Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. august 2010 · Nr. 122 14 Sosialurin Stuttligt við dønum. Lívið um at gera at geva okkum eitt tilboð í 1946, meir enn tað var ikki lov! So avtalaðu vit okkum til meira í 1948. ‘Tit eru ikki serstøk tjóð, uttan heldur fólkasamfelag!’ – nú hevur forsætisráðharrin gift seg við langabbadóttir yrkjarans ið yrkti tjóðsangin; og børn teirra eita nøvn, ið ikki vóru loyvd føroyingum fyrr. Sama við undirgrundini og sama hevur verið við stjórnarskipanini. Men sum forsætisráð­ harraheimið so væl sýnir, so flytast danir í kjaki. Eftir ta heilt heiðurligu royndina hjá løgmálaráðnum danska at muta ímóti stjórnaskipanini, svaraðu vit Bárður Larsen aftur í tíðarritinum Juri­ sten, har vit settu fram viðmerkingar, sum vóru væl fagnaðar www.djoef.dk/Ud­ givelser/Juristen.aspx" www. djoef.dk/Udgivelser/Juristen. aspx. Við danir ber til at siga: ‘Kom og trætist!’ – og fáa okkurt líkinda burturúr. Eisini í 1948 bar til at semjast við danir; í heima­ stýrislógini § 6, stk. 2 var ásett, at “Ivamál um føroyska heimastýrisins ræði... verða løgd fyri nevnd [við 2 valdum av ríkinum, 2 av landinum, 3 úr hægstarætti]. Eru teir fýra [politisk valdu] samdir, er málið endaliga avgjørt. [Um ikki, ráða hægstarættardómarar].” Hetta er ein tann mest geniala áseting um fram­ gongd ígjøgnum skilaprát, sum nakrantíð er uppfunnin – og í lívd av henni hava vit støðugt flutt mørk uttan at vekja grundlógartrøllið – vit hava fingið føroysk fólkanøvn, føroyska undir­ grund, tjóðsang og tjóðpall... og hava nú uppskot um stjórarnskipan á borðinum, sum eigur at fara í hesa serligu nevnd at venda. Í øllum førum er greitt brot á heimastýrisskipanina, at lata onkran ‘Instant Supreme Court’ – justitsministerium, løgtingsskrivstovu ella onkran hissini heimligan kjallarajurist – gera úrskurð í málinum. Og so ein áheitan... Havi roynt av øllum alvi ikki at finnast at ella leggja meg út í virki miðlanna. Tá ið eg so nú, fyri eina ferð skyld, taki til orðanna, vóni eg pressan heldur mær til góðar og lurtar. Stjórnarskipan Føroya í breiðari merking er í stuttum sagt politisku spælireglurnar í Føroyum. Vit hava longu stýrisskipan. Uppskotið um stjórnarskipan er part­ víst ábøtur á hana, men fyrst og fremst øking við føroyskum rættindum og valdsavmarkingum, eisini miðlafrælsi og talufrælsi. (Og nú kemur ábreiðslan:) Kjakið hevur higartil bara verið “er tað lov?” Juristur A sigur ja, juristur B sigur nei, danir nei, føroyingar ja, óendaliga. Sera lítið um hví, nærum onki um ásetingina í heimastýrislógini § 6, stk. 2 sum loyvir okkum at tamba grundlógina ella um t.d. íslendsku stjórnarskipanina frá 1874, sum livdi væl saman við grundlógini donsku. Men verri enn, kjakið er ikki um bestu ásetingarnar um fíggjarvald, mest hósk­ andi skipan fyri altjóða sáttmálar, bestu javnvág millum frælsi og landaskil, og so frameftirni. Íslendingar hava fingið verðins bestu verju av “whisleblowers” – heldur pressan ikki at høvi er at fáa slíkt við? Jersild fekk dóm fyri, at mannrættindasáttmálin verjir miðlarnar betur enn danska grundlógin – eiga vit so ikki at umhugsa, hvat er betri fyrimynd hjá okkum? Í grundlógarnevndini hava sitið omanfyri 20 av okkara frægu samfelagsfrøðingum við skili og áhuga fyri val­ skipan, kommunum, væl­ ferð, talufrælsi... vel evni, tey hava skrivað um tað í mongum ávegis ritum og bókum nevndarinnar. Lat okkum hoyra frá teimum um innihaldið – gerið nakrar temasendingar og biðið um kronikkir uttan um okkum ‘the ususal suspects’ í grundlógarspurningum. Góðu keru miðlar, gloymið kjakið, hvørt tað er “lov” at hava egna grundlóg! Sigið bara: ‘um vit nú siga, at tað er lov – hvussu skuldi so føroyska stjórnarskipanin sæð út?’ Sum Hermann Jacobsen segði í V4 á sinni: ‘onki er so ófordragiligt sum at trætast, tá tú veitst, at tú hevur rætt!’ Sjálvur tími eg ikki at eyðmýkja hesar botongjuristarnar meira. Kunnu tit ikki venda kikaran móti innihaldinum? – Komið so og trætist! Kom og trætist! Kári á Rógvi løgtingsmaður og doktari í lóg Nú kemur Løkke til Føroya. Hálvan annan tíma bað hann um at greiða tingfólki frá nýggjasta danska tilboðnum. Vit eiga at takka nei og bíða eftir líkindum Kjak Grundarlagið undir boðskap­ inum hjá Løkke er eitt jurid­ iskt notat, sum er so snævur­ skygt, at varð tað latið inn sum universitetsuppgáva í forfatningsrætti, hevði karakterurin í mesta lagi verið eitt fimm­tal. Hetta hvørki kann ella skal steðga royndini at fáa eina tjóð­ skaparliga semju í Føroyum Góði lesari! Er tað eftir tínum tykki ólóg­ ligt, at vit í Føroyum, í verandi rættarstøðu, áseta okkara egnu reglur um talufrælsi? Er tað ólógligt, at vit áseta treytirnar fyri, at fólk savnast saman um almenn tiltøk? Er tað ólógligt, at vit áseta, hvussu valdsbýtið skal vera millum løgting og landsstýri? Er tað, eftir tínum tykki, ólógligt at staðfesta, at valdið í landinum er hjá Føroya fólki? Nei. Sjálvandi er tað ikki ólógligt! Sjálvandi hava vit fullan rætt til tað! Men hetta er tann boð­ skapur, sum Lars Løkke Ras­ mussen nú er komin til Før­ oya at bera: Stjórnarskipanin ­ tann søguliga tjóðskaparliga semjan millum allar flokkar á løgtingi ­ er ólóglig! Tað er hon, tí føroyingar ikki hava loyvi til at sam­ tykkja nakað á nøkrum øki, sum danska grundlógin eisini sigur okkurt um. Løkke byggir tað, hann sigur, á eitt notat, sum dan­ ska løgmálaráðið hevur skrivað um uppskotið til stjórnarskipan. Notatið sigur, at gera vit nakað, sum ikki er beint eftir grundlógarinnar bókstavi, er tað ólógligt ­ og førir til loysing. Tí danska grundlógin er okkara evsta rættarkelda, og má virðast 100%. Eitt elendigt notat Hetta notat er so snævur­ skygt og formalistiskt, at varð tað latið inn sum upp­ gáva í forfatningsrætti á universitetinum í Keyp­ mannahavn, hevði karakter­ urin í mesta lagi verið 5. Tí forfatningsrættur er ikki gjørdur úr betong. Tann, sum fæst við forfatningsrætt, má eisini hyggja at politiska veruleikanum. At søguni. Og siðvenjuni. Og hann má gera sammetingar við onnur lond. Men tað ger notatið ikki. Tað tekur t.d. als ikki atlit til tann veruleika, at hóast føroyingar í praksis hava góðkent og góðkenna donsku grundlógina, so hava vit hvørki skrivað hana ella sett hana í gildi her. Og vit hava ongan rætt til at broyta hana. Notatið tekur heldur ikki atlit til tann avgerandi veruleika, at øll heimastýris­ skipanin, sum hon er, liggur langt uttan fyri grundlóg­ arinnar bókstav. Men hetta elendiga notat skal altso nú forða fyri, at politiska skipanin í Føroyum ásetir, hvussu vit skipa okkum í landinum... Ótrúliga óklókt Eg skilji ikki, hví Løkke ger, sum hann ger. Politiskt er tað heilt ófatiliga óklókt. Tí bæði fyri politisku skipanina í Føroyum, og fyri viðurskiftini millum Danmark og Føroyar hevði tað verið eitt veldugt framstig, um vit fingu semju og greiðar linjur. So latið okkum ikki fara um koll av hesum. Hetta kann ikki og má ikki og skal ikki steðga arbeiðinum at fáa eina tjóðskaparliga semju í Føroyum. Løkke er sjálvur juristur. Hann veit, at hansara argu­ ment eru meira enn ivasom. Nú hava allir flokkar í Føroyum flutt seg, fyri at nærkast eini semju. Tað má Løkke eisini gera. Og tað ger hann, um vit standa saman. Sjúrður Skaale Ein ófatiliga óklókur leikur hjá Løkke