fríggjadagur 20. august 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. august 2010 · Nr. 122
16
Sosialurin
Nøvn
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan
hátt sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá
kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi.
Jákup Martin Sólbjørg
andaðist og varð jarðaður
Familjunar vegna
Ella, Jákup Pauli, Jónfríð, Hallgerð,
Svanhild og Eyðbjørg
Tøkk
øllum tykkum, ið á ymsan hátt sýndu okkum
samkenslu og hjálpsemi, tá góða mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Lina Joensen
andaðist og varð jarðað, takka vit hjartaliga.
døturnar
Prógv
Poul Niclasen, Klaksvík, hevur lokið prógv sum
cand.mag í enskum, við hjágrein í bókmenta- og
mentanarsøgu við lærda háskúlan í Keypmannahavn.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 22. august kunnu Eyðbjørg og Elmar
Jacobsen Søldarfjørður halda gullbrúdleyp. Tey verða
burturstødd dagin.
Silvurbrúdleyp
Mikudagin 8. september hava Alith og Hilmar Djurhus
Strendur silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin
fríggjadagin 10. september kl. 18 í bygdarhúsinum á
Strondum. Tey ið ynskja at gleðast saman við okkum
verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 24. august á
tlf. 448534/224635.
90 ára føðingardagur
17. august fylti Jóhan Norðfoss, Tórshavn, 90 ár. Tey,
ið ynskja heilsa uppá Jóhan, eru hjartaliga vælkomin í
húsið hjá Starvsmannafelagnum 21. aug. frá kl. 12 til 16.
80 ára føðingardagur
16. august fylti Sonja Samuelsen í Søldarfirði, 80 ár.
Dagurin verður hildin í Elim, leygardagin 21. august frá
kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin.
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 22. august verður Páll Jóanesarson
Saltangará 70 ár. Dagurin verður hildin í hølinum hjá
Kongshavnar Kvinnufelag frá kl. 17. Øll eru vælkomin.
65 og 75 ára føðingardagur
Leygardagin 21. august halda Jensya Magnussen
(Kastalag) 75 ára og Karin Kastalag 65 ára føðingardag.
Dagurin verður hildin í húsinum hjá Eldrafelagnum
NÓN, Torvgøta 2 í Saltangará frá kl. 13 – 19.
60 og 70 ára føðingardagur
13. august fylti Sólbjørg Thomasen, Tórshavn, 60 ár og
fríggjadagin 27. august fyllur Hilda Debes, Oyri, 70 ár,
Systrarnar halda føðingardagin í Eydnuni á Oyrabakka
leygardagin 28. august kl. 17 og úteftir. Tey, ið ynskja
at heilsa uppá okkum verða vinarliga biðin um at siga
frá innan 23. august á tlf. 313448/503448 (Sólbjørg) ella
422234/266334 (Hilda)
Brúdleyp
Leygardagin 21. august kl. 10 giftast í býráðshøllini í
Klaksvík, Hanna Mikkelsen og Jóan Petur Brandal.
Tey, ið ynskja at gleða okkum, á hesum stóra degi, eru
vælkomin til reseptión, sum verður í Skálanum ímillum
kl. 14 og 18.
Brúdleyp
Leygardagin 21. august giftast Eydna Dahl, Klaks-
vík og Jens Súni Hansen, Argir. Vígslan verður í
Christianskirkjuni kl. 14. Brúdleypi verður í bygdar-
húsinum í Leirvík kl. 19 fyri innboðin.
Merkisdagar
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu
meg á 90 ára føðingardegnum 17. juli.
Signhild oman Tún
Froðba
Sunnudagin 22. august fyllir Kári Leivsson, ella Kári P, sum
hann eisini verður nevndur, 60 ár.
Kári, ið er best kendur sum fólkatónleikari, tók students-
prógv á Føroya Studentaskúla í 1970. Eftir tað arbeiddi
hann sum blaðmaður, húsasmiður og sjúkrarøktari.
Hann hevur m.a. lisið málfrøði og bókmentir við Háskóla
Íslands.
Á listaliga økinum hevur hann mest fingist við yrkingar
til egin løg, og fyri útgávur sínar „Vælferðarvísur" (1979)
og „Hinumegin Ringvegin" (1991) fekk hann í 1995 M.A.
Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir. Í ár bleiv Kári
heiðaraður við Mentanarvirðisløn Landsins 2010.
Í 1995 tók Kári embætisprógv í sálarfrøði á universi-
tetinum í Keypmannahavn. Í dag arbeiðir hann sum
sálarfrøðingur í Havn.
-red
Kári P fyllir 60 ár
Hesa
didduna
eiga
Eir
Jógvansdóttir Olsen og Jóhan
Troest Davidsen. Hon er fødd
á Ríkissjúkrahúsinum tann
27. juli 2010 og hon vigaði 3450
gr. og var 51 cm long.
9. august fingu Liezl D. Hilig
og Steinbjørn V. Olsen Argir, ein son. Hann var 52 cm
langur og vigaði 2950 gr.
11. august fingu Randi Olsen og Rói Jakobsen ein son.
Hann var 56 cm langur og vigaði 4050
11. august fingu Annika Bolton Mortensen og Jónas
Bloch Danielsen, Velbastað, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 3715 gr.
17. august fingu Andrea Bergitta Isaksen Dam og Høgni
Dam, Streymnes ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 3950 gr.
19. august fingu Doretha og Karstin Joensen, Runavík,
eina dóttir. Hon var 52 cm long og vigaði 3550 gr.
Føðingar