fríggjadagur 20. august 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 20. august 2010 · Nr. 122
Sosialurin
Tíðargrein
Heini í Skorini
MA í samfelagsfrøði og religión
T
ingið var ikki meiri enn savnað
aftur, so fór tann slitna plátan
aftur í gongd: »Samgongan fær tveir
mánaðir«, segði ein álvarsamur
Jørgen Niclasen fyrst í august, og
ein annar samgongufelagi, Hans
Pauli
Strøm,
gav
samgonguni
fjúrtan dagar.
Ímillum Gjógv og Skagen
Slíkar útsagnir høvdu vakt ans í
øðrum londum í vesturheiminum.
Men ikki í Føroyum. Hví? Tí Føroya
fólk hevur eftirhondini vant seg
við
ABC-samgonguna.
Hendan
politiska
organisman,
sum
á
pappírinum mannar stjórn og
kallar seg eina samgongu, men sum
í praksis í besta føri kann lýsast
at vera ein ógvuliga leys alliansa
ímillum
tríggjar
flokkar,
sum
ongantíð kunnu semjast um nakað
sum helst av størri týdningi.
Frá kommunureformi og skúla-
reformi til fiskivinnureform og
sjúkrahúsreform er úrslitið tað
sama: Einki verður til nakað, tí
hendan sokallaða »samgongan«
kann ikki semjast um nakrar størri
politiskar raðfestingar. Pínligi ríkis-
fundurin í Skagen, kjakið um ólav-
søkurøðu løgmans og rokið um
fiskidagarnar eru bert seinastu
dømini um eina »samgongu« og ein
»samgonguleiðara«, sum á ongan
hátt liva upp til hesi heitini.
Á
einum
láturligum
ABC-
seminari við Gjógv í februar
varð ein sonevndur avrikslisti
almannakunngjørdur, sum redu-
seraði hugtakið »avrik« til sjálvsagt
og innantómt orðaskvaldur. Og tá
ein fíggjarlóg ella ein fíggjarkarmur
skal snikkast til, so kennir eingin
úrslitið – heldur ikki politikararnir
sjálvir – fyrr enn fimm minuttir
í tólv. Soleiðis var tað í fjør heyst
undan
fíggjarlógini
fyri
2010.
Soleiðis hevur tað verið í vár í
sambandi við fíggjarkarmarnar fyri
2011. Og nú byrjar showið gud hjálpi
mær aftur við fíggjarlógini fyri
komandi ár, sum skal samtykkjast
í desember.
ABC-samgongan er impotent.
Hon er so breið, heterogen og
ósamanhangandi, at hon langt
síðani hevur mist sín legitimitet.
Sína »raison d´être«. Sína orsøk til
at vera til.
Fyribrigdið Kaj
Ambisjónin hjá løgmanni tykist ikki
vera, at hansara politikkur – hvør
hann so enn er – verður gjøgnum-
førdur. Ambisjónin er, at okkurt
– bara okkurt – verður samtykt.
»Vit finna eina semju«, plagar Kaj
Leo at siga. »Vit royna at mýkja
partarnar«. »Einki er liðugt, fyrr enn
alt er liðugt«. Men hesin sonevndi
politiski leiðarin er ongantíð førur
fyri at siga frá byrjan, at soleiðis og
soleiðis verður tað, tí hetta hevur
samgongan avrátt. Og tað kann Kaj
Leo heldur ikki, tí hvørt einasta
mál av týdningi er ein ævinlig
togtogan ímillum ymsu bólkarnar
í samgonguni.
Undir kjakinum um løgmans-
røðuna setti Sjúrður Skaale løg-
manni ein ógvuliga einfaldan spurn-
ing: Hvør er kabinettspurningurin
hjá Kaj Leo Johannesen? Nær sigur
løgmaður, at okkara tilverurættur
stendur og fellur við hesum ella
hasum málinum? Men løgmaður
var – surprise surprise – ikki førur
fyri at koma við nøkrum, sum líktist
einum ítøkiligum svari. Og tað sigur
seg sjálvt, tí maðurin er útilokandi
eitt úrslit av tí, sum hendir rundan
um hann.
Tað hugvekjandi er, at vit hava
vant okkum við ruðuleikan. Politik-
ararnir. Miðlarnir. Og veljararnir.
Vit hava vant okkum við eina
politiska leiðslu, sum ikki er før fyri
at orða eitt grundleggjandi politiskt
prosjekt. Vit hava vant okkum
við eina stjórn, sum sjáldan hevur
parlamentariska baklandið við sær,
tá hon ber síni útkøst – fyri ikki at
siga kladdur – niðan í løgtingið.
