fríggjadagur 20. august 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010
8
afturlit
Afturlit
Uni Arge
uniarge@gmail.com
Fátt kann sum fólkaatkvøðan 14.
september í 1946 fáa politisku sinnini í
kók, og hóast liðin eru 64 ár, síðan tey, ið
atkvøddu, við einum teprum meiriluta
vrakaðu stjórnaruppskotið hjá donsku
stjórnini og í staðin valdu loysing, er
fólkaatkvøðan framvegis ljóslivandi
í føroyskum blaðkjaki. Við jøvnum
millum bilum stríðast sambandsmenn
og loysingarmenn um, hvussu úrslitið
skal tulkast, hví sjálvstøða Føroya varð
av ongum, og hvønn rætt Danmarkar
kong ur hevði at senda løgtingið til hús
10 dagar eftir fólkaatkvøðuna.
Zakarias Wang er ein teirra, sum
dúgliga hevur skrivað um fólka at
kvøðuna í bløðunum. Hann hevur
ongan tíð dult, hvat hann heldur um
úrs lit ið av henni, og hvat átti at hent
eftir fólkaatkvøðuna. Føroyar skuldu
ver ið skipaðar sum sjálvstøðugt land,
tí føroyingar valdu loysing, heldur
hann. Hetta vísir hann eisini á forsíðuni
á nýggja keldusavninum við at skriva,
at 50,7 prosent valdu loysing og 49,3
pro sent stjórnaruppskotið. Ger so væl,
Før oya ungdómur, hetta var tað, sum
hendi, vil hann siga.
Í eini frásøgn sum hesari tænir tað
neyvan nøkrum endamáli at tulka úrs
lit ið av fólkaatkvøðuni higar ella hag
ar. Nógv áhugaverdari hevur verið at
kagað í keldurnar, sum Zakarias Wang
hev ur savnað saman serliga frá árinum
1946, tá mikil goragangur var um
fram tíð ar støðu landsins, og ósamdir
før oysk ir politikarar samráddust við
donsku stjórnina um málið. Ósemjan
endaði við, at danska stjórnin 27. mars
í 1946 setti fram uppskot um, at Føroyar
í nýggjari skipan vórðu verandi undir
grundlógini. Fólkaatkvøða skuldi
so haldast 14. september um hetta
uppskotið og loysingina.
Røða í tinginum
Mitt í stríðnum upp undir fólka atkvøð
u na var kongsbóndin í Kirkjubø og
odda maðurin í sjálvstýrisrørsluni,
Jóan nes Patursson. Sum 79 ára
gamal helt hann 25. apríl í 1946 røðu
í løgtinginum, har hann heilsaði før
oysku samráðingarmonnunum, ið
høvdu samráðst við donsku stjórnina
stutt frammanundan. Her takkaði hann
teim um fyri, at ongin teirra var gingin
undir treytirnar hjá donsku stjórnini,
men harmaðist um innanhýsis ósemju
na teirra millum.
Røðan hjá Jóannesi Patursson
hendan dagin er í veruleikanum eitt
harma ljóð um, at føroyingar semjast
so illa. Hann vísir á, at 40 ár eru liðin,
síðan klandur hevði við sær, at før
oy ingar býttu seg í Sambandsflokkin
og Sjálvstýrisflokkin. Hann brigslar
ong um, at hetta hendi, men ásannar,
at skaði ger menn vísar, men sjáldan
rík ar, og nevnir hópin av málum, sum
kundu verið fingin í lag, um føroyingar
samd ust betur.
Valið er kortini greitt, nú danska
stjórn in hevur sett fram sítt tilboð, vísir
hann á. Annaðhvørt skulu Før oy ar inn
limast í Danmark, ella taka før oy ing ar
valdið í egnum landi. Og ramlig eru
boð ini, hann gevur tingmonnum:
"Hvør, sum eygur hevur, hann má
nú síggja, at hendan ósemjan, sum ríkt
og rátt hevur í landinum hesi síðstu 40
ár, hon er óverjandi at uppihalda long
ur, og hvør maður, sum føroyingur vil
eita, og sum føroyingur vil vera, hann
má skilja, at nú er einans vegur at
ganga, og hann er, at allir føroyingar
nú taka hondum saman og draga eina
línu, Føroya fullræði til endurreisingar."
