fríggjadagur 20. august 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. august 2010 · Nr. 122
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað
var
ein
av
elstu
fyrrverandi sjómonnunum
og reiðarunum í Klaksvík,
Eivind Niclasen, sum saman
við
borgarstjóranum
í
Klaksvíkar kommunu, Gunvá
við Keldu, í gjár avdúkaði
nýggju standmyndina, sum
nú stendur á rundkoyringini,
tá tú kemur til Klaksvíkar.
Eivind var sjónliga fegin
um heiðurin at vera tann,
sum slapp at avdúka hesa
standmynd,
sum
er
ein
húkur, ið er einar seks metrar
langur.
Hann helt fyri, at hetta er
besta gáva til býin og besta
ímyndin um eina drúgva
tíð, sum dúgliga hevur ment
Føroya land og Klaksvíkina.
Niclas Heri Jákupsson,
sum
saman
við
Olivari
Joensen
var
ein
av
stigtakarunum til Føroya
Sjómannadag,
vísti
við
hátíðarløtuna á týdningin av
húkinum gjøgnum søguna.
Hann segði, at húkurin
er ein partur av okkara
samleika og tann tjóð, sum
ikki vil viðurkenna sær sín
samleika, er illa fyri.
- Tí er tað umráðandi
fyri fyriskipararnar av
Føroya
Sjómannadegi
at sýna grundarlagnum
undir okkara núverandi
sjóvinnuni tann sóma at
reisa hesa standmynd.
Bæði býráð og býurin
annars
tók
hetta
uppskot til sín – og
síðan
var
bara
at
halda fram við hesi
áhugaverdu
og
sjálvsøgdu verkætlan,
segði
Niclas
Heri
Jákupsson.
Eyðstein Poulsen,
sum
er
ein
av
fyriskiparunum av
Føroya
Sjó mann-
adegi, greiddi frá
hug skoti num til stand-
mynd ina og um, hvus su hon
bleiv til. Hann segði, at Spf/
Skarð hamar, sum er smiða
á Borðoyarvík, meistarliga
hevði greitt henda húk úr
hondum. Hann helt, at hetta
er eitt listarligt handverk av
teimum heilt stóru.
Gunvá
við
Keldu,
borgarstjóri, takkaði vegna
býin
fyri
standmyndina.
Hon
takkaði
monnunum
aftanfyri
Føroya
Sjómannadag, sum soleiðis
duga at savna Klaksvíkar
bý - og ikki minst, at tað er
eydnast teimum at fáa reist
hesa serstøku standmynd,
sum
hóskar
Klaksvíkar
býi so sera væl.
- Saman við býráð og
borgarum fegnist eg um,
at júst henda standmynd,
ið
avmyndar
húkin,
á
henda
hátt
verður
ein
sjónligur og sigandi partur
av býarmyndini og fer at
standa sum ein varði yvir
tað, sum í fleiri mansaldrar
hevur eyðkent, breyðføtt
og ment hendan bý og
hendan
landspart,
segði
borgarstjórin,
Gunvá
við
Keldu.
Klaksvíkar Hornorkestur
setti við hátíðarløtuna ein
serstakan dámá løtuna og
tey mongu, sum vóru komin
saman,
ásannaðu, a
t
tey enn einaferð høvdu
fingið
ein
virðismiklan
dýrgrip at savnast um – eitt
meistarverk av einum húki,
hvørs leggur er slakar 6
metrar høgur.
Eftir avdúkingina vildu
fólk sleppa nærri á nema við
húkin, og tað skiltist týðiliga,
at fólk vóru hugtikin av
listarverkinum.
Úr Klaksvík frættist, at
miðað nú verður eftir at fáa
húkin í Guinnes Record, og
hetta arbeiðið er longu væl
í gongd.
vilmund@sosialurin.fo
Húkurin
kemur í
Guinnes
STANDMYND Áhugin var stórur í Klaksvík í
gjár fyri avdúkingini av nýggju standmyndini,
sum Føroya Sjómannadagur hevur latið
kommununi og fólkinum í býnum
Myndir: Dávur Winther