenningur og Fram møguliga á makrelveiði MAKRELUR – Vit fara at taka støðu til, um vit fara at royna eftir makreli, tá gulllaksavertíðin er av. Alt veldst um, hvussu útlitini eru tá, sigur Tummas Christophersen Fáa um endan Sosialurin kann leggja aftrat, at eitt av skipunum, sum er á gulllaksaveiði, Eysturbúgvin, breyt motorin tíðliga í vertíðini í ár og meðan motorurin varð skiftur á skipasmiðjuni MEST í Havn, partrolaði Vesturbúgvin saman við Steintóri, sum er trolarin úr Hvalba. Herfyri var Eysturbúgvin klárur til fiskiskap aftur. Teir hava antin gjørt ein ella tveir túrar saman við Vesturbúgvanum. Í samrøðu við Sosialin segði skiparin á Eysturbúgv­ anum, Jóan Petur í Soylu, tá óhappið hendi, at teir nú væntaðu at missa tað, ið eftir var av gulllaksavertíðini. Men nú fáa skip og manning so kortini aftur um endan á vertíðini, áðrenn øll seks skipini gevast á gulllaksaveiði. Undanfarin ár hevur Tavan í Leirvík keypt fiskin hjá í fyrsta lagi Polarhavi, Stjørnuni og Eysturbúgvanum. Í ár hevur tað verið so heppið fyri hini skipini, at Faroe Pelagic í Kollafirði hevur keypt gulllaksin hjá teimum. – Vit hava havt eina hampi­ liga góða avtalu við Faroe Pelagic og felagið, sum rekur virkið, skal eiga alla æru fyri, at tey hava røkt avtaluna væl – ikki minst hvat við­ víkur útgjaldi fyri keypi av fiskinum. Hetta hevur verið fyrimyndarligt, sigur Tummas Christophersen, reiðari og skipari. vilmund@sosialurin.fo ... samstarvið við Faroe Pelagic í Kollafirði hevur verið fyrimyndarligt... TUMMAS CHRISTOPHERSEN ... tað er slett ikki óhugsandi, at vit fara at royna eftir makreli...