Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010 9 Ein mánað seinni, tann 3. juli, hevur hann aftur trivið í pennin og ger vart við seg í Dagblaðnum. Nú ger hann upp, hvat fólkaatkvøðan snýr seg um. Hann vísir á, at í 1906 fingu føroyingar eisini til boð frá donsku stjórnini um at taka ræði yvir skattum og tollum sínum, og afturfyri skuldu teir so gjalda fyri sín­ ar telefonir, vegir og havnir. Tá varð skrivað út løgtingsval um spurningin, men nú skulu føroyingar velja á fólka­ at kvøðu ímillum at fara undir Danmark ella skiljast frá Danmark. Jóannesi Patursson hóvar illa, at danska stjórnin hevur sett viður­ skift ini landanna millum upp á spís­ sin og staðfestir, at hon hevur bjóð að føroyingum av. Í fyrstu grein í stjórn­ ar upp skotinum stendur, at Føroyar eins og higartil eru partur av Danmarkar ríki. Jóannes bóndi skrivar: "Henda deyðs dóm yvir Føroyar, okkara egna land, vilja teir hava føroyingar, sum nú liva, at samtykkja. Hetta, sum før oy ing­ ar a ldri nakrantíð hava samtykt, síðan fedr ar teirra settust her á útskerini um ár 850." At enda mælir bóndin øllum frá at velja stjórnaruppskotið og heldur velja loys ing ina, tó at hetta er eitt grefligt orð. Hóast møguleikin er grefliga orð­ að ur, merkir orðið ikki annað enn, at før oy ingar skulu eiga Føroyar, sum teir hava átt tær, síðan Grímur Kamban setti fótin á landið, vísir hann á. Talar á ólavsøku Jóannes Patursson heldur fram at agitera í juli mánaði. Tann 9. juli og 26. juli skrivar hann meira um fólka­ at kvøðuna, og evnið er tað sama sum framman undan. Danskarar hava bjóðað før oy ing um av og vilja hava føroyingar at avreiða sítt land. Hann vísir á, at hann í 1935 segði í landstinginum, at føroyingar eru norrøn tjóð, men sjálv­ ur landstingsformaðurin talaði tá at og segði, at føroyingar vóru partur av donsku tjóðini. Seinastu røðu sína heldur Jóannes bóndi í Havn ólavsøkuaftan í 1946 fyri 1000 fólkum. Hon snýr seg um deyða Ólav kongs á Stiklastøðum í 1030. Hann stað fest ir, at bardagin á Stiklastøðum kundi metast sum eitt borgarastríð, har norð menn bardust ímóti norðmonnum. Ólavur, sum førdi annan flokkin, vildi samla Noreg til eitt frítt og frælst ríki. Hin ir, hann bardist ímóti, vildu ráða í hvør sínun landsluti undir donskum kongi. "Ólavur kongur fall, men í falli sín um vann hann Noreg. Knútur hin danski setti son sín Svein og móður hans at stýra Noregi. Tað torgaðu hes­ ir ikki, teir kravdu nú at fáa norskan kong og settu Magnus Ólavsson í faðirs síns kongsstól. Noreg var afturvunnið undan fremmandavaldinum. Tá kom Noreg í blóma," staðfestir Jóannes bón­ di í røðuni ólavsøkuaftan. Hendan frásøgnin er ein mynd av, hvus su hann sær støðuna í Føroyum í 1946, tí beint eftir, at hann er liðugur at siga frá hendingunum í 1030, nevn ir hann, at stríðið upp undir fólka at kvøðu­ na eisini er at meta sum eitt borgara­ stríð. Landsins íbúgvar skulu nú taka tøk ini og hava skilt seg í tveir flokkar. Ann ar berjist fyri at eiga landið, og hin vil, at danskarar skulu eiga tað. Halda tey fólkini fast um sína støðu, ið vilja geva Føroyar burtur, kunnu tey bara fara til Danmarkar og verða verandi har, tí Føroyar saknar tey ikki, sigur hann bersøgin at enda. Jóannes bóndi doyr Hetta eru síðstu almennu orðini hjá Jóannesi Patursson. Kl. 01.00 tann 2. august í 1946 doyr hann í heimi sín um í Kirkjubø. Øll