fríggjadagur 20. august 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010
7
Børnini dríva verkið
Men hvat er tað, sum drívur verkið?
Hví tímir Signe at brúka so nógva tíð,
orku og pengar upp á nakað, sum bara
verð ur etið eftir fáum tímum?
- Hjá mær er hetta eitt hugnaligt frí-
tíðar ítriv, sum bara verður betri av at
síggja gleðina í barnaeygunum, tá tey
síggja sína dreymakøku, fortelur Signe,
sum hevur valt at ganga heima, meðan
mað urin arbeiðir úti.
Jóhann er innkomin, meðan vit
práta. Hann situr og fær sær av frágera
vøkru og væl smakkandi ”forglemmigej
køkuni”, sum Signe hevur gjørt úr
sama tilfari sum robottin. Hon minnist
nevni liga, at hetta er yndisblóman hjá
undir ritaðu.
Spurdur hvørja køku hann fer at
velja sær næstu ferð, svarar Jóhann
av gjørdur:
- Ein flúgvara!
Soleiðis skrivaði Signe i teldupostinum við myndini av lidnu køkuni:
”Hetta segði Jóhann í morgun, tá hann sá køkuna, sum nústani varð liðug
kl. 02.30 í nátt: "OOHHH my God..... HANDAN er flott.....HANDAN er SUPER
flott....Túsund takk fyri"! Tað eru júst hasar reaktiónirnar, sum dríva verkið ;))
Eftir at 17 vaksin og 19 børn høvdu fingið sær :)
Avbera vøkur og væl smakkandi
køka, sum Signe hevði bakað til
okkara, tá vit vóru á vitjan. Hon
helt seg minnast, at yndisblóman
hjá undirritaðu er "forglemmigej"
- og tað var púra rætt:)
Fondant
15 stórir hvítir skúmfidusar
2 spsk. av kaltkókaðum vatni
1 spsk. av matolju
500 gr. av sáldaðum flourmelis
Legg skúmfidusar, vatn og olju í eina skál. Set í mikroovnin í 40 sek. á 800w, til
teir eru stórir og lættir.
Rør 2-300 g. av flourmelisi í, eitt sindur í senn (hetta er sera kleprutt og heitt). Tá
tað kennist passaligt, eltir tú restina av flourmelisinum inn í deiggið á borðinum, til
tað verður sum modelérvoks. Um ov nógv flourmelis er í, verður tað turt og sprekkar,
og um ov lítið er í, kleprar tað fast allastaðni.
Goym tilfarið í lufttøttum posa í kuldaskápinum til næsta dag. (Kann goymast í
6 vikur). Tá tú skalt brúka tað, kanst tú hita tað eitt sindur í mikroovninum aftur.
Skal tað vera lættari at evna til, ber til at lata Tylose-pulvur í fondantið.
Litevnið er pastaliting, sum verður elt inn í tilfarið. Tað fæst hjá Panduro Hobby í 2
x 3 og frá ymsum nethandlum, eitt nú www.kagebutikken.dk.
Silvur og bronsulitir eru effektfarvur, sum er pulvur, ið verður blandað við alkoholi
og penslað omaná.
Smørkrem
50 gr. av smøri
50 gr. av palmin
1 tsk. av klárum vanilju ekstrakt
400 gr. av sáldaðum flourmelis
2 spsk. av mjólk
evt. 10 dropar av appilsinekstrakt, sum fæst frá Panduro í 2x3.
Miksa smør og palmin við elmiksara og lat vaniljuekstrakt í. Við miðalferð rørir tú
flourmelis í, eitt sindur í senn. Skava ofta inn á síðuna og í botnin. Tá alt sukrið er
upptikið, er tilfarið turt, og tú rørir mjólkina í við miðal ferð til kremið er lætt og
fluffy. Goym tað undir einum vátum klæði.
Kremið kann standa í lufttøttum ílati í kuldaskápi í 2 vikur. Verður pískað aftur,
áðrenn tað verður brúkt. Skal tað vera meira flótandi, til dømis til at skriva við, kanst
tú lata 2 eyka spsk. av mjólk í.
Skal tað vera kritahvítt, kanst tú droppa smørið og brúka 100 g. av palmin og ½
tsk. av klárum smørekstrakt í staðin.
Rómakrem við smakki
Rómi verður hitaður upp saman við tí, sum hann skal smakka av. Má endiliga ikki
kóka. Verður settur í kuldaskápið til næsta dag. So er klárt at píska til skúm við
lekrum smakki.
Til dømis ber til at bráðna góða sjokolátu við appilsin- ella bláberjasmakki ella
Toblerone saman við rómanum.
Uppskriftir