fríggjadagur 20. august 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010
6
Botnarnir bakaðir og skornir sundur. Krem á miðjuna og smørkrem um kantin
allan vegin upp. Hon skal smakka líka væl, sum hon sær út, sigur Signe
Køkan verður skorin til
Fondantið verður rullað út á flormelis. 30 cm høga køkan er slættað við smørkremi
Fýra pinnar eru settir niður gjøgnum køkuna, so hon ikki dettur sundur. Eisini kemur
ein papppláta at liggja undir hválvinum. Pinnar og plátur fáast til keyps á netinum.
.. og lagt á hválvin eisini..
..og penslað við kókaðum vatni við flourmelis, so hon verður blonk og sløtt.
Robotbeinini eru úr Rice-crisp køku, sum er skorin til og viðgjørd eins og restin.
verður tilfarið eins og modelérvoks at
fáast við, og kann verða litað í øllum
hugsandi litum.
Og so er bara eftir at brúka skapnar
evn ini og hugflogið!
Fyrstu ferð eg royndi meg við
fonda n ti, gjørdi eg tað traditionella við
flour melis og eggjahvíta. Men tað var
sogt og tungt at arbeiða við. Tí royndi
eg meg við marshmallow fondant, sum
er nógv betri at fáast við. Men tað skulu
vera ordiligar amerikanskir marsh
mallows, sum eitt nú fáast í Miklagarði.
Ella minimarshmallows úr ”blanda
sjálv” kassunum í kioskunum. Teir frá
Coop eru ikki so góðir, sigur hon.
Smakkur og útsjónd
hanga saman
Signe Skaaning gongur høgt uppí, at
køkurnar smakka líka væl, sum tær
síggja út. Til dømis, at kremið í køku
num er besta góðska og smakkar har
eft ir. Og hon nevnir nøkur dømi, so
sum mousse við toblerone, hindber
ella jarðber, ella rómi við sjokoláta við
appil sin ella bláberjasmakki.
Eisini vísir hon á, at tað er umráðandi
at leggja sær tilgongdina væl til rættis,
áðr enn farið verður undir eina stóra
køku verkætlan, tí ofta skal okkurt av
til f arinum hvíla í kuldaskápinum eina
løtu ella nátt.
Og so at fáa sær frið at arbeiða,
meðan tað stendur uppá – also út við
hundi num og børnunum. Maðurin
slepp ur bara inn í køkin, tá hann skal
mat gera fyri børnunum ella hjálpa
henni at vaska eitt sindur upp.
So, hóast køkurnar oftast eru til
børn ini, sleppa tey ikki upp í part, tá
hesar køkurnar eru á skránni.
1
4
2
5
3
6
7