tey føroysku bløðini og nógv donsk og íslendsk bløð skriva um deyða hansara. Informatión skriv ar, at hann "var gennem et par menneske­ aldre den symbolske fører for den fær­ øske selvstændighedskamp. Han var mere folkefører og digter, end han var polit ik er," vil blaðið vera við. Haraftrat skriv ar Informatión: "Jóannes Patursson havde ikke altid været løsrivelsesmand. Han var tvært imod i sine unge dage betaget af Dan mark og satte stor pris på Dan­ mark. Hann skrev flere digte, hvori han tolkede denne kærlighed. Men Paturs son var først og fremmest fær­ ing. Færingerne er et selvstændigt folk, og dette folk ejer retten til at råde over sine egne anliggender, det var udgangspunktet for hans politiske ind still ing." Dimmalætting skrivar, at "Jóannes Paturs son havde et charmerende væs­ en, var en rutineret taler og agitator, var en habil digter og en særdeles pro­ duk t iv skribent. Han ejede stor evne med små midler at vække national begejst r ing blandt såvel unge som ældre." Dimmalætting heldur, at bóndin møgu liga ikki hevði so stóran áhuga fyri praktiskum politikki, og at politiska handa lagið tí ikki altíð var tað besta. Petur Mohr Dam skrivar minn­ ingar orð um bóndan í Føroya­Sosial­ demo krati. "Á morgni 2. august sást í bý og bygd fløgg í hálvari stong. Ein hin navnframasti føroyski politikarin var farin. Jóannes bóndi var deyður yv ir áttatiára gamal. Heilabløðing var hon um at bana," skrivar hann. Petur Mohr Dam fagnar Jóannesi á mangan hátt, men heldur ikki, at bóndin ork­ aði av geva sjálvstýrispolitikkinum tann fastleika, sum treyta ein skjótan sig ur fyri eina rørslu. At vekja sam huga í mongum málum eisini hjá javn aðar­ monn um megnaði hann tó. Í Dagblaðnum skrivar Thorstein Petersen 6. august, at Føroya mætasti mað ur síðan Nólsoyar Páll og Niels Winther er deyður. Thorstein Petersen slær fast, at bóndin var eitt stórmenni og vísir til eina samrøðu teirra millum, har Jóannes bóndi segði, at besta kvøld, hann hevði havt, var 2. jólakvøld í 1888, tá hann á tiltikna jólafundinum byrj aði sítt politiska starv við yrkingini "Mál­ strev." Thorstein Petersen staðfestir, at frems ta sessin í Føroya søgu frá 1888 til 1946 eigur Jóannes Patursson. Fall og vann Jóannes Patursson varð jarðaður í Kirkjubø 6. august í 1946. Størri mann­ fjøld enn hon, sum fylgdi honum til seinasta hvíldarstaðin hendan týsdagin, hevði ikki fyrr verið í Kirkjubø, skrivar Tím in hósdagin 8. august. Prestur beyð bónda num farvæl við somu orðum, sum Jóannes hevði borið Jákupi Dahl tvey ár frammanundan. Tímin endar frá søgn sína soleiðis: "Veðrið hevði hild ið sær hendan dapra dag, men brast nú á við regni, tá ið móðir Føroyar hevði breitt lak á son sín." Fimm vikur seinni skrivaðu donsk bløð, at meiriluti var fyri loysing á fólka at kvøðuni 14. september, og at Knud Kristensen, forsætisráðharri, ásann aði, at Føroyar og Danmark máttu skiljast. Hvat var hent? Fall bóndin, men vann land sítt í fallinum eins og Ólav ur kongur á sinni? Romantiskar útlegg ing ar kunnu ivaleyst koma til hesa niðurstøðu, tó at mangt hendi síðan, sum framvegis verður stríðst um í føroyskum politikki, og sum meira kann lesast um í spennandi keldu savni­ num hjá Zakariasi Wang. Jóannes Patursson var virkin í politiska orðaskiftinum til tað seinasta. Her er hann avmyndaður á ólavsøku í 1946 Mynd: Meinhard Arge