Og vit hava vant okkum við
ein løgmann, sum er so veikur,
disorienteraður og politiskt ósann-
førandi, at hann er vorðin ímyndin
av einum anti-leiðara. Ein yvir-
fladiskur kransakøkufigurur, sum
ikki brúkar sítt formliga vald, og sum
ikki hevur nakað óformligt vald, tí
eingin í politisku skipanini hevur
virðing fyri manninum. Vit hava
vant okkum við ein anarkistiskan
veruleika, sum er kemiskt reinsaður
fyri greiðum politiskum ætlanum.
Landsstýrisfólkini endurtaka upp
í saman, at »eg vildi so fegin, men
eg finni ongan meiriluta í sam-
gonguni«. Og so heldur gerandis-
dagurin fram við hesum somu
fólkunum, sum ikki kunnu ábyrgd-
ast fyri nakað, tí tað altíð eru hini,
sum ikki tíma.
Tá stjórnir í londunum kring
okkum leggja eitt uppskot fram
á ting, eru innanhýsis ósemjur
vanliga avgreiddar, og uppskotini
glíða ígjøgnum parlamentariska
maskinaríið uttan stórvegis trupul-
leikar. Tað er líkasum poengið við
at hava eina stjórn.
Men í Føroyum hava vit øvugtan
arbeiðshátt. Her tveita máttleys
landsstýrisfólk uppskot í tingið, og
so fer bardagin í gongd. Hvør hevur
evsta valdið? Hvør er kósin? Og
hvussu skulu vit veljarar taka støðu
til, hvørjum vit halda við og ikki?
Miðlarnir svíkja
Ein slík støða skuldi verið ideelt
tilfar til politiskan bakgrunds-
journalistikk í ovurmát, sum treing-
ir ígjøgnum innantómu tokutal-
una á Tinghúsvegnum, avdúkar
dugnaloysið og finnur samanhangir,
sum røkka longri enn til dagin í dag.
Men politiskur bakgrundsjourna-
listikkur finst ikki í Føroyum – við
ógvuliga fáum undantøkum.
Dimmalætting ger eina heiðurliga
roynd við vikuskiftisinnlegginum
Punktum.fo, meðan vit framvegis
bíða eftir, at lyftið hjá tí altíð so
produktiva
Miðlahúsinum
um
meiri dýpd og bakgrund, eftir at
blaðið fór niður í trý bløð um
vikuna, verður veruleiki. Og hvat
við mínum egna arbeiðsplássi,
Kringvarpinum?
Kjak-
sendingin Eygsjón er ein
glotti, men samstundis
hevur
Kringvarpið
onga politiska bak-
grundssending,
sum veruliga gev-
ur journalistum
stundir til at
grava, og sum
t.d.
kundi
verið á skránni
eina ferð um
vikuna. Og tað
má mann hava,
um mann hevur
ambisjónir
um
meiri enn skjótan
tíðindaflutning
og
løtumyndir, sum sjáld-
an fara afturum og
forklára, HVÍ hetta ella
hatta hendir.
Blokkpolitikkur, takk!
Fyrrverandi danski forsætisráð-
harrin, Anders Fogh Rasmussen,
bleiv kendur fyri sín sonevnda
kontraktpolitikk, sum bygdi á
lyftir um skattasteðg og restriktivan
útlendingapolitikk
saman
við
teimum Konservativu og Danska
fólkaflokkinum. So vistu fólk, hvat
tey fingu, tá tey fóru á val. Blátt ella
reytt. Valið er títt.
Í Føroyum er tað øvugt. Her fara
seks óskipaðir flokkar á val, og so
mugu gudarnir vita, hvat kemur út
í hinum endanum. Her finst eingin
greiður sáttmáli ímillum politikarar
og veljarar, sum kann eftirmetast, tá
valskeiðið er runnið. Valdysturin er
eitt púra ókeypis útboð av lyftum,
og tí mugu politisku journalistarnir
næstu ferð krevja svar uppá, presis
hvussu hvør flokkur ætlar at gjøgn-
umføra síni hjartamál eftir eitt val.
Annars hava lyftini null virði.
Hesar reglurnar eru ikki fyri ella
ímóti nøkrum ávísum
flokki. Eg sóknist
bert
eftir
eini
politiskari leiðslu,
sum
grundar
sín eksistens á
eitt ella annað
politiskt innihald,
sum
ein
kann
vera
fyri
ella
ímóti. Eg sóknist
eftir samgongum
og stjórnum í
orðsins sanna týdningi. Eg sóknist
eftir
analytiskum,
politiskum
journalistikki, sum lyftir seg upp um
tann dagliga streymin av tíðindum.
Og til komandi valstríð hevur
føroyska fólkið krav uppá okkurt,
sum minnir um blokkpolitikk, so
vit veljarar hava okkurt at taka
støðu til. Í verandi støðu hava vit
eittans hugtak at fyrihalda
okkum til: Ruðuleika!
ABC: Tá ruðuleiki verður normurin
ABC-samgongan er ein joke. Miðlarnir geva henni loyvi til tað. Og eftirhondini
er ruðuleikin vorðin reglan heldur enn undantakið