Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 21 - 31. januar 2002 Nr. 21 - 31. januar 2002 19 ÚT AT KOYRA Mondeo nr. 1 í Danmark Við 5.648 seldum bilum bleiv Ford Mondeo mest seldi persónbilur í Dan- mark í 2001, nr. 2 bleiv Peugeot 206 og Peugeot 406 varð nr. 3. Í vár koma Mondeo á mark- naðin við einum 2.0 TDCi turbodiesel motori við commonrail inn- spræning og 130 hk. Kelda: Motor Magasinet Hyundai og HM fótbóltur Eftir at hava selt til- samans 1.6 milliónir bilar í 2001, er málið, ið Hyundai Motor Co. hava sett sær, 1.9 milliónir bilar í 2002. Ein orsøk til øktu søluna, vænta teir, verður, at teir eru høvuðssponsorar til HM í fótbólti. Kelda: Hyundai Bil Import A/S Vælnøgd við Toyota Dansk Kundeindeks hava gjørt eina kanning av, hvussu nøgdir kund- arnir eru við 8 bilmerkir og bilinnflytarar í Dan- mark. Toyota lógu á odda við einum loyali- tetsprosenti uppá 82. Kelda: Bil Magasinet Á myndini sæst til dømis at um vit økja miðalferðina við 10 km/t, so: * økist talið á teimum deyðu 50% * økist talið á teimum skaddu 38% * økist talið á vanlukkum 22% Kurvarnar á hesi myndini eru úrslit av nógvum royndum og kanningum av bygdavegum, sum gjørdar eru í Svøríki og øðrum londum. Lagt kann verða afturat, at royndir, sum m.a. eru gjørdar í Danmark og USA, staðfesta, at henda kurvin er álítandi. Í myndaárbókini, "Árið ið fór" frá 1974, stóð hendan myndin frá november 1973, tá ið rættuligt ódnar- veður var kring landið. Hendingin fór fram í Gøtu, har ein Toyota Crown, ið stóð parkeraður aftanfyri ein Volvo 144, varð syftur upp um Volvo- bilin og lendi á einum garði og á takinum á bilinum BILAR Magnus Gunnarsson Um miðjan november var rættuligt ódnarveður kring landið. Á flogvøllinum í Vágum, har mált varð uppí vindmegi 15, fór tekjan av nýggja garagubygningin- um. Á Oyggjarvegnum fuku fleiri bilar út av veg- num, og í summum bygd- um fóru tekjur omanav húsunum. Bæði í Hoyvík og í Gøtu rapaðu tvey ný- liga reist hús. Í Gøtu hendi eina náttina, fyrst í desemb- er, eitt sjáldsamt óhapp, tá illveður aftur leikaði í. Ein Toyota Crown stationvogn- ur varð av eini hvirlu lyftur upp á ein garð og bóltaði síðan runt, so hann kom at liggja á takinum og hvíla niður á Volvobilin, sum stóð beint frammanfyri, tá óhappið hendi. Volvobil- urin hevði harafturímóti ikki flutt seg. Sum myndin vísir, er tað ikki nakar lítil bilur, ið soleiðis er viðfarin. Ein Toyota Crown vigaði umleið 1300 kg. Myndaárbókin, Árið ið fór, kom út 11 ferðir, frá 1970 til og við 1980. Út- gevari var Hjalti Skaalum. Kelda: Myndaárbókin "Árið ið fór" Toyota Crown tikin av vindi í Gøtu í 1973 Miðalferðin hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina Í mong ár eru nógvar royndir gjørdar bæði at hækka og lækka hámarks- ferðirnar, og hvørja ferð sýna úrslitini, at lækkar tú hámarksferðirnar, so lækk- ar eisini miðalferðin á veg- num, vanlukkurnar verða færri, og talið á teimum, ið doyggja og verða álvarsliga skadd, minkar eisini. Men hækka vit hámarksferðir- nar, verður úrslitið tað øvugta. Miðalferðin á veg- unum økist, vanlukkutalið økist, og fleiri fólk doyggja og verða ávarsliga skadd. Tølini á hesi myndini eru gjørd eftir svenskum