Bóndin verður 80
Jóannes Patursson hevði í 1946 sitið á
tingi í 45 ár, og árið var eisini merkisvert
á tann hátt, at hann 6. mai fylti 80 ár.
Í keldusavninum hjá Zakariasi Wang
er ein samrøða, sum Dagblaðið hevði
við bóndan 3. mai. Har verður hann
spurd ur, hvussu tað kom í lag, at hann
vildi skipa Føroyar sum sjálvstøðugt
land, og hann avdúkar, at tað kom so
við og við. Stríðið fyri norskum flaggi
rein við hann tíðliga og eisini norska
sjálvstýrisstríðið í 1905. Íslendsku
vinir hansara, eitt nú Hannes Hafstein,
kveiktu eisini ein brand í honum.
Fýra dagar eftir hesa samrøðuna
og dagin eftir føðingardagin, tann 7.
mai, prentar Dagblaðið yrking eftir
Hans Andrias Djurhuus til heiðurs
fyri Jóannes Patursson, og 10. mai
kunn ger blaðið, at Jóannes á sjálvum
80 føðingardegi sínum fekk fráboðan
um, at forseti Íslands hevði veitt honum
stór riddara krossin.
Føðingardagurin hjá Jóannesi bónda
6. mai í 1946 hevur eisini við sær, at
hann gevst sum tingmaður. Tann 14.
mai kunnger hann í Dagblaðnum, at
hann hevur sagt tingstarvið frá sær.
Hann ásannar, at hetta kann tykjast
onkr um skeivt at gera, nú harðast
leik ar á, men minnir á, at føroyingar
hava eitt orðatak, sum sigur, at maður
kemur í mans stað, og haraftrat skulu
øll líta á, at eins og Føroya fólk í 1940
tók ræðið undir seg til havs, fer ikki
leingi at dvøljast við at taka fullræði
uppi á landi eisini.
Í tinginum boðar tingformaðurin
frá, at Jóannes bóndi sigur tingsessin
frá sær, veit Dagblaðið eisini at siga.
Ting for maðurin takkaði bóndanum fyri
hansara virki fyri land og fólk. Jóannes
sjálv ur segði nøkur orð, og Petur Mohr
Dam talaði vegna Javnaðarflokkin.
Síðan bað tingformaðurin tingmenn
reis ast og rópa eitt trífalt leingi livi
fyri Jóannesi bónda, og hetta varð
gjørt. Dagblaðið staðfestir, at Jóannes
Paturs son í 45 ár hevur ført mangar
broyt ing ar til Føroya. Navn hansara er
inn flætt að í hesa tíð, og tíðarskeiðið fer
altíð at verða bundið at navni hansara.
Agiterar í bløðunum
Stríðið um framtíðarstøðu Føroya
heldur fram í bløðunum, eftir at Jóan
nes bóndi hevur lagt tingstarvið frá sær,
og mitt ímillum allar tær agiterandi
grein irnar skrivar Dagblaðið 4. juni í
1946, at við "Drotningini" er komin til
Havnar íslendski sendiharrin í Keyp
man na havn, Jacob Møller. Hann fór,
með an skipið steðgaði á Havnini,
vestur um til Kirkjubøar. Har handaði
hann Jóannesi bónda stórriddarakrossin
av falkaordaninum. Jacob Møller helt
eisini røðu, og Jóannes takkaði fyri
heið urin.
Út er komin bók við meira enn 800 blAðsíðUm, sum lýsir
stríðið upp undir og eftir fólkAAkvøðUnA 14. september í
1946. Ósemja er longu brostin á um, hvussu keldurnar og
úrslitið skUlU tUlkAst, men spell hevði verið, um lesarar
frásøgdu sær møguleikan at UpplivA hesA søgUligU
hending. Zakarias Wang hevur í bÓk síni savnað hÓpin av
áhUgAverdUm skjølUm, ið vekja mangan farnan politikara
til lívs, eitt nú oddamannin í føroysku sjálvstýrisrørsluni,
jóAnnes pAtUrsson, sum doyði 2. AUgUst í 1946
Síðsta
summarið
hjá einum
stríðsmanni