kanningum. Tað eru óhugnalig tøl teir eu komnir fram til. Um ferðin bleiv minkað við 10 km/t kundu 140 mannalív verði spard og umleið 1500 færri høvdu fingið álvarsligan skaða. Kelda: Petur J. Sigvardsen RFF UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Sevryba var dýrt Danska skipasmiðjan Ørskov Christensen í Frederikshavn, sum mánadagin boðaði frá 350 uppsagnum, stend- ur til at missa ein part av umleið 300 mió. krónum, sum skipa- smiðjan eigur til góðar eftir samstarv við reiðaríið Sevryba. Ørskov lat Sevryba tveir stórar trolarar, sum eru goldnir, men hevur hinvegin ikki fingið pengarnar fyri tveir aðrar trolarar, sum vórðu bygdir til sama felag. Hesir báðir trol- ararnir hava verið á sølulista hjá fleiri skipsmeklarum, men enn hevur eingin víst teimum tann neyðuga áhugan. Teir báðir fyrru trolararnir eru eisini til sølu. Á Ørskov siga tey, at skipasmiðjan uttan iva fer at missa pengar upp á allar fýra trolararnar. Skipasmiðjan fekk upprunaliga trygd frá russiska statinum, men tað vísti seg, at hendan trygdin var einki verd. Stórur lønar- munur Verkfrøðingar, sum ar- beiða hjá norsku kommununum, krevja nú at fáa meiri í løn, tí lønarlagið hjá komm- ununum er langt niðan fyri lønarlagið í tí pri- vata vinnulívinum. Sum dømi verður nevnt, at meðallønin hjá teimum kommu- nalu verkfrøðingunum liggur um 300.000 norskar krónur um árið, meðan verkfrøðingar- nir í privatu vinnuni liggja um 420.000 krónur í ársløn. Hjá sivilverkfrøðingunum er meðal árslønin um 500.000 norskar krónur í privatu vinnuni. Verkfrøðingarnir, sum arbeiða hjá komm- ununum halda hendan stóra munin vera órími- ligan, og teir krevja nú, at okkurt verður gjørt við málið. Hendir einki, verður trot á verkfrøðingunum í kommununum, siga teir. Úr Norðurlondum: Illveður kostaði 135 mill. Hóast illveðrið, sum herjaði stóran part av Vesturevropa seinasta vikuskiftið, ikki var so ringt í Danmark, kost- aði tað donsku trygg- ingarfeløgunum einar 135 mill. krónur. Hetta er tó lítið sam- anborið við ódnarveðr- ið, sum rakti Danmark tann 3. desember í 1999. Tá noyddust tryggingarfeløgini at rinda 14 mia. krónur í endurgjaldi fyri skaðar. Ta ferðina fingu trygg- ingarnar fráboðan um 400.000 skaðar, men í illveðrinum um viku- skiftið vóru skaðarnir millum 20.000 og 25.000. Eitt fólk doyði í Dan- mark í illveðrinum. Tað var ein týskari, sum datt niður av takinum á einum orkuverki í Es- bjerg. Sambært mynd- ugleikunum hevði mað- urin ikki band á sær. Fleiri skiljast Alt fleiri norsk hjún velja at fara hvør til sítt. Í fjør var talið á hjúna- skilnaðum í Noregi 10.700, og tað var 400 fleiri enn árið fyri. Sambært blaðnum Vårt Land er talið á hjúnaskilnaðum vaksið um alt landið við und- antak av Oslo og teim- um norðastu landspørt- unum. Í onkrum lands- parti var vøksturin í fjør heili 30 prosent. Hjúnaskilnaðirnir í Noregi hava ikki verið so nógvir í tali síðani 1994. Í 1995 minkaði talið, men síðani 1999 hevur tað aftur verið veksandi. Í Ráðnum fyri fa- miljuvernd halda tey, at fólk leggja minni og minni í, um tey liva sum hjún ella sum sam- búgvar, og at giftarmál var hægri í metum fyrr enn nú. 60 hermenn í ísra- elska eykaherinum boða í blaðlýsing frá, at teir vilja ikki gera hertænastu í teimum hersettu palestinsku økjunum MIÐEYSTUR Árni Joensen Hóast teir 60 menninir eru í eykaherinum, hava allir drúgvar royndir í vanliga ísraelska herinum, og umleið helmingurin eru yvirmenn. Í lýsingini, sum stendur í størsta ísraelska blaðnum, Yedioth Ahro- noth, boða menninir frá, at teir sýta fyri at fara til Gaza-geiran og á Vestara Áarbakka sum hermenn, tí ísraelski herurin fremur ágang ímóti tí palestinska fólkinum har og eyðmíkir tey. - Vit fara ikki at gera her- tænastu hinumegin ta Grønu linjuna við tí enda- máli at herseta, flyta fólk, oyðileggja, forða, drepa, svølta og eyðmíkja eitt heilt fólk, stendur m. a. í lýsing- ini hjá hermonnunum. Grøna linjan, sum sipað verður til, er markið, sum varð ásett í vápnahvíldar- avtaluni í 1967. Eitt mark er Teir báðir menninir, sum hava tikið stig til lýsingina, hava sagt, at teir ætla at fáa einar 500 hermenn afturat at skriva undir lýsingina. - Vit hava øll okkara mark, sigur David Zohn- stein, sum er annar av stig- takarunum, og hann leggur afturat: - Tú kanst vera góður yvirmaður, men brádliga fært tú boð um at gera ymiskt, sum tú ikki átti at fingið boð um at gera so sum at skjóta fólk, at steðga sjúkrabilum, at oyðileggja hús, sjálvt um tú veitst, at fólk búgva har, sigur tann 28 ára gamli Zohnstein, sum er loytnantur í eyka- herinum. Hann og vinmaður hansara, Yaniv Itzkovich, vita at siga frá tilburðum, har ísraelskir hermenn hava skotið palestinsk børn, sjálvt um tey á ongan hátt hóttu hermenninar. Ísraelska herleiðslan hevur hvassliga fordømt lýsingina hjá teimum 60 hermonnunum. - Tað er lógarskylda at gera tænastu í ísraelska herinum, og tað ber ikki til, at eykahermenn sjálvir skulu gera av, hvat teir skulu gera, sigur herleiðsl- an. Ikki teir einastu Hetta er ikki fyrstu ferð, at ísraelskir hermenn sýta fyri at gera tænastu í herinum ella í ávísum økjum. Men hetta er fyrstu ferð, at so nógvir eykahermenn hava tikið seg saman og alment hava boðað frá sínari misnøgd. Síðani ófriðurin millum ísraelsmenn og palestinar tók seg upp fyri 16 mán- aðum síðani, hava einir 500 ísraelskir hermenn sýtt fyri at gera hertænastu í teimum hersettu økjunum, men alment hevur einki verið at frætt um tað. Umleið 40 hermenn eru endaðir í fongsli. Eygleiðarar í Ísrael siga, at blaðlýsingin hjá eykaher- monnunum er enn eitt tekin um, at partur av ísraelska fólkinum ivast í framferðini hjá herinum í teimum her- settu palestinsku økjunum, og at tey flestu hóast alt vilja hava góð viðurskifti við palestinararnar. Í síðstu viku almanna- kunngjørdi blaðið Haaretz eina samrøðu við Yigal Shochat, sum er fyrrver- andi flogskipari í ísraelska flogvápninum. Í samrøðuni mælti hann hermonnunum frá at gera tænastu í teimum hersettu økjunum, eins og hann mælti flogskiparun- um til at sýta fyri at bumba palestinskar býir. Ísraelskir hermenn sýta fyri at gera hertænastu Fyri fyrstu ferð hava ísraelskir hermenn tikið seg saman at mótmæla framferðini hjá herinum í teimum palestinsku økjunum. Teir siga, at harðskapurin elvir til harðskap, sum hedan myndin úr Jerusalem eisini er eitt gott dømi um Mynd: Reuters C M Y K 19 18